mikudagur 14. januar 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Ein hóttan
MEÐAN FLESTU av núverandi sam-
gongumonnum higartil hava gingið
heldur varisliga um hurðarnar, er
stavnamaður fólkafloksins farin at
tulka stevnu nýggja landsstýrisins,
og hevur longu, helst ikki uttan or-
sek, gjørt seg til stavnamann tess.
SUM ØLLUM kunnugt var ósemja
innan fólkaflokkin hverjir ið persón-
arnir skuldu vera, sum skuldu manna
landsstýrið. Hetta var kortini bert ein
lítil partur av veruligu ósemjuni. Tað,
sum veruliga fór fram, var ein styrki-
roynd millum tann sokallada hóvlig-
ara bólkin í hesum flokki og primitivu
høgraextremistarnar, við blaðstjóra
Dagblaðsins á odda.
HESIR SEINASTU vunnu. Hetta kem-
lur alt týðuligari fram fyri hvort Dag-
blað sum kemur út. Hvert blað á
tremur við allari hugsandi ella óhugs-
andi óhumsku vent móti teimum,
sum ikki fylgja hesum ávísa persóni
politiskt.
HVOR POLITISKI boðskapurin hjá
blaðstjóra Dagblaðsins og fylgisneyt-
um hansara er, vita flestu fólk: Hatur,
forfylgjan, misteinkiliggeran, makt-
girnd og øvund, og mong hava kent
sviðan av hesum. Vit hava so mang-
an her í blaðnum ávara móti hesum
óhugnaliga ráki, sum er ein beinleiðis
hóttan á vunnin og sjålvsøgd demo-
kratisk rættindi, men eru hesar ávar-
ingar okkara í mongum fórum vístar
aftur av teim »hévligu« sum „Hetta
er bara Oli«. Hetta er ikki Fólkaflokk-
urin.
TAÐ MAN NÚ vera gingið upp sjalvt
fyri fólkafloksmonnum, at henda frá-
greiðing ikki kann góðtakast longur,
og tað man somuleiðis standa teim-
um øllum greitt hvor veruliga ræður í
flokki teirra. Harafturat er hesin sami
persónur tungan á vágskálini í lands-
stýrissamgonguni og einki er at ivast
í at henda maktstøda verður nytt.
ÓHUGNALIGT OG hóttandi kennist
rákið frá nýggja landsstýrinum. Hev-
ur tað nakrantíð verið neyðugt at
vera á varðhaldi og verja tað sum
vunnið er, — so hevur tað ongantíð
verið so neyðugt sum júst nú.
Vísuliga snurraði
hann tøppin sín
Eitt samgonguskjal er
skrivað millum teir
tríggjar landsstýris-
flokkarnar. Tað sigur
veruliga ikki so lítið.
Hetta skjal er í 13
punktum, sum meira
runt siga, hvat tað er
fyri nakað, flokkarnir
skulu vera saman um.
Men so eru sjey reglur
aftrat, sum ikki siga so
lítið. Við yvirskriftini
fyrivarni.
Og hetta fyrivarnið
sigur í veruleikanum so
mikið, at tey 13 punktini
yvirhevur ikki hava
nakran sum helst týdn-
ing, um Sambandsflokk-
urin ikki heldur, at tey
eiga at fáa týdning. Ein
sjuntur — sum altíð
kann skrúvast upp ella
niður — nett sum
temperatururin er hjá tí
eina flokkinum — fyri
ikki at siga manninum.
Tað er neyvan rætt
longu nú at siga annað
um lagnu samgongunar;
bert er at vóna, at sam-
gonguni má eydnast at
føra ein politikk, sum
verður til frama fyri land
og fólk og at eydnan má
vera við teimum.
Men vit kunnu longu
nú síggja, at stóru orð
Sambandsfloksins sum
andsteðuflokkur eru
gjørd til skammar. Fyri
ikki at tala um Sjálv-
stýrisflokkin. Sum
fyrsta politiska stig
verður nú farið til
Íslands at samráðast við
ikki færri enn sjey
dýrum monnum. Vóru
somu flokkar í andstødu,
hevdu teir gartað í, tí
meira enn tríggir var tað
bera og blektað oyðsl og
ábyrgdarloysi. So royn-
ast menn !
Sum flestum stendur i
minni, varð løgtingsval
útskrivað við teirri hev-
uðsorsek, at Fólkaflokk-
urin ikki tolereraði, at
Smyril fór i vetrarsigl-
ing. Sigla var nakað sum
tað almenna yvirhevur
ikki mátti nerta við. Tað
er nakað, sum hoyrir
teimum »privatu« til.
Um teir rekja hetta til
lítar ella ikki, rakar
ongan. Tað »privata«
skal her ráða einsamalt.
Um feroyingar fáa lut í
teirri stóru millumlanda-
siglingini er nakað, sum
bara skal avgerast av tí
»privata«. Um tað av
teirri orsek fellur feroy-
ingum av hondum
leggur sektin á, bara tað
er á hondum hjá tí
»privata«.
Men vit siggja longu
nú, at heldur ikki hetta
»politiska krav« Fólka-
floksins var annað enn
berar lótir. Smyril siglur
Av og á verður havt á
lofti, at »føroyingurin« er
so og so, at hann hevur
eina ávísa »muru« ella
»lyndi«, sum oftast sjålv-
sagt ødrvisi og av heilt
eðrum kvaliteti enn Harr-
in hevur unnað eðrum
folkasløgum her á fold.
»Demokrati« ella >fólka-
rædi« eitur okkara
stýrisskipan siga fólk
flest. Hetta er heimsins
besta skipan. Tí fólk fáa
hevi at velja umboð, sum
avspegla fólksins vilja.
Politikararnir eru sostatt
sjálv spegilsmyndin av
áhugamálum, muru og
lyndi fólksins. Um tann
frasan er sonn, at »her býr
gott fólk í góðum landi«,
so má avleiðingin vera, at
vit hava góðar politikarar,
og eitt kristið hampafólk,
sum virðir næstrakærleika
og vinskap hægri enn pen
ingagirnd, hatur og út
spilling, jú — eitt slíkt
fólk má jú velja politikar-
ar sum umboða slíka muru
og slíkt lyndi
Vit hava fyri stuttum
við sama lag, sjálvsagt.
Men ein kann so
spyrja, hvat
Fólkaflokkurin so fekk
burturúr legtingsvalin-
um, hver var so avklár-
ingin, sum Jógvan Sund-
stein snakkaði so nógv
um?
Jú, rætt skal vera
rætt. Nakað fekk hann
burturúr »avklåringini«,
„sum leiðandi flokkur“
etc., etc.
Sum ein manifestasjón
av politikki sínum, sum
verji fyri ti »privata«,
sum maðurin tók til á
sinni; hann fekk við
brestin tann Vviljan
igjøgnum, at enn fleiri
av teimum liberalu í
Fólkaflokkinum fingu
sekkin og ístaðin komu
aðrir, sum meira bastant
eru soldátar Óla B's —
og tað sigur ikki so lítið.
Summa sumarum:
Smyril siglur — Óli fekk
samgonguna í sína hulu
hond. Logikkur — poli-
tikkur!!!
Tað er heilt áhugavert
í punkt 12 at lesa: Roynt
verður at skipa millum-
landasiglingina sum
partafelag við partapen-
inginum á privatum
hondum.
Heilt áhugavert !
Hetta er júst tað sama,
sum boðið var Fólka-
flokkinum í september
SOSIALURIN
við-
merkingar
av Atla Dam, men sum
teir tá ikki kundu taka
av og sum teir ongantíð
fyrr vildu taka av. Men
sjálvsagt, tað er torfert
at ganga við einum
heilum legmanni í búk-
inum og samstundis at
skula vera snurriteppur
hjá Paula Ellefsen.
Sannast må, har hevur
verið snurrað. Hurða-
brestirnir skuldu vera
títtir og hvellir undir
samráðingunum á gamla
Apotekinum, men so
snurraði Pauli nakrar
ferðir aftrat — og hey, so
var at enda í pottinum.
Fólkaflokkurin stend-
ur so aftur sum flokk-
urin, sum ikki tordi at
halda givin lyftir, sum
treytaleyst gav seg
undir veingjaskjól Sam-
bandsins. Friðlýstir enn
einaferð av Dimma-
lætting.
Og tann, sum ikki vil
trúgva hesum, eigur at
lesa samgonguskjalið,
t.v.s. tað er bert neyðugt
at læra seg fyrivarni
uttanat, Við tí er alt
sagt, tí tað er ein
sokallað »tryllepara-
graf«, sum nivelerar
allar hinar trettan.
Jú visuliga snurradi
Pauli tøppin sin.
J. Lindenskov
Hampaføroyingarnir og teirra
folkavaldu
valt politikarar aftur. Hes-
ir eiga at syrgja fyri at
m.a. blød teirra umboða
hugsanir teirra, ta góðu og
reinu muruna, sum Harrin
legði feroyinginum í
blóðið ella arvabiologisku
molekylini.
Føroyingarnir hava valt
borgarligan meiriluta.
Hvat er so tað? Tað er fyri
tað fyrsta trygd fyri pen-
ingavaldi fram um fólka-
vald, privat jagstran og
sjálvsalskni fram um soli-
daritet og samanhald, ein-
staklingaáhugamál fram
um sosial áhugamál. Hin
»vidføtt = sterki« skal
sleppa at traðka á tann
minni menta og píska
hann til at arbeiða fyri
seg. Hetta er logikkur og
heimspeki teirra >fræls-
lyntu«, »borgarligu« ella
hvat tað nú er fyri ka-
naljumedaljur sum tey
pynta seg við.
Ætlanin við hesum var
nú ikki nekur heimspeki-
lig ritgerð um muru, lyndi,
politikk og fananskap, so
lat okkum koma niður av
teim háu tindum, henda
grein byrjaði á.
Vit hava eitt blað, sum
eitur >Dagblaðið< hóast
tað ikki er nakað dagblað.
Eg brýggi meg vanliga
ikki um at lesa hetta blað,
men vit hava jú so lítið av
bókmentum, at um ein vil
vera mentaður, noyðist
ein bæði at lesa lort og
gullkorn, bæði persóns-
jagstranir á síðu 3 og
guðsorð á síðu 12.
Tað sum stendur í hes-
um blað má umboða ein
stóran part av feroyskari
muru og føroyskum lyndi,
við tað at blaðið umboðar
ein flokk sum stórur part-
ur av føroyingum velja at
umboða sítt lyndi og sína
muru. Mær kunnugt fleiri
frá kristnum samkomum
og eðrum hampafólkum í
samfelagnum.
Og tað liggur í øroy-
inginum, at hann er friðar-
fólk, altíð sámuligur
0. s. fr. Kanska er tað tí, at
>Dagblaðið< fríggjadagin
skrivar á síðu 3:
>... vit hava øll loyvi at
vóna, at dagarnir hjá teim
»fittu« amerikansku polit-
ikarunum eru taldir, og at
passaliga harðir hálsar
koma til...e
Her hava helst teir gudi-
ligu í fólkaflokkinum havt
ein fingur við í spælinum.
Tað eru helst eisini hesi
hampafólk, sum hava valt
ein blaðstjóra, sum áður
hevur mælt til neutron-
bumbur, herdubbing,
meira kríggj og annað
slíkt sum tænir einum á-
vísum parti av ídnaðinum
í heiminum og skapar ar-
beiðspláss so vit sleppa
undan dagpengum til ar-
beiðsleys, og soleiðis at
tekniska steðið í heimi-
num kann mennast út í
tað óendaliga, mannaætt-
ini til frama. Tí hvat hevði
kemiin verið uttan kemisk
vápn, medisinið uttan
bakteriologisk vápn, flog-
farið uttan bumburnar —
og hevði nakar uppdagað
atomið um tað ikki var
fyri at skapa atombumb-
una, heimsins stersta frið-
ardyr?