Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 1981síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 SOSIALURIN Frilynta, borgarliga landstýrið skipað Hvat kunnu vit vænta okkum — hvør kemur at gjalda borgarliga gildið ? Í Útvarp Feroya í kveld hevði nýggi legmaðurin, Pauli Ellefsen, sína fyrstu almennu samreðu sum legmaður. Hann greiddi frá, hvat vit skulu vænta okkum komandi. Millum annað varð sagt samgonguskjalið sigur, at vallar avskrivingar skulu koma vinnuni til góðar=<. Hvat meinar løgmadur við tað? Legmaður svarar: gerið partafeleg ! Hvat liggur so aftanfyri í roynd og veru? Jú, við skilligari orðum: vegurin burtur úr skattgjalding hjá vinnulívsmonnum er at gera partafelog — eins og legmaður sjálvur beint nú hevur gjert ??? Mundi løginadur okkara vilja nýta fyrsta hevið ið beyst honum til at lokka fyri tí fíggjarliga mest bjargaða partinum av Fer- I va fólki, hvussu hesi sleppa undan at gjalda skatt? Vónandi ikki, men hettar sigur so álíkavæl nakað um, hvat onnur kunna vænta okkum av borgarliga ballinum. Er partafelagið so bjarg- ingin — lógliga skatta- skýlið hjá vinnulívs- fólkum ? Ja — tað skilst so - tíverri. So leingi ver- andi lóg og praktiseringin av henni er galdangi, so er tað helst rætt, at ávísir borgarligir politikarar vita hetta og ynskja tað so, tað er tíverri helst ein veru- leiki. Fyri tað fyrsta, so kannst tú sama árið, sum tú ger partafelag, lata roknskaparárið vara long- ur enn 12 mánaðar, so slepst undan skylduni at lata inn sjalvuppgávu fyri partafelagið tað fyrsta árið. Sostatt fær tú eitt árs eyka kreditt við skatt gjalding. Ikki bert fyrsta árið, tá tú als ongan skatt rindar, men eisini fyri tey fylgjandi árini. Líkningar- myndugleikarnir skulu síðan skatta tvey ára gamlar rokniskapir parta- felagsins framyvir, og tá er — so langt aftaná — tor- ført at gera annað enn góð- taka alt, tí ringt verður at samanbera hetta tilfarið við veruliga virkið tvey ár frammanundan ella longur. Fyri tað næsta kannst tú, um tú eigur partafelag ella meirilutan av parta- brevunum, sjálvur avgera, um tú skattliga fær len fyri arbeiðið títt og hvussu nógva len tú fært Leiðara- og stjóralenir vrða nú settar sera lágt ella til 0 krónir, tí nú skulu tær bert uppgevast til at gjalda skatt eftir, persón- ligan skatt — øll uppspar- í skotinu ing og privatnýtsla v.m. er nú bert ein sek millum tey og partafelag títt, kemur ikki skattamyndugleik- unum við. Fyri tað triðja kanst tú, um tú hevur privatfyri- teku, áðrenn tú stóvnar partafelag, selja hesa fyritøku til títt egna partafelag, soleiðis at partafelagið yvirtekur rakstrargegn tíni fyri dagsprís, sum oftast er væl hægri enn tann prís- urin, sum tú keypti hesi gegn fyri, og hendan mun í prísinum, vinningin um tú vilt, fær tú persónliga skattafrian — hetta nevn- ist við fínum máli >skatta- fríur innflatiónsgevins- tur«. Gjørdar avskrivingar å hesi rakst- argøgn skulu afturførast inntøkuliga, men nú slepp- ur tú einaferð enn at avskriva rakstrargegn og hesaferð av teirri upp- hædd, sum tú sjálvur seldi tey fyri til títt egna parta- felag, og harvið kannst tú so einaferð enn regulera yvirskotið (skattliga yvir- skotið) í virki tínum — hesa ferð bert grunda á nakrar umflytingar á pappirinum — eingin kontant ílega, eingin fakt- iskur handil — keine Hexerei, nur Behándigkeit. Fyri tað fjórða er tað góður skattafyrimunur at lata partafelagið standa fyri bilinum hjá tær — eisini privata luxusbil- inum, tí so kemur skatta- valdið at eta nakað væl at kostnaðinum fyri keyp og rakstur av somu bilum. Fyri tað fimta kannst tú, — um virkið títt gevur yvirskot, og tað gerð tað helst, tá tú arbeiðir har sjálvur hvenn dag — kanska saman við familj- uni — uttan len, — út- gjalda tær hetta yvirskot — mesta partin og gjalda 12 1/2% í skatti totalt — altso ert tú stjóri og hev- uðspartaeigari í einum virki, sum verður drivið undir partafelagsform- inum, kannst tú arbeiða har hvenn dag uttan skattliga at gjalda tær nakra len, so tí persónliga skattskylduga innteka verður 0 og skatturin sam- svarandi, men virkið kann gott hava stórt rakstrar- yvirskot, sum tú kannst útgjalda tær sjálvum stóran part av móti at gjalda 12 1/2% í samlað- um skatti (kommunu- og landsskatti). Hettar er ikki len — nei teir kalla tað vinningsbýti, og tað nýt- ist mann ikki at gjalda so Framhald á síðu 15 m | TIf. 14763 = R Certitication Trade Mark Pure new wool TROYGGJUR UR SHETLANDSULL Við rundum hálsi st.S-M—-L Litir: Off-white, kirsuberjareyðar bláar og grónar 128,- | í 8 $ FF F 3 £ 8