leygardagur 20. desember 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vit halda somu kós
Góði lesari.
Tá sin fer at líta aftur um
bak, hómast bæði døkk-
ein fer at ivast í, um tað
ein stríðist fyri, er tað
vert.
Tíbetur eru tær ljósu
leturnar = heldur íkki
ókendar. Menniskjan er
tíbetur so háttað, at ein
hevur lyndið at gloyma
svartskygnið skjótari
enn tá tú aftur fær trúgv
til tað, sum tú fæst við.
Soleiðis er eisini, tá
talan er um føroyska
blaðútgávu. Sosialurin er
einki undantak. Hóast
upplagið á Sosialinum
hetta seinasta árið hevur
ligið í eini tryggari legu
miðskeiðis millum
5—6000 eintak hava vit
eisini her á blaðnum havt
ávísar trupulleikar at
stríðast við. Ikki minst
fíggjarligar. Roknskapar-
árið hjá okkum vísir eitt
hall orsakað av vaksandi
framleiðsluprísum, og vit
hava verið noyddir at
fremja ávísar skerjingar.
Vit vóna tó ikki, at les-
arin fer at merkja nakað
til hesar fíggjarligu niður-
skurðir. Vit eru somu-
leiðis frá 1. jan. komandi
ár noyddir at leggja
fimm krónur oman á
haldaragjaldið og hækka
lýsingaprísin við umleið
10 prosentum. Leysa-
søluprisurin verður tó
ikki hækkaður. Vit vóna,
at bæði lýsarar og hald-
arar skilja okkum.
Um tilfarið í blaðnum
hetta seinasta árið eru
lesarar okkara best førir
fyri at meta um. Men lat
meg kortini nema við
einstakar tættir, sum vit
hava tikið upp, tí vit hava
mett, at teir hava verið
av ovurstórum týdningi
fyri samfelagið sum
heild.
Nú hevuðsvinna okk-
ara hevur verið við
skerdan lut hava vit
roynt at víst á nýggjar
alternativar leiðir, sum
framtíðar føroyskt
vinnulív hevur ein møgu-
leika at byggja á. Sam-
stundis hava vit viljað
stuðlað undangongu-
menninar í at halda á, har
skjøtil er settur á. T.d.
innan síla-, laksa- og
skeljadjóraaling, innan
veiðu eftir plankton eins
og alternativir møguleik-
ar innan verandi fiski-
vinnu. Veidu eftir høggu-
slokki, svartkalva, veiðu
á djúpari vatni eftir kon-
gafiski, blálongu, langa-
sporli, gulllaksi og ikki at
goyma svartkjafti.
innan landbúnaðin
hava vit víst á týdningin,
at føroyskt jarðarbrúk
fær liviligari kor.
Menn,sum bróta upp úr
nýggjum, sum hava bygt
kostnaðarmikil fjós,
brúkt uppspardan
pening til hetta, soleiðis
at eftirkomarar okkara
eisini fáa gleði av tí, eiga
at stuðlast. Vit hava víst
á, at tað er av stórum
týdningi, at landbrúkið
fær hendan stuðulin,
sum tað hevur uppibor-
ið, soleiðis at vit kunnu
vera sjálvbjargnir við
flestu landbúnaðarver-
um, sum í síðsta enda
ikki minst kemur brúkar-
anum til góðar.
Øll hava vit kent svið-
an av teimum nógv
hækkaðu oljuprísunum,
sum hava verið seinastu
árini. Vit hava tí í grein-
um og samrødum lagt
dent á at vísa á alterna-
tivar orkumøguleikar —
orku við m.a. vind-
myllum.
Komandi ár er av ST
lýst at vera handicapár.
Vit hava kortini í farna
ári víst á viðurskifti hjá
teimum, sum eru brekað
á ein ella annan hátt. Í
blaðnum hava m.a. ser-
frødingar víst á tað neyð-
uga í at hesi brek verða
funnin so tíðliga sum
gjørligt, soleiðis at við-
komandi kann fáa við-
gerð, sum seinri vil spara
samfelagnum ikki smá-
vegis, og er teimum
einstøku brekaðu til
gagns.
Hetta er bert fyri at
vísa á okkurt av tí, sum
vit hava lagt serligan
dent á í okkara skriving í
skjótt farna ári, og sum
vit sjálvandi vilja halda
fram við í tí komandi ári.
Flestu føroysku blødini
eru partapolitisk burtur-
av. Tey er målgøgn fyri
sín flokk og síggja tað
sum sína stórstu upp-
gávu fram um alt at verja
tað, hann virkar fyri í
sínum praktiska poli-
tikki.
Vit settu okkum fyri at
royna at gera eitt seriøst
tíðindablað so væl sum
vit einaferð vóru førir.
Hesa kós hava vit hildið
síðani. Hetta gjerdist
sjálvandi ikki eftir einum
degi, men skjótt sást, at
so hvert dygdin gjørdist
frægari, vaks upplagið.
Hendan stóra upplags-
økingin hevur eisini
sannført okkum um, at
tann kós vit settu
okkum, ikki hevur verið
heilt av leið, og hesa kós
hava vit í hyggju at halda
fram við.
- Og hvat er so dygdin í
Sosialinum? Eftir minari
hugsan er stórsta dygdin
tann, at vit leggja stóran
dent á sakligan tíðinda-
flutning, sakligar og seri-
øsar frásagnir, viðgera
ymisk samfelagsvidur-
skifti á sakligan, men
kritiskan hátt og fylgja
eini sek upp. Sosialurin
er heldur ikki bangin fyri
at tala at, tá vit meta, at
tað er átalu vert. Sosial-
urin styðjar sosialdemo-
kratisku hugsjónina,
men við tað er ikki sagt,
at vit taka undir við
øllum ti, sum Javnaðar-
flokkurin ger.
Javnaðarflokkurin er í
samgongu við aðrar
flokkar, og noyðist har-
við at víkja frá sosial-
demokratisku kósini.
Sosialurin er har-
afturímóti ikki í sam-
gongu við ødrum og
kann tí altíð tóna reint
flagg. At Sosialurin eisini
er kritiskur mótvegis
Javnaðarflokkinum, meti
eg avgjørt sum eina
styrkju bæði fyri blaðið
og flokkin.
Fjølmiðlar — blød og
útvarp — hava stórt vald.
Hesi amboð kunnu
ávirka eina fólkahugsan
ikki so lítið. Tí er tað um-
ráðandi, at hetta vald
ikki verður misnýtt. Eftir
mínari hugsan er ikki
blaðsins uppgáva at seta
fólk, bygdir ella ávísar
bólkar upp móti hvgrjum
ødrum, ella såa mistreyti
niður í tað fólk, sum her
býr, men heldur vísa á
gongdar leiðir samfel-
agnum øllum at gagni.
Gera teimum, sum liva á
livsins skuggasíðu gerð-
andisdagin liviligan, vera
positivur í livsfatan og
annars vera við til at
gera hetta samfelag enn
ríkari enn tað er í dag.
Lat meg at enda senda
blaðsins stóru takk til øll
tey, sum á einhvønn hátt
hava veirð okkum til
hjálpar — sent blaðnum
tilfar, ummælt sjónleikir,
ténleikaframførslur, bøk-
ur og blød og stuðla
blaðið við lýsingum, sum
er eitt týdningarmikið til-
verugrundarlag blaðsins.
Tøkk til oll tey sum
hvønn mánað senda
blaðnum eina peninga-
gávu, og ikki at gloyma
tykkum ungdómar, sum
tvær reisur um vikuna
ganga hús úr húsi og
selja blað okkara. Ikki
minst er æran tykkara,
at so stór fjøld av fólki
fær meguleika til at lesa
Sosialin.
At enda vilja vit her á
blaðnum ynskja øllum
eini gleðilig jól og eitt
eydnuberandi nýttar, við
tøkk fyri tað brátt farna.
Sosialurin kemur útaft-
ur mikudagin 7. januar.
Torfinn Smith
dagbókin
Læknavaktirnar
Tórshavn: Andor Ellef-
sen, tlf. I 2233
24.—26.: Kristianna Nor-
dendal, tlf. 1 2979
27.—28.: Kaj Kallsberg,
tlf. 13150
31.—1.: Andor Ellefsen,
tlf. I 2233
Eysturoyggin: Petur Rei-
nert, tlf. 23106
24.: Sigvald Kristiansen,
tlf. 41490
25.: Pól Olsen, tlf. 47010
26.: Poul Johs. i Horni, tlf.
44038
27.—28.: Sigvald Kristian-
sen, tlf. 4 1490
31.: Petur Reinert, tlf.
23106
1.: Sverri Lamhauge, tlf.
48016
3.—4.: Pól
47010
Olsen, tlf.
Norðoyggjar: Steingrímur
Weihe, tlf. 5 5300
24.—25.: Steingrímur
Weihe, tlf. 5 5300
26.—28.: Ólavur Gaard,
tlf. 5 6900
31.—1.: Ólavur Gaard, tlf.
5 6900
3.—4.: Jaspur Petersen,
tlf. 5 6474
Suðuroyggin (norður): Tlf
71560
Suðuroyggin (suður): Tlf.
73030
Tannlæknavaktin,
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
leygardagar, sunnudagar
og halgidagar kl. 13—14.
TIf. 1 4544.
Gudstænastur
Havnar kirkja: Axei Tór-
garð
Vesturkirkjan: Kjartan
Merkere, altargongd
Kirkjubeur: Hegni Poul-
sen
Kaldbak: Hans J. Joen-
sen, altargongd
Norðskáli: Petur M. Ras-
mussen kl. 19
Rituvik: Eivind Vilhelm
og Jåkup Kass kl. 12.
Salomon J. Joensen kl. 17,
altargongd
Hellurnar: Torkil Beder
kl. 19
Klaksvik: Niels P. Daniel-
sen kl. 11
Mikladalur: Henning Bø-
gesvang
Miðvágur: David Johan-
nesen
Øravik: Johan Weihe kl.
12
Norea Radio
Danmark
Millumbylgja 205 m (1467
kHz) kl. 21,15—21,30.
Mánadagin 22.: »Barnet
i krybben — og Gud«.
John Ørum Jørgensen,
sóknarprestur i Herning
talar.
Kórið hjá Nexø kirkju
syngur.
SOSIALURIN
Tysdagin 23.: »Den hel-
lige døde«.
Bíbliuskúli hjá Søren
Pedersen, trúboðara, 5 (6).
Selakvartettin syngur.
Mikudagin 24.: >Barnet
i krybben — og mig«.
John Ørum Jørgensen,
prestur, talar.
Nansensgades
kor syngur.
Norskar sendingar eru
þvenn dag kl. 17,05 og
18,05 å stuttbylgju 31 m
(9,6 mHz).
Junior-
Gandasteinurin
i Havn
Nú um vikuskiftið
hevur Gríma almenn-
ar framferslur av
barnaleikinum Ganda
steinurin í Sjónleikar-
húsinum í Havn. Sýn-
ingarnar vera í dag
kl. 17, sunnudagin ki.
18 og mánadagin kl.
17
Í Gandasteininum
hitta vit kenningar úr
Dýrunum í Valbakka-
skóginum og ein
klovn og ein risa. Nú
eru klovnar og risar
ikki vanligar verur í
einum skógi. Men
hendingarnar í
Gandasteininum eru
heldur ikki heilt van-
ligar.
Gandasteinurin var-
ar í umleið ein tíma
og atgongumerkið
kostar 10 kr.
Timin er nær
Eg gangi frameftir
við góðum treysti
og sera glaður.
Tí í hondum
er forloysingardagur.
Tann dagurin hann
er í hondum
tá ið eg skal vera loystur
úr trega
og trongdum.
J.J. í Gerði
Góði vinur
Ei dylst tað at eg
elski teg
Havi teg elskað
frá fyrstu stund
ið eg teg hitti
í eini viðalund.
Kærleikin til
tín mennist
sum tíðin hon
fer.
Kærleikin til tín
il devåan ber.
Tann 11. i hesum fylti
Aage Vesturskarð 75
ár. Aage er kaldbaks-
maður og hevur búð
stersta partin av ævi
síni í Kaldbak, men
seinnu árini hevur
hann búð í Havn.
Ein hevur torfert við
at trúgva at Aage
verunliga er vorðin so
gamal, tí líka bragdlig-
ur er hann enn, hóast
heilsan hevur bilað
nakað seinnu tíðina.
Tað sum hevur ser-
merkt Aage er, at hann
er felagsmaður burtur-
av, og tað í orðsins
besta týdningi. Hann
dugir at síggja týdn-
ingin av, at verkafólk
og fiskimenn taka seg
saman at virka fyri
bata av sínum viður-
skiftum. Og tað er ikki
hissini virksemi, sum
Aage hevur havt innan
okkara fakfelagsrerslu.
Hann hevur soleiðis í
heili 47 ár verið sóknar-
p d
felagsins Kaldbak,
umframt at hann
stundum hevur verið
sýsluformaður eisini.
Afturat hevur Aage
verið formaður og
nevndarlimur í Motor-
passarafelagnum og
Aage — 75 ár
var við til at stovna
Kaldbaks Arbeiðs-
mannafelag. Øl hesi
ålitisstørv hevur Aage
røkt við einum idni og
áhuga sum eingin ella
fáur annar, og sum
kanska mangur kundi
lært av.
Serstakliga kann sig-
ast at tað eru fiski-
mannaviðurskifti, sum
hava havt stóra
áhugan hjá Aage, og
tað er eisini fiski-
mannafelagið hann
hevur havt tilknýti til
fyrst og fremst, og eru
tað ikki fáar broytingar
hann hevur upplivad
viðvíkjandi viðurskift-
um fiskimanna síðan
hann fyri nærum 50
árum síðan kom í
felagsarbeiði, og hevur
hann nógv hann kundi
fortalt frå: sum t.d. tå
menn fóru til hendurs
um borðið undir sam-
ráðingum.
Eg vil bert við hesum
orðum takka Aage fyri
tað trúfesti hann altíð
hevur sýnt við vón um
framhaldandi hava
hann við í stríðnum
fyri bettum korum hjá
okkara fiskimonnum.
EEN RNA AK