mikudagur 28. januar 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nýggi føroysk útflutningsvera ?
Sáttmálaleikarar
í Svoriki
Tveir av frægastu foroysku fótbóltsleikarun-
um, John Jarnskor og Ábraham Hansen leika
nú sum sáttmálaleikarar í Svøriki. Venjari hjá
felagið teirra, ÍK Sleipner, er Ronny Gunnars-
son
Feroyar hava nú — megu-
liga — fingið nýggja út-
flutningsveru umframt
tær vanligu — men um
henda »vøran« er gagnlig
fyri føroysku ítróttina,
verður upp til hvenn eins-
takan at avgera.
Í fjør var tað Henrik
Thomsen úr TB, ið hevði
sáttmála við danska 1.
deildarfelagið B 93, og í ár
eru tað John Jarnskor úr
GI og Abraham Hansen
úr ÍF, ið royna lukkuna
við svenska 2. deildarfel-
agnum IK Sleipner.
mOrsøkin til at John og
Abraham — åvikavist 22
og 21 åra gamlir — fara at
royna lukkuna í einum
felagið, ið er heldur ókent í
Feroyum, er, at nýggjur
venjari hjá Sleipner er
Ronny »Geson« Gunnars-
son, ið jú starvaðist tvey
ár sum venjari hjá ÍF og
harafturat sum landsliðs-
venjari hjá A-landsliðnum
seinasta ár
Væl móttiknir
Sambært svensku bleðun-
um, ið hava sýnt báðum
føroyingunum stéran
åhuga, eru bædi John og
Abraham falnir væl til í
Svøriki, men teir hava tó
báðir gjert av at vera fyri-
varnir og bert skriva eitt
ára sáttmála við svenska
felagið — soleiðis at teir,
um alt ikki roynist sum
teir vóna, eru leysir av
felagnum komandi ár.
Gerast betur
Í viðtalið við svenskt blað
sigur Abraham, at orsekin
til at teir vilja skriva sátt-
mála við svenskt fótbólts-
felag er, at teir báðir vilja
gerast betri fótbóltsleik-
arar. Um ein í Feroyum er
komin á A-landsliðið,
slepst ikki víðari, sigur
Ábraham víðari, og sum
kunnugt spældu báðir við
á føroyska A-landsliðnum
í fjer.
Fleiri av svensku bleð-
unum hava verið ikki sert
bilsin yvir, at IK Sleipner
torir at skriva sáttmála
við leikarar úr Feroyum,
tá eingin jú veit á hverjum
steðið fótbólturin í Fer-
oyum er, men Ronny
Gunnarsson sigur seg ikki
ivast í, at bæði Ábraham
og John koma at teljast
millum frægastu leikar-
arnar í 2. deild í Sveríki,
„tík sigur Ronny »um eg
ikki trúði at teir kundu
gera seg galdandi, so
hevði eg heldur ikki roynt
at fingið teir hendan-
vegin«.
»Idrottshistoria«
Og at tað er Ronny, ið
hevur fingið teir til Svør-
íkis, er einki at ivast í.
Eitt av svensku bleðun-
um skrivar soleiðis í byrjj-
anini av grein, ið umreður
báðar feroyingarnar :
„ÍK Sleipner skriver
idrottshistoria. Som
førsta fotbollsførening i
Sverige har man viirvet
spelare från Fárøarna. Det
ár landslagsspelarna
Abraham Hansen (21) och
John Jarnskor(22) som har
knutits til klubben før i
førsta hand ett ár.
Naturligvis ligger den
nye tránaren Ronny
»Geson« Gunnarsson
bakom affáren. Ronny har
ju varit verksam de tvá se-
naste søsongerna på den
lilla øgruppen i Nordat-
lanten«.
Væl fyri i kapp-
ingini
IK Sleipner telist millum
tey bestu i 2. deild, og
roknar Ronny við, at John
og Åbraham uttan iva
kunnu gerast fastir leik-
arar å liånum: Åbraham
sum framherji ella »defen-
sivur« miåvallarleikari.
Báðir teir ungu føroy-
ingarnir eru á einum málið
um, at teir uttan iva fara
at klára seg í svenskum
fótbólti, og metir Ábra-
ham, at stersti munurin
millum feroyskan og
svenskan fótbólt — í
hvussu er fyri teir báðar —
er , at tað nú eru fleiri, ið
berjast um tey 11 plássini
á liðnum. Í Feroyum vóru
teir nærum tryggir at
varðveita pláss síni
gjegnum alt kappingarári,
meðan tað altíð stendur
onkur til reiðar at taka
plássið í Sveríki.
— „Men vit skulu nokk
klára okkum — bæði á
vellinum og uttanfyri í
vanliga gerandisdegnum
SOSIALURIN
eisini« siga bådir føroying-
arnir.
John og Åbraham eru
ikki »full-time professio-
nellir«, men arbeida bådir
hålvan dag við síðurnar av
ítróttaríðkan teirra.
Báðir arbeiða í Sveríki
innan byggiídnaðin. John
er útlærdur timburmaður,
meðan Ábraham, nú
hann fór til Sveríkis, stóð í
læru sum elektrikari.
Gagnligt — ella
ikki?
Sum sagt varð í byrjanini
av greinini, verður tað upp
til hvenn einstakan at av-
gera um henda nýggja
»åtflutningsvøra« okkara
er gagnlig fyri feroysku
ítróttina. Nú skal ein
sjálvandi ikki gera alt
myrkt og dapurt, men um
nå John og Abraham
roynast væl í Sveríki —
hvat vit jú ell vóna —
kann hetta føra við sær, at
svensku felegini síggja ein
bíligan marknað í Før-
oyum, og vil hetta
meguliga merkja, at fræg-
astu leikarar okkara fara
uttanlands at leika, júst tá
stersta nyttan er í teimum
her heima.
Hinvegin kann ein so
siga, at føroysku leikar-
anir, tá teir koma heim
aftur, jú kunna geva fer-
oyska fótbóltinum nakað
nýtt og á tann hátt, kann
uttanlandaferðin jú gerast
sera gagnlig fyri føroyska
fótbóltin.
Einki-er at ivast í, at
flestell hevdu tikið ímóti
einum tilboð um at fingið
frítíðarítriv sítt, ið jú tók
nærum alla frítíðina
frammanundan, sum
vinnuveg og bert er at
vóna, at bæði John og
Ábraham fáa nakað veru-
ligt burturúr í Sveríki —
bæði ítróttarliga og fíggj-
arliga.
Hondbóltsúrslit
um vikuskiftið
Vípan — Sóljan gentur. Sóljan vann uttan dyst.
SÍF — Kyndil II menn, 21—25
KÍF — Stjernan gentur, 7—2
VÍF — Stjørnan smádreingir, 8—13
Sóljan — Kyndil gentur, 6—18
VÍF — Stjørnan I menn, 27—22
Neistin — NSÍ II menn, 17—16
Kyndil — GÍ ii kvinnur, 14—10
KÍF — EB II kvinnur, 5—19
KÍF — EB II menn, 16—18
Neistin a — NSÍ smádreingir, 4—16
Neistin a — Sóljan smágentur, 2—5
Neistin — Kyndil Í menn, 10—24
Kyndil — Neistin III menn, 15—22
Hondbóltur
um vikuskiftið
Leygardagin 31/1 — 198]
12,00 H71 — Neistin b, pinkugentur
12,35 KÍF — GÍ, gentur
13,20 KÍF — GÍ, II kvinnur
14,20 VÍF — KÍF, II menn
15,30 Kyndil — EB, dreingir
16,15 Kyndil — Royn, III menn
17,25 Kyndil — VB, II kvinnur
18,25 Kyndil — VB, m.dreingir
19,00 Kyndil — VB, m.gentur
19,35 Kyntil b — VB, pinkugentur
20,10 H71 — VB, smådreingir
20,45 H71 — VB, gentur
Sunnudagin 1/2 — 1981
10,00 Neistin — VB, m.dreingir
10,30 Neistin VB, m.gentur
12,00 Neistin c — VB, pinkugentur
12,35 Neistin c — VB, smågentur
13,10 Neistin b — Søljan, smågentur
13,45 Neistin b — Søljan, gentur
14,30 Neistin — SÍK, II menn
15,40 Søljan — stjørnan, I kvinnur
16,40 Neistin — Royn, III menn
17,50 Neistin — VB, II kvinnur
18,50 Neistin b — VB, smådreingir
19,25 Neistin a — VB, gentur
20,10 Neistin b — Neistin c, piltar