leygardagur 6. desember 1980síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
FNU um landsbrennistødina:
Må endurskoðast oll sum hon er
Føroya náttúru- og
umhvørvisfelag se-
tir = spurnartekin
við, um brenni-
staðin hjá Renova-
tiónsfelagsskapin-
um er einasta
rætta loysnin.
Felagið metir, at
síðani álitið um
brennistødina bleiv
gjørt fyri skjótt
fýra árum síðani
eru so stórar
broytingar farnar
fram, at ætlanin
um byggingina av
brennistødini må
endurskoðast í
síni heild.
Hetta og ymiskt
annað kemur fram
í einum skrivi frá
FNU, undirskrivað
av formanni fel-
agsins Tormóð
Dahi:
Av tí, sum fram er komið
í bleðunum um felags-
brennistødina, kann tað
tykjast, sum um FNU
(Feroya náttúru- og um-
hvervisverndarfelag) er í
móti einum samtaki,
sum arbeiðir fyri sama
endamáli sum FNU —
nevnliga einum betri um-
hvervi.
So er sjálvandi ikki.
Fyritreytin fyri
einari landsbrenni-
stød
Osemjan — um tað kann
kallast so — stendst av,
at FNU hevur loyvt sær
at seta spurnartekin við,
um felagsbrennisteðin
veruliga er einasta rætta
loysnin. Hesin spurning-
ur tók seg serstakliga
upp, tá tað varð felagn-
um greitt, hver
fyritreytin fyri brenni-
steðini — »heildarloysn-
ini« — veruliga er.
f ålitinum um brenni-
stødina verður nevnliga
sagt bart ut:
FJARÐA-HÚS
„Tað, at fólk uttan
ómak sleppa av við alt
burturkast er ein fyri-
treytin fyri, at tað í heila
tikið loysir seg at fara
undir umhugsan av eini
heildarloysn móti dálk-
ing av bustadarøkjum og
náttúru í Føroyum«.
Endamålsgreinin
hjå FNU
Henda áskoðan er beint
tverturímóti felagsins
sannfering. FNU hevur
nevnliga sum fremstu
endamál m.a. (grein 3,
stk. 5 og 6):
— at breiða kunnleika
manna millum um, at ein
lívsháttur í ídnaðar-
londum við steðugt
vaksandi nýtslu skapar
vistfreðiliga úrskeping
(økologisk degeneratión)
og tí má broytast, skal
eftirkomarum okkara
vera lív lagað
— at vekja ans og
kenslur manna millum
fyri og fatan av, at
tøknilig, evnislig og
búskaparlig menning
ikki kann skapa eitt
umhvervi í samljóði
uttan so at henda menn-
ing er neyvt knýtt at
dygd í sidalag og list.
ST-samtyktin
Í hesum sambandi kann
eisini verða víst á megin-
reglur 3 og 5 i ST-samt-
yktini frá 1972 um um-
hvervismál. Har stend-
ur:
$ 3. Megi jarðarinnar
at framleiða
týdningarmikil tilfeingi
(ressoursir), ið kunnu
endurnýggjast, má varð-
veitast, og har lagaligir
meguleikar eru til tess:
skapast av nýggjum ella
gerast betri.
$ 5. Eitt tilfeingi, ið ikki
kann endurnýggjast, má
nýtast á ein slíkan hátt,
at útarming ikki verður
framd og soleiðis, at øll
mannaættin fær gagn av
tí.
Øðru megin: Sov.
— Hinu megin:
Vakna upp
Sostatt hava vit eðru
megin renovatiónsfel-
agsskapin, ið sigur at
fyritreytin fyri einari
heildarloysn í dálkingar-
málinum er at fólk uttan
ómak — tvs. »sovandi«
— sleppa av við alt burt-
urkast, og hinu megin
FNU, ið sigur: Vakna
upp, tí fyrilitaleysa
brúka- og tveitiáskoðan-
in hevur við sær oyði-
legging og úrskeping av
landi og fólki.
Endurgivna ST-samt-
yktin ber at sama borði.
Vit eru sannferd um,
at Feroyingar yvirhevur
meir og meir »vakna«
júst í hesum máli.
FNU ásannar
kreppusteðu
kommununar
Ásannað verður, at
nógvar kommunur í Fer-
oyum eyðsæð eru komn-
ar í eina kreppusteðu
vegna burturkastið —
eyguni lúgva ikki: Eisini
verður ásannað, at í
øllum miðbýargkjum er
»skrellposin« helst hin
besta loysnin fyri alt
burturkast, id ikki kann
brennast i heiminum.
Men:
Hin vegin hevur renova-
tiónsfelagsskapurin = á
ongan hátt megnað at
sannfera okkum um, at
»uttan- ómak loysnin« er
hin einasta rætta.
Menningin sein-
astu 2—3 árini
Í Sveríki eru nógvar
kommunur fyri langari
tíð síðani byrjaðar at
senda upplýsingartilfar
til húskini um, hvussu
tey skulu gera kompost
(mold) úr burturkasti og,
hvussu plastikkposar,
plastikkílet og annað
pakkitilfar kann forkom-
ast. (Hesar kommunur
siga bart út, at tær hava
ikki ráð at koyra meira
og minni hálvtómar
eskjur, ílet og posar við
dieselbilum).
I Føroyum
dag uppsett hópur av
komfýrum, suplements-
ketlum o.t. í sethúsum,
handlum og virkjum.
Fyri bert 2—3 árum síð-
ani var t.d. kolkomfyr-
urin eitt nærum ókent
fyribrigdi í feroysku
heimunum.
Tú sært í dag javnan
fólk ganga niðri í fjøruni
og leita eftir
pinnabrenni. Fyri 2—3
árum síðani var tílíkt
ókent.
I kolanåminum í
Hvalba arbeiða í dag 10
verður í
— eini frålik hús
mans, og megna teir ikki
at nekta tervin. Fyri
2—3 árum síðani vóru
teir 3.
Landsbrennisteðin
má endurskoðast
Samanumtikið er staðan
í brennistødarmålinum
eftir okkara metan so
nógv broytt síðani hev-
uðsálitið bleiv gjert fyri
nærum 4 árum síðani, at
verkætlanin eigur at
verða endurskoðað í síni
heild.
Um at broyta
áskoðan
Nógv minnast óivað
støduna, tá farið varð
undir bygging av nýggja
risaskúlanum Havn
(Eysturskúlin). Tá varð
viðgingið at
bert
»Høvdu vit
fyri 2—3 árum
síðani vitað tað, sum vit
vita nú um risaskúlar í
mun til smærri skúla-
eindir, so hevði hesin
risaskúlin ongantíð verið
bygdur: — Men nú er ti-
verri ov seint, tí fyrireik
ingararbeiðið er longu
komið so langt og hevur
kostað so nógv, at ikki
ber til at broyta verk-
ætlanina«. Risasvimji-
høllin í Havn er eitt
annað demi Onnur
minnast kanska eisini
ætlaninar um landsum-
„NES
Síða 5
fatandi ellis- og rektar-
heim, men øll minnast
vit ætlaninar um bert 3
flakavirki í Feroyum.
Hetta minnast vit, tí tá
vaknaði ferovyingurin.
Her var nakað, hann
skilti betur enn serfrød-
ingurin, hvert gudur ein-
ans er tað, sum kann vig-
ast, mátast, edv-
viðgerast og roknast út í
krónum og oyrum.
Í hesum máli stóð
menniskjað sum ein liv-
andi vera við tanka,
kenslum og vilja ímóti
robottinum. Her sigraði
Menninskjað og tað
hendir ikki ofta á okkara
degum.
Dygd — siðalag
og 0,1 mm tjúkt
dustlag
Fýlst hevur verið á, hv
kki FNU — í staðin fyri
at »grenja« greiðir
Ferova fólki frá
ruskmálið skal
FNU hevur her víst til
ST-samtyktina
imhvørvismålum — ein
samtykt. ið eftir okkara
metan ikki kann mis-
skiljast. ST-loysnin er
neyvt knýtt at orðunum
dygd og sidalag. Hesi
orð kunnu tíverri ikki
trýstast inn edv-
heilarnar
FNU hevur heldur ikki
heimild at brúka av
skattagjaldarans pen-
ingi at kanna, um tað
t.d. tekur 83 ella 97 år,
áðrenn dustlagið yvir
Toftir verður 0,1 mm
tjukt (vegna roykin frå
brennistødini), so sum
vit skilja renovatiónsfel-
agsskapurin hevur gjert.
FNU hevur heitt á
renovati0nsfelagsskapin
um samstarv i ruskmål-
inum (FNU- umboð
nevndina), men sigur fel-
agsskapurin seg ikki
hava heimild til tess.
Kortini loyva vit okkum
at enda hesa stuttu
lýsing av ruskmálinum.
NVUSSU
iovsast.
Við samstarvskveðu
Feroya Náttúru- og
umhvervisverndarfelag
Tormóður Dahl
(form.)
X |
TMANNA
TIMBURHANDIL
Vestmanna
Teiefon 24170