Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 1980síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Tað mundu vera mong í Havn sum stúrsaðu, tá ið tey frættu, at Harry Eysturtún var deyður bert 53 ára gamal. Men fyri tey sum stóðu honum nær, kom deyðin neyvan heilt óvæntaður, tí Harry hevur verið ógvuliga sjúkur í sein- astuni. Harry kom ein part av lívi sínum at virka fyri ungdómin her í Havn við tað, at hann í mong ár var skótaleiðari. Tað var í hesum virksemi sínum at hann kom at vera kendur og væl dámdur av eini stórari fjøld av ungum og foreldrum teirra. Tað var í teimum keldu og kergu fimti- árunum at Harry útinnti sítt stóra arbeiðið millum ungdómin Í Til minnis um Harry Eysturtún Havn. Júst um hetta mundið var harðliga brúk fyri monnum og kvinn- um, sum høvdu hug og tol til at takast við ung- dómsarbeiði. Hetta var tað tíðarskeiðið, tá serliga nógv fólk flutti til Havnar, og frítíðin veruliga gjerdist eitt problem hjá nógvum bygdabernum, sum vórðu skrykkt upp við rót úr sínum uppruna- liga umhvervi. Mong av hesum ungu funnu sær eitt trygt og gott tilhald í skótarersluni. Hon hevði eitt stað, tú altíð kundi fara til — tað gamla og hugnaliga skótahúsið nirði á Bakkahellu var opið at kalla hvert gerandis- kveld í vikuni og sunnu- dag seinnapart við. Har- næst skipaðu skótaleið- ararnir fyri útferðum í hagan árið runt eins og skipað varð fyri tjald- legum kring landið. Harry Eysturtún var tann heilt rætti skóta- leiðarin. Hann hevði eina medferð, ið gjørdi hann serliga vælegnaðan at hava við ungdóm at gera. Í staðin fyri tann harða kappingaranda, sum við hvert kundi gera skótalívið eitt sind- ur ógvusligt, legði hann dent á hjálpsemi og vina- lag, á felagsskap mót- vegis sjálvdrátti. Harry var náttúrvinur og gjørdi nógv fyri at vekja ans okkara sum tá vóru skótar fyri náttúr- uni og fyri at fáa okkum at ganga væl um alla- staðni, har vit ferðaðust Av lyndi var Harry stillførur og viðkvæmur. Hann gjerdi lítið um seg, har hann var, men tók hann orðið, so lurtaðu øll. Harry var eisini skriv- andi maður og var í mong ár fastur gestur í teimum føroysku jóla- bleðunum. Í sínum dagliga yrki sum prentari vann hann sær stóra virðing millum starvsfelagar og við- skiftafólk fyri sín trú- skap, sítt hegni og fyri sína virðing fyri hesum aldargamla kynstri — prentlistini. Vit eru mong her í Havn, sum fara at sakna Harry Eysturtún og sum fara at minnast henda hóvliga og vinsæla mann við takk- semi. Jóannes Dalsgaard dagbókin Norea Radio Danmark Millumbylgja 205 m (1467 kHz) kl. 21,15—21,30. Í dag: „Jesus — både Gud og menneske ?« Poul Langagergaard, landsskrivari, luttekur. Norskar sendingar eru hvønn dag kl. 17,05 og 18,05 å stuttbylgju 31 m (9,6 mHz). Skaldið Chr. Matras I annadkvøld kl. 20 heldur Jens Pauli Heinesen fyri- lestur um skaldið Christi- an Matras. Fyrilesturin verður á Fróðskaparsetr- inum. Flogbóltskapping fyri yngru deildirnar Um vikuskiftið var flog- bóltskapping fyri yngru deildirnar, sum Flogbólts- samband Feroya skipaði fyri. Hon var í fimleikar- hallum í Havn. Tilsamans luttóku 28 lið í kappingini. Smádreingir Her luttóku 10 lið, sum vórðu býtt í tveir bólkar. Endaligu úrslitini í bólk- unum blivu soleiðis: Bólkur A Mjelnir 8 stig VIF 6 stig Toftir a 4 stig Fleyr b 2 stig VÍFc Ostig Bólkur B Fleyr a 8 stig Fleyr c 6 stig St.IF 4 stig VIFb 2 stig Toftir b 0 stig Finalan bleiv sostatt millum Mjølnir og Fleyr a. Mjelnir vann við settun- Tvíburðar revsaðir — vildu lumpa Europeiska fótbóltssam- gongan, UEFA, hevur revsa vesturtýsku lands- liðsleikararnar, tvíburða- breðurnar Karl-Heinz og Bernd Førster, hart, fyri roynd teirra at lumpa svenska dómaran, Rolf Ericsson, við at býta um nevn. Hetta kom at kosta teimim ávíkavist fýra og fimm dysta leikbann í teim europeisku fótbólts- kappingunum. Hendingin, tá breðurnir royndi at skifta navn, fór fram í áttandapartsfina- luni í UEFA-cup kapping- ini, millum vesturtýsku feløgini Stuttgart og Køln, har heimaliðið vann 3 — 1. Karl-Heinz gjørdi brot á fótbóltslógina, ið dómarin metti, at hann skuldi hava gula kortið fyri, men tá hann fyrr í kappingini hevði fingið dómaran annað kort av sama liti, vildi hetta fert við sær, at hann fekk leikbann í einum dysti. Í tí ruðuleika ið varð, tá henda hending fór fram, royndi hin bróðurin, Bernd, at taka skuldina uppá seg, men hetta varð uppdaga, so ístaðin fyri at bert eini bróðurin mátti sita sum áskoðari til ein dyst, mugu nú báðir brød- urnir sita uttanfyri vellin, tá Stuttgart í dag leikar returdyst móti Køln. Eisini hevur UEFA sett Nottingham Forest-leikar- unum John Robertson og Frank Gray leikbann í returdystinum í Super-cup móti Valencia næsta mikudag. Enska liðið vann fyrra dystin við tveimum málum móti einum. um 15/8 og 15/3 og fekk steyp, sum Fa. Heilsa hevði givið. Smágentur 6 lið luttóku í smágentu- deildini, og her vann St.ÍF við 10 stigum. Steðan ann- ars gjørdist: Fleyr 8stig Toftir 1 6 stig Mjølnir 1 4 stig Toftir 2 2 stig Mjølnir 2 0 stig St.IF fekk steyp, sum Fa. Heilsa hevði givið. Dreingir Fleyr vann á Oyrabakka við 17/15 og 15/4. Tað luttóku bert hesi bæði lið- ini í deildini. Fleyr fekk steyp, sum P/F Snarfrost hevði givið. Dreingir Her luttóku eisini bert tvey lið, IF, sum vann við settunum 15/9 og 15/8 á St.IF. IF fekk steyp frå Atlasbudini. Mansunglingar Fyra lid luttéku i hesi deildini, og endaliga stød- an gjørdist hendan: Mjølnir 6 stig Fleyr 4 stig SIF 2 stig SI 0 stig Mjølnir fekk steyp frå »Bilsølan Datsun«. Kvinnuunglingar Her luttóku eisini fýra lið. Stødan gjerdist : Fleyr I 6 stig Fleyr II 4 stig FS 2 stig IF 0 stig Fleyr I fekk steyp frå »Hjå Eirikki«. Grønlendingur boksaði seg fram til finaluna um DM Fyri fyrstu ferð hevur ein grønlendskur boksari lutt- ikið í kapping um dan- marksmeistaraheitið. Het- ta hendi seinasta viku- skiftið tá Jacob Abelsen, úr grønlendska boksofel- agnum, Nanok, luttók í donsku junior-meistara- skapskappingini við av- bera góðum úrslitið. Jacob boksaði í welter- vekt flokkinum og eydn- aðist honum at vinna fram til finaluna, men tapti hann tó her stórt, sjálvt um hann »bardist« manni- liga fyri at vinna meistara- heitið. Hetta eydnaðist tó ikki, sum fyrr greitt frá, men hann vann tó enn sterri heiður enn eina silv- urmerkið, tí hann varð nevnliga kosin sum besti »fightari« í allari junior- kappingini, og fekk hann fyri hetta bragd steyp til ognar. Í morgin, 11. desember, hevur Alf Kris- toffersen starvast sum bakari og kondittari í bakarínum hjá Frants Restorff í 30 ár Ætlar at fáa biografloyvið framlongt — Fråhaldsrørslan hevur í skjótt trý ár havt loyvi at reka biograf í Havn. Men hølistrupulleikar og fyrst og fremst sjón- varpið hava gjørt, at framvegis eru bert tveir biografar í býnum. Felagsnevnd feroysku frá- haldsfelaga fer helst at biðja landsstýrið um fyri- bils at framlongja biograf- loyvið, felagsnevndin fekk í 1978. Loyvið er galdandi í trý ár, til einaferð í febru- ar 1981. Fimm umsekjarar vóru til tað triðja biografloyvið í Tórshavnar kommunu, tá tað bleiv lýst leyst í 1977. A fundi 1. desember 1977 samtykti býráðið at mæla landsstýrinum til, at felagsnevnd føroysku frá- haldsfelaga fekk loyvið. Landsstýrið fylgdi tilmæl- inum og felagsnevndin fekk biografloyvið í februar 1978. Men tað eri framvegis bert tvem biografar í Havnini. Orsøkirnar til, at triði biografurin ikki enn er komin, eru tvær, sigur Petur F. Christiansen, for- maður í felagsnevndini. Tað hevur enn ikki eydn- ast at finna nakað hósk- andi høli til filmssyningar. Og so er tað sjónvarpið. Færri í biograf Hagtelini vísa, at í 1979 seldust 50.000 færri at- gongumerki til biografarn- ar enn í 1978. So hetta er ikki júst tann rætta tíðin at opna ein nýggjan bio- graf, heldur felagsnevnd- in. Hon hevur kortini ikki í huga at siga loyvið frá sær aftur, men fer at royna at fáa tað framlongt í teirri vón, at tíðirnar broytast og fólk aftur fara at leita í biografarnar. Petur F. Christiansen upplýsir, at orsøkin til, at felagsnevndin søkti um biografloyvið i Havnini, var tann, at hon metti, tað kundi gerast ein inntøku- kelda fyri fråhalds- rørsluna at reka biograf. Øll fråhaldsfeløg i Før- oyum uttan Blåkross hava umboð í felagsnevnd før- oysku fråhaldsfelaga.