leygardagur 20. desember 1980síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
SOSIALURIN
Frå snellum
Skjótt verða snellur og vindmyllur framleiddar lið um lið á verkstaðnum hjá J. K.
Joensen í Miðvági. Her er talan um alternativa framleiðslu so tað »forslær«
Í vikuni játtaði Menning-
argrunnurin lutvist eini
umsókn frá felagnum P/f
Riisager Elvindmyllur
um lán til at fara undir
framleiðslu av vindmyll-
um i Føroyum.
Nú henda umsóknin er
gingin á meti kann verk-
staðurin hjá J. K. Joensen
í Miðvági fara undir fyri-
reikingarnar at framleiða
maskinútgerðina til tær
fyrstu føroysku vindmyll-
urnar. Verkstaðurin fram-
leiðir annars eisini snellur
og ymiskan reiðskap til
fiskifkap. So her verður
ikki sert av eini umbroyt-
ing hvat viðvíkir fram-
leiðsluni.
Eginpeningurin
64%
Menningargrunnurin játt-
aði kortini ikki fult út tí,
sum sekt varð um. Til
byrjunarílegurnar = varð
sekt um lán og studning
uppá 150.000. Grunnurin
játtaði 120.000 kr. Av um-
bidna rakstraláninum
uppá 600.000 kr. játtaði
grunnurin 500.000 kr. Av
tí at játtanin er skerd
peningin tí munandi
stærri
útger sostatt heili 64 % av
ílegunum. Hetta má
sigast at vera nærum ein-
demi, tá hugsað verður
um nýggj feroysk projekt.
Riisager til Feroya
Farið verður til verka
beint eftir nýggjár. Birgir
Enni, sum er ein av monn-
unum aftanfyri ætlanina,
sigur við Sosialin, at
Christian Riisager kemur
til Feroyar beint eftir
nýggjár, og skulu teir tá
leggja tað ymiska til
rættis.
Ætlanin er, at verkstað-
urin hjá J. K. Joensen í
Miðvági skal gera teir
ymsu maskinlutirnar,
meðan sjálvar veingirnar
verða gjerdar í gamla
bygninginum hjá verk-
staðnum. Har verður so
arbeiði til nakrar mans.
Birgir Enni vísir á, at
sjálv masturin helst
verður gjørd í teimum
londum, sum keypa myll-
urnar. Tað verður ov
kostnaðarmikið at
innflyta tilfar til at gera
mastrarnar og so útflyta
tær aftur.
Ur Kenya
Hann sigur annars, at teir
hava fingið nógvar fyri-
spurningar um myllurnar
bæði i Føroyum og úr
eðrum londum. Eitt nú
hava lond sum Holland,
Belgia, Írlandi og nú sein-
ast Kenya spurt seg fyri
hja »Riisager El-vindmyll-
ur«. Her er talan um at
keypa størt tal av myllum.
Ein stór verksmiðja i
Kenya, sum Elvind-
myllur hevur samband
vid, ynskir at gera ein part
av arbeiðinum uppá myll-
urnar i Afrika, medan teir
skulu keypa
maskinútgerðina o.a. úr
Feroyum. Hesar samráð-
ingar fara fram í løtuni.
Elverkini í Írlandi
Herfyri vóru stjórarnir
fyri ell elverkini í Írlandi í
Danmark og hittu Riis-
ager. Teir eru hugaðir fyri
at keypa vindmyllur, sum
kunnu vera eitt ískoyti hjá
elverkunum, nú okjuprís-
irnar hækka steðugt.
Birgir Enni upplýsir, at
fleiri bygdaráð í Feroyum
hava spurt um myllurnar.
Tey eru hugað at seta tær
upp til m.a. at hita upp
svimjihallir, skúlar o.a.
Higartil eru tvær myllur
endaliga bilagdar. Onnur
er til Hest, medan hin er
til verkstadin hjå J. K.
Joensen i Miðvági.
Myllurnar, sum fram-
leiddar verða, eru av sama
slag, sum hon á Tveroyri
uppá 55 kwt. Eisini verða
sterri myllur uppá 200 til
400 kwt framleiddar.
Kappingarferar
Birgir Enni: — Tað vísir
seg at vera ein óavmark-
aður marknaður fyri vind-
myllur av hesum slagnum.
Nú er bert spurningurin,
hvussu bíligar vit kunnu
gera eina myllu í
Feroyum, og um hon er
kappingarfer við tær, sum
verða gjerdar í Danmark í
dag.
Hann heldur tó einki er
at ivast í, tá vit hava tann
fyrimun, at Riisager er
komin longri við sínum
myllum, enn nakar annar
er tað. Hann var tann,
sum byrjaði, og hann
hevur tí ligið frammanfyri
hinar alla tíðina. Í dag eru
nakrir vindmylluframleið-
arar í Danmark, ið hava úr
at gera.
Ikki eitt oyra frá
til vindmyllur |Þýráðnum til orglið
í Vesturkirkjuni
Tey, sum ætla at út-
byggja orglið í Vestur-
kirkjuni, noyðast at
klára seg uttan stuðul
frá býráðnum. Við 7 — 3
atkveðum samtykti bý-
ráðið héskvøldid ikki at
seta pening av til út-
byggingina av orglinum.
Atkvett bleiv við navna-
kalli. Finnur Johansen,
Niels Debes og Ingi
Mohr vildu lata pening
til orglið. Essa Arge at-
kveddi ikki og heldur
ikki Petur í Gong. sum
segði seg vera inhabilan,
ti hann ikki
fólkakirkjuna
Leivur
hoyrir til
Johannesen
var ikki á fundinum
beint tá, og hinir sjey
atkveddu fyri tilráðing
ini frá figgjarnevndini
um ikki at lata pening.
Orðaskifti stóðst um
málið. Summir vóru
heldur hvassorðaðir. Ser-
liga býráðsformaðurin.
Hann segði, at her er
talan um at troðka nakr-
ar orgulpípur inn í kirkj-
una og kirkjufólkið út úr
henni. Eins og aðrir, sum
mæltu frá at játta
pening, vísti hann á, at
tað er ikki kirkjan sjálv,
sum hevur biðið um hesa
útbygging av orglinum,
men tey, sum skula
spæla uppá tað. Petur F
Christiansen hevði somu
áskoðan. Hann segði, at
talan er um eina »kliku«,
sum vil trýsta kommun-
una til at keypa all tey
instrument, »klikan«
hevur bruk fyri. Sofus
Sivertsen visti eisini á,
at tað ikki er meinig-
heitsráðið, sum hevur
biðið um útbyggingina
av orglinum. Hann
tosaði um kríggið í
musikkheiminum í Hav-
nini og bað um, at tað
verður hildið uttanfyri
Vesturkirkjuna. — Yvir-
hevur høvdu býráðs-
limirnir, sum atkvøddu
fyri ikki at játta pening
til orglið, ta fatan, at
endamálið við útbygg-
ingini er at gera Vestur-
kirkjuna til eina konsert-
hell.
Formaðurin
málanevndini,
mælir til at seta av
300.000 kr. til orglið,
Finnur Johansen, segði,
at um ikki orglið verður
útbygt, so má ein kon-
sertsalur = við einum
orgli gerast í býnum.
menta-
sum
Mjólkaframleiðarar fáa 20 oyru meira:
Ávaringarnar frá
bóndunum hoyrdar
— ein bati — men enn restar nógv í
Mjólkaframleiðarar í Fer-
oyum fara frá 1. januar 1981
at fáa 20 oyru meira fyri litur-
in av mjólk. Tað er prís-
nevndin til ásetan av mjólka-
prísi, sum kunnger hetta í
bleðunum.
Avrokningarprísurin frá
mjólkaselu til framleiðara
verður nú 3,04 kr. pr. kg
Prísurin er í letuni 2,84 kr. Tá
er almenni studningurin ikki
tikin við.
Í kunngerðini verður upp-
lýst, at útseluprísur frá
mjólkaselu í leysaselu er 3,84
kr. pr. kg. Hetta merkir, at
skal ein mijólkaframleiðari
hava studning til prísin á
mjólk, sum hann selur privat-
um, so skai útseluprísurin
verða niðanfyri 3,84 kr. Fyri
at fáa fullan studning, sum er
umleið 25 oyru, má mjólkin
seljast fyri ikki meira enn
3,23.
Nú mjólkaframleiðarin fær
meira fyri sína mjólk merkir
tað so aftur, at mjólkin í
handlunum fer at dýrka.
Tv.s. at her hevur ikki verið
gingið ynskinum frá fleiri
mjólkaframleiðarum á meti
um heldur at geva studning
enn at hækka prísin á mjólk.
Tað verður sostatt dýrari hjá
brúkaranum at keypa mjólk í
handlunum.
Frá bóndum frætta vit, at
hesi 20 oyruni talan er um, er
ein bati — men hetta er als
ikki nokk til at dekka tær
hækkandi útreiðslurnar. Skal
mjólkaframleiðarin klára at
innheinta tað forsemda og
dýrtíðina, so má hann fáa í
minsta lagi eina krónu meira
fyri mjólkina.
A—AAA
Framhald frá síðu 1
vinnumeguleikar = skulu
stuðlast.
Vil seta partapening
í virkir
— Nú hevur sambands-
flokkurin ofta tala at, tá
tað almenna hevur sett
partapening í vinnulívs-
virkir. Vil samgonga við
sambandsflokkinum seta
partapening í virkir ?
— Ja, upp til 20 pst. í
partapeningi, tá tað er
neyðugt. Tað er ein av
mátunum.
— Verður kelduskattur
framdur ?
— Ja, hann er við.
— Sambandsflokkurin
var hart í móti landsbank-
anum. Verður hann stovn-
adur?
— Lógin um landsbank-
an er samtykt, so har
stendur einki. Arbeiðast
skal bert víðari við ting-
samtyktini.
— Hvussu endaði
semjan um undirgrund-
ina?
— Um hana stendur, at
samráðingar skulu førast
við stjórnina um at undir
grundin verður feroyskt
sermál og at útvinnan og
rannsakan má ikki fara
fram uttan loyvi frá
heimastýrinum.
— Verður sjónvarpið al-
ment ella skal tað rekast
privat?
— Um tað stendur, at
málið skal takast upp av
nýggjum. Tað, sum liggur
í tí, er, at ein skipan ska!
fáast í lag. Tað stendur
ikki beinleiðis í skjalinum,
men í øllum førum skal tað
almenna skipa fyri tekn-
isku útbyggingini og at
tað kemur ein lóggáva um
sjónvarpið, sigur Jógvan
Sundstein.
RY