Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-12-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Vit mugu gera vind- måtingar í Føroyum — og vit mugu vita, hvussu tær ymsu myllurnar roynast, áðrenn vit avgera nakað Hesa seinastu tíðina hevur verið tosað rættiliga nógv um meguleikan at brúka vindmyllur í Fer- oyum. Á Tveroyri hava teir fingið prógv fyri, at ein vindmylla, ið er gjerd serliga til feroysk viður- skifti, kann standa trygg í ellum veðri. Eisini framleiðir hon streym til húsarhald á Tveroyri. Úrslitið er so gott, at ætlanin nú er at framleiða myllur av hesum slagnum í Feroyum. Henda framleiðsla er serliga ætlað til útflutnings. Herfyri vóru tvey umboð fyri eina stóra svenska fyritøku, »Karlskronavarvet« i Føroyum og greiddu frá arbeidinum at byggja stórar vindmyll- ur. Á einum fundi á Debesartreð greiddu teir frá hesum vindmyllum. Bogi Hansen, lærari á Stødis- útbúgvingini var eisini við á hesum fundinum. Vit hava tosað við Boga um hesi bæði slegini av vindmyllum, og hverjir meguleikarnir eru at brúka tær í Feroyum, og um hvussu stóran týdn- ing tað hevur, at vit gera fleiri vindmátingar í Feroyum. A fundinum gjørdu umboðsmenninir fyri Karlskronavarvet nógv burturúr, hvussu týðandi tað er at gera vindmát- ingar fyri at útnytta vind- orkuna. Hví er tað so týð- andi? — Tað er við eini vind- myllu sum við so nógvum eðrum — at fyri at kunna gera hana so hóskiliga sum gjørligt, må ein vita nakad um tad umhvørvi hon skal standa i. Fyri vindmyllur eru tad serliga tveir spurningar, sum hava týdning. Annar er. hvussu stór meðalferðin ella kanska heldur medalorkan i vind- inum er. Fyri at siggja hvønn tydning tað hevur, kunnu vit hyggja at mynd 1. Hon vísir, hvat i mylian gevur í orku um tíman (effekt) við ymsari - indferð Um ferðin á vindinum er undir eitt ávíst gevur mylian einki. Tá vind- ferðin kemur upp um hetta mark koblar myllan í. Síðan gevur hon meira og meir jú sterri ferðin í vindinum verður — til generatorurin (id verður drivin av veingiunum) er komin uppá fulla effekt Í — og úrkobling iftanå tað gevur genera- torurin tað sama burturúr sjálvt um vindferðin økist. uppaftur Verður ferðir: sterri er tó neyðugt at myllan koblar úr m.a. tí, at annars er vandi fyri, at hon brotnar Allar myllur av hesum slagnum hava eitt samband millum fram- leiðslu og vindferð, ið er nakað sum tað, ið myndin vísir. Men í-koblingsferðin kann verða ymisk frá myllu til myllu, somuleiðis úr-koblingsferðin og tann vindferð, sum skal til fyri at geva fulla effekt. Eisini ber til at nýta ymiskar generatorar til somu veingir: Myllan hjá >KKV< kann t.d. fåast við 3000 kilowatt generatori (framleiðir 3000 kilowatt- tímar um tíman við fullari effekt) ella við 4000 kilo- wattgeneratori. Nú kundi ein hugsað, at ein sjálvsagt altíð skuldi tikið tann stóra genera- torin, men so einfalt er tað ikki. Sjálvt um vit síggja burtur frá, at tann sterri generatorurin er dýrari at framleiða. Ein orsek til tað er, at tann sterri gene- ratorurin er tyngri at fáa í gongd. Ti verður í- koblingsferðin sterri. Meðal vindmegin Samanbera vit háðar my!l- urnar hjá KKV við ávíka- víst 3000 og 4000 kilo- wattgeneratori (men við somu veingjum) fáa vit eina mynd, sum leysliga er sum tann vista (2). A Orka pr. tíma (kwt/t) 3000 kilo- watt — generator Mynd 2 Her sæst, at um vind- megin í miðal ikki er nóg stór, so hjálpir tað einki at seta tann sterra genera- torin í. Hann kann í veru- leikanum koma til at geva minni framleiðslu enn tann minni generatorurin. Hetta er ein orsek til, at tað er so avgerandi at vita, hvussu ofta tær ymsu vindferðirnar koma fyri. Tað er treytin fyri, at tað ber til at gera mylluna júst til umsteðurnar, so at prísurin fyri hvenn kilo- watttíma verður so lítil sum gjerligt. Hvirlurnar — Tú nevndi, at tveir spurningar høvdu tydning. Annar er meðal- vindurin. Hvør er hin? — Hin spurningurin er hvirlur. Tad er ti, at tå vindur brytur okkurt er tad vanliga ikki medal- vindferðin, men hvirlurnar sum gera tað. Vit vita, at Full Urkoblings- effekt ferð 4000 kilowatt / generator vind 7 ferð nógva staðni í Feroyum eru hvirlurnar nógv ógvus- ligari enn vanligt er aðra- staðni. Hvat viðvíkur mátingum er tað so, at tað er nógv torferari at máta hvirlur, enn tað er at máta meðalferð, tí måtararnir skulu verða so kvikir fyri at kunna máta hvirlur. Vindmátingar í ymsari hædd — Hvussu skal ein gera vindmåtingar i Føroyum fyri at fåa nakad at vita um, hvørjar myllur ein skal bruka? — Tað er so, at tær myll- urnar, sum KKV framleid- ir, taka vind millum 40 og 120 metra hædd. Ti kundi ein hugsad sær at måta vindin i 40 m., 80 m. og i 120 metra hædd umframt at måta hann i 10 metra hædd fyri at kunna samanbera við vindmátingarnar hjá Meteorologisk Institut. % Bogi Hansen. lærari við Steðisútbúgvingina: — Eg trúgvi ikki uppá patensloysnir. Men vit mugu nýta ymsar framleiðsluhættir Fyri at gera hetta er sjálvsagt neyðugt við eini mastur, ið er minst 120 metrar heg. Tílíkar mastr- ar finnast, men um tað ber til at seta vindmátarar á tær uttan at darva «i uppgávu tær annars hava, er ikki greitt. — Hvat fer tað at kosta at gera tílíkar mátingar í Feroyum ? — Um tað ber til at nýta eina verandi mastur so vildi eg hildið, at tólbún- aðurin, sum neyðugur er at keypa, liggur um 100.000 kr. leysliga mett. Aftrat hesum koma nakrar útreiðslur til rakstur, men tað verður neyvan so nógv. Iløgur fara at spara milliónir — Eru hetta ikki nógvir pengar at nýta til tílíkar mátingar ? — Um so er at vit hava avgjert ikki at nýta vind til orkuframleiðslu í stór- an mun, so eru 100.000 kr. nógvir pengar. Men um vit framvegis vilja rokna við tí meguleikanum at nýta vindin so mikið, at tað munar í orkuhúsar- haldi landsins, so er hetta ein ógvuliga góð iløga. Tað vit kunnu koma at spara skal ikki roknast í milliónum men í 10 milli- ónum — og tað munnu vera fáar ílegur gjerdar her í landinum við tí vinn- ingi. — Metir tu, at aesar måtingar tú hevur nevnt her, eru nóg mikið til at siga okkum alt tað okkum tervar at vita fyri at fara í gongd við vindorku ? — Nei, tað eru tær á ongan hátt, men fara vit undir tílíkar mátingar og halda fram við tí arbeiði, sum vit á Steðisútbúgv- ingini og SEV eru farin í holt við og sum umfatar mátingar og viðgerð av veðurmátingunum fyri seinastu 15 árini so koma vit í hvussu so er nakað væl longri, enn vit eru í dag. Stórar og smáar myllur — Nú hava vit bert tosað um stórar vindmyllur sum t.d. tær, ið svenska fyri- tekan framleiðir. Men í Feroyum hevur nógv verið tosað um smærri vindmyllur sum t.d. myll- una á Tveroyri. Ætlanin er at fara undir framleiðslu av tilikum myllum í Før- oyum. Hevur tú ikki eina- ferð sagt, at tað ikki er tervur á hesum smærri myllunum ? — Nei, tað er nú ikki tað eg havi sagt. Ivaleyst er stórur tervur á myllum av tílíkari stedd sum tann á Tveroyri til nógv enda mál. T.d. er hon sjálvsagt nógv betur egnað til at framleiða streym til svimjihellina í Hesti enn ein av hinum myllunum, sum eru alt ov stórar. Eisini vildi tað havt stór- an týdning fyri okkum landsfíggjarliga, vit kundu fingið ein útflutn- ing av tilikum myllum í lag. Smáar myllur kunnu haraftrat hava stóran týdning til at geva orku (til el — ella upphitingar endamál) á fjarskotnum stoðum, har ikki ber til ella er ov dýrt at leggja linjur frá SEV. Tað krevur