Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 1981síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Virkisleiðari á flakavirkinum í Skopun: „Hol í høvdid« at byggja eitt flakavirki á Sandi Ov lítið av råvøru og arbeiðsfólki til tvey flakavirkir í oynni — Tað er heilt »hol í høvd- ið< at byggja eitt flaka- virki aftrat í Sandoynni, tá vit vita, at tað verandi virki fær ikki nóg mikið av ráveru og tá vit eisini vita, at fleiri av flakavirkjunum nærhendis heldur ikki fáa ta neyðugu ráveruna. Hetta sigur virkisleiðar- in á flakavirkinum í Sko- pun, Harry Hentze, í eini viðmerking í samband við, hvussu árið 1980 hevur gingið hjá flakavirkinum í Skopun. Harry vísir á, at teir í 1980 hava fingið 2.700 tons. Hetta eru tó nekur hundrað tons ov lítið til eitt tílíkt virki. Nú m.a. virkini í Vági og teir á Tveroyri eru við at byggja út til at taka ímóti sterri negdum av fiski, so heldur Harry Hentze tað ikki vera rætt, at eitt van- ligt flakavirki verður bygt aftrat í Sandoynni. Hann vísir í hesum sam- bandi eisini á, at arbeiðs- fólkini á flakavirkinum í Skopun koma úr øllum bygdum í oynni. Verða tvey virki, verður helst ringt at manna tey. Annað enn flaka- virki — Skulu sandingar hava eitt fiskavirki, so var tað meira ráðiligt, at tað var eitt virki sum virkaði fisk- in meira enn flakavirkini gera og kanska tók ímóti ávísum fiskasløgum sum t.d. flatfiski, ið einki virkið sær arbeiðir burturav. — Vit síggja, at fiski- vinnumynstrið broytist í heilum, tí meti eg tað vera skeivt í dag at byggja eitt virki á Sandi, sum skal skera tosk og hýsu til flak, Harry Hentze leggur aftrat. Um úrslitið í 1980 hjá flakavirkinum í Skopun sigur hann, at tað roynd- ist nakað frægari enn í 1979. Teir fingu 200 tons fleiri. Hetta kemst av at ein nýggjur bátur, Hvann- hólmur, hevur avreitt til virkið. Kortini eru tey vánaligu atleguviðurskift- ini í Skopun enn ein klepp- ur fyri virkið. Hvannhólm- ur hevur í ringum veðri nevniliga verið noyddur at landa fiskin aðrastaðni. ! Hondbóltur um vikuskifti Térshavn 10/1. 12,00 Søljan — VIF, smågentur 12,35 Søljan — Vipan, gentur 13,20 SIF — VIF, II menn 14,30 Søljan — VIF, I kvinnur 15,30 VÍK — Kyndil, I menn 16,40 Neistin — VÍF, mansunglingar 17,35 VIF — Kyndil b, smådreingir 18,10 Kyndil a — VIF, piltar 18,45 VÍF — Neistin b, pinkugentur 19,20 Neistin — KIF, II kvinnur 20,20 Neistin a — Neistin b, dreingir 11/1 12,15 H71 — Neistin a, piltar 12,50 Kyndil a — Neistin b, smådreingir 13,25 Kyndil — EB, dreingir 14,10 Kyndil — EB, II kvinnur 15,10 Kyndil — EB, II menn 16,20 Neistin — VIF II menn 17,30 Kyndil — Neistin, I kvinnur 18,30 Neistin b — Kyndil, gentur 19,15 Kyndil b — Neistin c, smågentur Formans- val i næstum Formansvalid i Føroya Kommunufelag stend- ur fyri durum. Uppskot til nyggjan formann skulu vera inni um hålv- an januar. Við seinasta val varð Vilhelm Johannesen valdur til formann, men tá hann varð settur sum landsstýrismaður, tók næsti maður, Hans Jørgensen, við. Treytin fyri upp- stilling eru 10 stillarar úr tímum kommunum. Allir bý- og bygdaráðs- limir hava atkvødurætt. Formaðurin er á valið annaðhvort år. Hoyrt undir resepti- ónini eftir valið av legmanni. ; Pauli E.: Tú mær plagdi Arni, fortel hvussu Atli at samráðast ! NANSASSANASSSAYASG ANNNNAYISRSTNNNUNNUTSSÓNÝNANNNNANANANANRA NANNA NYSE NNNAN NR SAN NANNA Ikki eiti á nevnd sum nú skal til Íslands. Blaðstjórin á Dimmu er vanur at siga, at tí- líkar samráðingar kunnu avgreiðast við einum frímerki ella telefonsamreðu.á Onkur helt fyri, at um Kina skuldi sent eina — í mun til fólka- talið — eins stóra sam- rådingarnevnd til Islands, skuldu ikki færri enn 700.000 fólk farið. NANNNSSNANSNNANANNNARSRAAÁNANRNAANANSARNANSNANSANSNSSANA Tað frættist, at Vóna- virkið er farið undir at gera serligt trol til Teistan og Smyril, sum nú fara at partrola. * Eg haldi við Zakariasi. Hann er best egnaður at standa uttanfyri. NÁNA Í FANSANRÍSNNAN UN SS A ni ere SARA NSA INNA