leygardagur 10. januar 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Hvat siga
Sambandsfólk?
TÁ TINGIÐ KOM saman mánadagin varð
boðað frá tveimum valbólkum. Annar var
millum samgonguflokkarnar. Hin var millum
tjóðveldisflokkin og framburðs- og fiski-
vinnuflokkin.
SOSTATT ERU NÚ tríggir bólkar á tingi:
samgonguflokkarnir við 17 tinglimum. Val-
bólkurin millum tjóðveldisflokkin og fram-
burðs- og fiskivinnuflokkin við átta ting-
limum og so javnaðarflokkurin við sjey ting-
limum.
EFTIR HESUM BÝTI fekk samgongan bæði
legtingsformannin og næstformannin og
somuleiðis bæði 1. og 2. skrivara. Samgong-
an skuldi eisini valt bæði umboðini í norður-
landaráðið. Men her hendi tað, at tingfor-
maðurin boðaði frá, at samgongan vildi lata
annað umboðið frå sær til tann størra bólkin í
andstøduni.
JAVNADARFLOKKURIN visti á, at hetta var
brot á reglurnar í tingskipanini um lutbundið
val og kravdi atkvødugreidslu. Eftir kravi frá
javnaðarflokkinum varð atkvett við navna-
kalli. 21 tinglimir atkveddu fyri at víkja frá
regluni í tingskipanini um lutbundið val og
valdu harvið tjóðveldismannin Erlend Patur-
son í norðurlandaráðið.
TEIR, SUM ATKVØDDU fyri, vóru: ein sjálv-
stýrismaður, allur fólkaflokkurin og sjálvandi
allur tjóðveldisflokkurin, men so sanniliga
eisini allur sambandsflokkurin við nývalda
legmanninum á odda og honum á baki Eilif
Samuelsen, Agnar Nielsen, Ivan
Johannesen o.s.fr. Hervið megnadi sam-
bandsflokkurin at bjarga tjóðveldismann-
inum Erlendi Paturssyni sæti í norðurlanda-
ráðnum.
TJÓÐVELDISFORMAÐURIN hevur áður
havt sæti í Norðurlandaráðnum. Hann hevur
eisini umbóðað Føroyar í danska fólkatingin-
um. Í báðum stødum hevur hann miðvíst
arbeitt ímóti føroyska fólkaviljanum. Hann
hevur tosað fyri og sett uppskot fram um, at
norðurlond skuldu hjálpa Feroyum at fáa
loysing, og hetta hóast tað, at bert umleið
ein fimtingur av føroysku veljarunum at-
kveða fyri loysingarflokkinum hjá E. P.
HESA RØDDINA HAVA sambandsmenn nú
valt í Norðurlandaráðið. Hvat siga sambands-
fólk kring landið? Hvat siga teir veljarnir,
sum sambandsflokkurin tók frá javnaðar-
flokkinum tí javnaðarflokkurin arbeiddi
saman við tjóðveldisflokkinum ?
SOSIALURIN
Mjolkaprisir til framleidara
er afturursigldur
Samanborid vid pristalid, er hann i dag 75 prosent av ti
hann var i 1975
Tá tosað verður um
mjólkaprís endar altíð við,
at prísurin á innfluttari
mjólk má vera avgerandi
fyri hvat vit, mjólkafram-
leiðarar, fáa fyri liturin.
Tað vil siga, at foroyska
framleiðslan má kappast
við innfluttu mjólkina. Og
sum kunnugt er henda
mjólk niðurgreidd avlops-
mjólk frá EEC, og eyðsæð
er at lítið nyttar okkum
fáu føroysku framleiðar-
um at kappast ímóti EEC.
Tað sæst eisini, at alt fleiri
mjólkaframleiðarar geva
upp. Hetta hendir so við
og við, fyrst teir smærru,
og síðani kemur túrurin til
teir sterru. Hesari gongd
siga almenna hagtelini
frá.
Ófatuliga at teir, sum
hesum landi stýra, ikki
gera nakað soleiðis, at
niðurgongdin verður fram-
gongd. Men higartil
kunnu teir helst við góðari
samvitsku siga, at felog
búnaðarmanna ikki hava
kravt nakra broyting.
Nú má vend koma í !
Við at bera prístalið
saman við mjólkaprísin til
framleiðara síggja vit, at í
1975 var prístalið 100 og
mjólkin uppá 2,50 kr. fyri
liturin. Umroknað vit prís-
talsbroytingina í 1980, fáa
vit prístalið at vera
næstan 170 nú, og mjólkin
er júst komin uppum 3 kr.
fyri liturin.
Meðan prístalið
hækkaði 70 stig hækkaði
mjólkin 20 stig. Sostatt
eru vit bert tey seinastu
fimm árini aftursigldir við
1,25 kr. uppá liturin.
Hetta er so stórur missur,
at tað í ávísum ferum er
eins nógv og tað ið fer til
rentur og avdrátt av fjósi,
bei og amboðum.
Ein kúgv gevur sostatt
5000 kr. minni av sær
uppá árið nú, enn hon
gjerdi um mjólkaprísurin
hevði fylt prístalinum síð-
ani 1975.
Tá vit vita, at traktorar,
amboð, handilsteð, byggi-
tilfar, el og olja er hækka
meiri enn prístalið, má tað
vera eitt ófrávíkiligt krav
frá ellum mjólkaframleið-
arum, at prísurin verður
settur munandi upp bein-
anvegin. Uppá 4—4,50 kr.
Síðani mugu vit fáa fast-
lagt eina rímuligari prís-
áseting, soleiðis at vinnan
ber seg, fylgir við og
mennist, og við einum
avlopi, sum tryggjar eina
løn fyri stríði uppá 40—50
kr. um tíman, ikki sum nú
har lenin liggur um hægst
20 kr. og niður undir 0 kr.
um tíman.
Vit kunnu ikki longur
góðtaka, at mjólkaprísur-
in bert hækkar eitt vet tá
innflutta mjólkin dýrkar,
við tí úrsliti, at lenin til
framleiðara lutfallsliga
minkar ár eftir ári.
Heldur hetta lagi áfram,
at vit hvert ár lutfallsliga
minka og minka í innteku,
verður galin endi, og tá er
skjótt, at ikki bara tey
nýggju brúkini noyðast at
gevast, men eisini tey sum
enn klára seg.
Hver skal gjalda?
Hetta er mest ein spurn-
ingur ímillum brúkara og
samfelag (politikkara).
Nevnast kann, at í Noregi
er prísurin til brúkara ein
triðing lægri enn tann til
framleiðara.
Eg vil tó skjóta upp, at
vit í fyrsta lagi fáa vinn-
ingin hjá handli yvir á
framleiðsluprísin. Munnu
handlarnir ikki vilja taka
eitt tak fyri at stuðla fer-
oyska framleiðslu, nú tað
stendur á gomlum
næglum? Og samstundis
óbeinleiðis økja um keypi-
orku kundans.
Um hesin vilji ikki er til
staðar mugu treytir kunna
setast á handilsloyvini.
Hetta er ikki órímiligt
tá vit vita at handlarnir
vinna eins nógv uppá
liturin sum framleiðarin,
tá útreiðslurnar eru av.
Feroyska landbrúki
hevur árliga ein nettovinn-
ing (len) uppá einar 3 milj.
kr. fyri mjólk selda um
handil, og handlarnir hava
so aftur eina innteku uppá
einar 3 milj. av mjólkini.
Vit mjólkaframleiðarar
mugu krevja, at feleg okk-
ara fara til verka beinan-
vegin at gera
politikkarum greitt at
tolið er uppi.
Vit ell mugu krevja at
politikkarin gevur hesum
spurningum gætur og fær
broyting í. Niðurgongd til
framgongd má vera málið
í fyrstu atløgu.
Brúkarin má krevja, at
vit gerast sjálvbjargin við
neyðsynjarverum.
Tá tín politikkara at
síggja, at atkveður eru
uppá spæl.
Hanus Vang
Politiskt virksemi millum útisetar
— ein klovningur enn
Politiska felagsvirksemið
millum feroyingar í Keyp-
mannahavn hevur
seinastu árini verið eyð-
kent av, at tað yvirhevur
ikki hevur nakað við fer-
oyska tingflokkamynstrið
at gera. Einans sosialist-
iskir felagsskapir hava
verið virknir, annars hava
fólk sum meguliga eiga
heimabeiti í eðrum poli-
tiskum áskoðanum, ligið
heilt apatisk og hava als
ikki blandað seg í felags-
ligt, organisatoriskt ar-
beiði í føroysku feløgun-
um.
Men innanfyri sosialist-
iska bólkin hevur eitt
mynstur eisini teknað seg
seinastu árini. Felagið
»Oyggjaframi« broytti
navn til >Feroyskir sosial-
istar«, tá deildin av
»Oyggjaframa« í Feroy-
um, varð »neydtikin« av
soncvndum »mao-sinnad-
um« og fór sína egnu kós,
og sleit sambandið við
rersluna í Keypmanna-
havn. Nú virkar »Oyggja-
frami-Marxist-Leninistar«
(OFML) i Feroyum við
einum fåmentum skara.
Tey hava eina eydkenda
tjóðskapar-kós, sum poli-
tiskt merkir hatur til alt
sum kemur úr Danmark,
mentanarliga eina aftur-
vendan til primitivar tjóð-
skaparsangir og national-
romantiskt kensluborið
sveiggj.
Harafturímóti fór keyp-
mannahavnardeildin av
»framamonnum«, »Før-
oyskir Sosialistar« møgu-
liga í hina veitina við at
yvirtaka eina Sovjet-
stýrda uppfatan av »prole-
tariskari international-
ismu«. Hetta er eitt sindur
óheppið, tí fyri tað fyrsta
eru fáir >proletarar< (ogn-
arleysir) í Vestureuropa.
Teir finnast ikki millum
arbeiðarafjeldina, sum
eigur bil, íbúð og allar
hentleikar, nei, »ognar-
leys« finnast einans innan-
fyri bélkarnar »socialir
taparar« ella studentar,
sum onki eiga. Og »inter-
nationala samkenslan«
hjå Sovjettsamveldinum
og ødrum londum, sum
nevna seg hin »verulig-
gjørda sosialisman« er so
sum so — er hon styrd av
strategiskari maktgirnd
ella av menniskjansligum
hjålparhugi?
Men FS før so i tvining-
ar i 1976 — um hetta var
av persónligum ella polit-
iskum orsøkum, er eitt
ivamål. Helst var talan
um bæði. Nøkur av teirri
helvtini, sum rymdi,
stovnadu felagsskapin
»Kommunistiskir Utiset-
ar«, sum i byrjanini var
ætlað at verða ein meiri
»opin« felagsskapur fyri
ymiskar bólkar og áskoð-
anir á vinstraveinginum.
Men »duldar kreftir«
hava virkað har, helst
stýrdar av OFML úr Før-
oyum, til tess at fáa
Komm.-U. at gerast eitt
halahang hjá OFML.
Hetta er nú — eftir øllum
at døma — eydnast. Meiri-
luti í Komm.-U. hevur
fingið seg til at viðtaka
eina undirlegging undir
OFML. Hesum vildi ein
tann virknasti hópurin av
Komm.-U. ikki leggja seg
undir.
Hesin hópur hevur
meldað seg úr Komm.-Ú.,
so nú og í framtíðini gerst
Komm.-Ú. bert ein blind-
gern hjá skóta-felagsskap-
inum loynda OFML í Fer-
oyum.
Hesin felagsskapur er á
mangan hátt merkisverd-
ur at studera. Hann er
super-nationalistiskur, hat-
ar intellektuell so mikið at
fólk haðani biðja vinir og
kenningar lata vera at
sekja sær hægri útbúgv-
ing, og heldur gerast
»ekta« arbeiðarir (arbeið-
ar-isma<, hetta ferir við
sær eina primitiva ment-
anaruppfatan og virki, og
eini útihýsing av skúlað-
um, vinstrasinnaðum fólki
við hægri útbúgving. (At
snobba niðureftir — krev-
ur ikki nógvar kreftir).
Eisini dyrka teir tiltøk,
sum minna um primitiv
ritual og toteismu millum
innfedd félkasløg og
satan-kultar, til demis tá
tey fara í „leir“ og geva
hverjum eðrum undarlig
nevn, so ongin skal vita,
hverji tey eru (hetta er lát-
urligt, tí oll vita tað sjálv-
andi, tá tað gerst spenn-
andi at uppdaga tad!). A
Framhald á síðu 14