Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-12-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 1980síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 z. Ahugin fyri tónleiki má longu skapast í barnagarðinum: Lærið longu bornini at lesa nótarnar — Hetta er íkki fyrstu ferð tygum vitja í Feroy- um, Finn Viderø? — Eg var i Føroyum i umleið ein mánaða i fjør og undirvísti. Annars var eg í Føroyum í 1961 sam- an við donsku sangarinn- uni Ellen Højsted. Hon bað meg koma við sær henda vegin at geva kon- sertir. Og eg so gjerdi. Vit hevdu konsertir bæði í Havn og í Vestmanna tá. — Tygum hava steðgað í Feroyum í heilar tríggjar mánaðir hesaferð. Hvussu ber tað til? — Tað var Ólavur Hátún, sum tók stig til hesar Feroyatúrar. Í fjer var eg biðin um at undir- vísa í ein mánað. Tá vitj- anin var av tosaðu vit um meguleikan, at eg skuldi koma aftur í ár. Tá segði eg bart út, at skuldi eg koma aftur at undirvisa, so skuldi vitjanin vara í í minsta lagi tríggjar mán- aðir. Hevur tú ikki góða tíð, fær tú ikki givið tínum næmingum teir meira grundleggjandi kunnskap- irnar. „Udmærket greb om spillet. — Tit høvdu konsert her- fyri — hvussu varð úr- stitið ? — Eg má siga, at eg var stak væl nøgdur. Næm- garnir hava veruliga fingiå »et udmærket greb m spillet.«. — Hvussu négvir næm- ingar vóru hesaferð ? Tað munnu hava verið umleið 18. Harav óru 10 klaverspælarar og orgulspælarar — Hava næmingarnir spælt nógv fyrr? — Tað hava teir heist, men teir hava ongantíð arbeitt nog grundleggjandi við sjálv- um teknikkinum. Tað var eisini hetta, sum eg legði til merkis, tå eg vitjaði í Føroyum i fjør Tå var størstur dentur lagdur á at læra næming- arnar »en god fingersæt- ning« og læra teir at spæla teir rettu nótarnar. Tað vóru ting, sum ein kanska hevði roknað við vóru í legi — men so var ikki. Byrja longu í barna- garðinum — Hvussu halda tygum, at vit í Føroyum kunnu skapa tær bestu fyritreyt- ir fyri einum framtíðar orgul- og kiaverspæli ? — Tað besta er, at vit byrja so tíðliga sum gjørligt at læra um tón- leik. Eg havi sagt tað oftani, at best hevði verið, um vit kundu byrja at læra næmingar longu í barnagarðinum at lesa nótar eins og vit í dag lesa bókstavir, soleiðis at teir við tað sama eru ferir fyri at kenna tann tónleik teir síggja. Í byrjanini kunnu tað vera heilt einfaldir barna- sangir, og seinni meira tor- ferur tónleikur. Vit kunnu líkasum byrja við grund- leggjandi klaverstykkj- um, sum eru gjerd til evn- ini hjá bernunum — so kunnu vit seinni arbeiða fram ímóti at spæla meiri kompliserað stykki. Men lat meg undirstrika: vit mugu byrja tíðliga, og júst hetta er tíverri ein av manglunum við tónleika- undirvísingini í dag. Tey, sum í dag byrja at spæla tá tey eru komin nakað upp í árini, hava annað arbeiði umframt, so tað er trupult at fara undir eina grundleggjandi undirvísing tá. Ómetaliga stóran týdning — Í Danmark byrjar tón- leikaundirvísingin longu tíðliga, og tit hava annars nógvar meguleikar at fáa undirvísing seinni eisini. Hvussu stóran týdning leggja tygum í, at bernini longu í barnagarðinum fáa meguleika at brúka og menna síni musisku evni ? — Eg leggi ómetaliga stóran tydning júst hetta. Tað vísir seg eisini, at aftaná at vit hava fing- ið fasta undirvísing í tón- leiki í skúlunum og seinni á hægri lærustovnum. so eru tað ógvuliga nógv ung > fólk, sum við størsta lætt- leika syngja í kórum. Hesi ungu kunnu átaka sær rættuliga stórar uppgávur ikki bert av eldri men eis- ini av nýggjari tónleiki. Eg haldi orsekina til hetta vera eina og áleina, at tey eru von við at hava við tónleik at gera. Tey kunnu lættliga lesa nót- arnar og seta seg inn í ymisk viðurskifti, at tað er lætt hjá teimum at átaka sær sjálvt torferar uppgávur. Tá eg var ungur lærdu vit nakrar ávísar sangir og sungu teir. Sostatt høvdu næmingarnir tá ongan meguleika sjálvir at meta um og seta seg inn í tón- leikin. Tað er so avgjørt neyð- ugt við eini regluligari tónleikaundirvísing, so- leiðis at næmingarnir sjálvir kunnu arbeiða við tónleikinum. Við og uttan evni — Men Finn Viderø, hava vit øll evni fyri tónleiki? — Tað er altíð torfert frammanundan at siga, hvussu nógvir næmingar hava evni fyri tónleiki. Byrja vit í barnagarðin- um, síggja vit oftani næm- ingar, sum egna seg at arbeiða við tónleiki, og tað eru teir, sum ikki gera tað. Men vit kunnu rekka langt eisini við teimum næmingum, sum ikki hava hegni. Tá skal tann reglu- liga undirvísingin verða soleiðis legd til rættis, at vit uppdraga næmingarn- ar á tónleikagkinum. — Hvussu stóran týdn- ing hevur tað tá at duga at lesa nótar fyri at koma víðari ? — Tað er sera týdninga- mikið. Vit taka megu- leikan frá fólki at skilja og at seta seg inn í tónleik. um tey ikki læra at lesa nótarnar. Vit kunnu sam- anbera hetta við, at lesur tú okkurt fremmanda mål, sum hevur eitt ávíst alfa bet, so mást tú byrja við at læra at lesa bókstav- irnar. Blokkfloyta og kór — Er tað nakað ávíst tón- leikainstrument, sum er serliga væl egnað til at skapa áhuga millum yngri fólk fyri tónleiki? — Menn hava leingi hildið, at blokkfloytan er eitt vælegnað instrument til at skapa áhuga og fáa ung fólk á glið. Eisini hevur tí verið nógv undir- vísing í blokkfloytuspæli. Eg kann eisini nevna, at roynt hevur å sama hått verið at brúka tað strúki- instrumentið, sum eitur „fidel<. Hetta er ein primi- tiv violin, sum er lutvís lett at spæla uppá. Um hetta hevur havt týdning fyri hin einstaka seinni í lívinum, eru eg nakað í iva um. Eg haldi ikki at vit eiga at leggja ov stóran dent á, at júst hesi instru- mentini stimbra áhugan fyri tónleikinum. Heldur trúgvi eg, at skúlakór og tað at næmingar sleppa at arbeiða við rytmuinstru- mentum hevur sterri týdning. Tað grundleggj- andi elementið í tónleik- inum er fyri so vítt rytman. Tamarhald á rytmuni — Hvat er so tað at vera musikalskur ? — Tað er at hava rytmu- sans. Alt annað kann lær- ast: at hoyra tónar, at skilja millum tónar, at hoyra hvussu teir ljóða saman í akkordum. Men rytmusansurin er ógvu- liga torferur at læra onnur, um ein ikki hevur náttúrligar gávur til tað. Hetta við rytmusans- inum hevur stóran týdn- ing innan klaver- og orgul- spæl. Orgulspælið t.d. krevur eina neyva rytmu — at kenna og finna rytm- una og at kunna hava tamarhald á rytmuni, tí orglið hevur ikki aðrar »Uttryksformar«. Hevur tú ikki tamarhald á tíni rytmu og kann gera hana liðiliga, so kanst tú ikki spæla uppá orgul. SOSIALURIN Uppalið sansin fyri kvaliteti >Tað heuði verið ein ómetaliga stórur fyrimunur, um føroyingar fingu eina gjøgnumførda tónleikaundirvísing. Tað er av stórum týdningi at vit upp- ala sansin fyri kvaliteti, so at ikki tann vánaligi tónleikurin fær møgu- leika at breiða seg í ov stóran mun — sum staðan tykist vera í Føroyum i dag í fleiri førum«. Finn Viderø Tórshavn í november 1980 Tónlistamaðurin Finn Videro: Spældi uppá klaver og lærdi seg nót- arnar bert seks ára gamal Millum tónleikaáhugað og kanska serliga millum | klaver- og orgulkennarar kring allan heimin er ; navnið FINN VIDERØ væl kent. Í sínum 74 ára . langa lívi hevur hann givið meira enn 1000 kon- sertir. Nakrar av hesum konsertum hava feroyingar verið so hepnir at hoyra. Finn Viderø hevur í heyst í ár verið í Feroyum í tríggjar mánaðir. Her hevur hann undurvíst 18 klaver- og orgulnæm- ingum. Vit hittu Finn Viderø, áðrenn hann fór aftur til Danmarkar. Úrslitið av hesum práti eru samreð- urnar á hesum blaðsíðunum. Finn Viderø er borin í heim í 1906 í bygdini Fuglebjerg á Sjællandi. Hann er annars ættaður úr Feroyum. Pápabeiggin var Ludvig Poulsen úr Havn. Tað var hann, sum stovnaði handilin, sum í dag gongur undir heitinum Pf. Maria Poulsen á Co. Faðir Finn Viderø's keypti sjálvur nýggja eftirnavnið seinni. Finn Viderø fór longu sum 6 ára gamal at spæla uppá klaver og hann lærdi seg notarnar sjálvur. Eftir barnaskúlan fór hann á Sorø Akademi og har tók hann studentsprógv. Síðani fór hann á universitetið í Keypmannahavn. Um somu tíð lærdi hann orgulspæl hjá Mogens Wøldike, organisti, og i 1926 fekk hann prógv sum organistur. Hann fekk starv á Týsk-Fronsku Reformeraðu Kirkjuni. Síðani gjørdi hann seg lidnan á universitetinum og gjørdist magistari í tónlist. Í dag undirvisir Finn Viderø á konservatorien- um í Keypmannahavn. Hann hevur annars eisini fingist við at skriva tónleik, serliga cantatir, songleg og orgultónleik. Eftir áheitan frá Johan Nielsen, fyrrverandi fólkatingsmanni hevur Finn Viderø eisini arbeitt nakað vid føroyskum sålmaløgum, mest teimum, sum Waagstein hevur útgivið. Klárt til útgávu er eitt uppískoyti til tað lagasavnið, sum verður brúkt í kirkjunum nevniliga "Den danske Koral- bog«. Hetta verður staðið undir eini feroyskari koralbók, tá ið vit einaferð fáa eina nýggja útgávu av føroysku sálmabókini.