Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-01-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 1981síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

at ganga niðan á Hellufoss vestanfyri, tvertur um brúnna yvir Stórá og eystur gjøgnum geilina til útstykkingina. Grundstykkini eru um 500 kvm til steddar. Uppá fyrispurning um nýggja útstykkingin fer at skemma náttúruna kring Kvívík sigur Petur Miller, at tað fer hon ikki. Húsini skulu hava eina ávísa hædd og skulu tey byggjast eftir áseting- unum í skitsuni. Eigararnir vístu vælvild Petur sigur víðari, at meg- inparturin av jerðini í Kví- vík er ognarjerð, men tað hevur als ikki verið nakar trupulleiki at fáa jerðina Frammi í Gerði. Eingin av eigarunum noktaði at lata leigutræðirnar til útstykk- ingina. Hvat viðvíkur seinni út- stykkingum í bygdini sigur Petur Miller, at hetta kemur at liggja nak- að longri frammi í tíðini. Men har eru ávísir megu- leikar. Utstykking á Válinum Á Válinum er eisini gjørd ein ætlan til eina útstykk- irg. Her hevur Landsverk- i i j eina skitsu, sum bygdaráðið hevur góðtikið. Tað hava annars verið fyrispurning- ar at sleppa at byggja framvið gamla vegnum oman á Válin, men her segði Landsverkfrøding- urin, at hetta kundi ikki lata seg gera, fyrr enn nýggi landsvegurin varð liðugur. Nú hann er liðugur kann farast undir útstykking- ina á Válinum. Talan er um 9 grundstykki. Hetta skuldi so verið nóg mikið at byrja við. Fleiri hava biðið um stykki á Válinum. Síða 13 Útstykkingar ætlan í Leynum Hvat viðvíkur Leynum er eisini ætlanin at fara undir útstykking. Bygdaráðið hevur biðið Landsverk- freðingin um at gera eina ætlan yvir treðna hjá Robin Egholm og treðna hjá Jákup Jacobsen, bónda. Her skuldi verið gott at bygt. Lítið gras, klettur undir og slætt lendi. Stykkið Á Stykkinum eru eisini fleiri umsóknir um at byggja. Petur Múiler sigur, at teir ætla at gera eina ætlan yvir ekið, áðrenn teir geva loyvi at byggja. Tveir hava grund- stykki og hava biðið um loyvi at byggja, men hetta má so bíða til vegur er gjørdur til ekið. Summarhús í Leynum Á Skælingi eru tvey set- hús bygd hesi seinastu árini umframt tvey stór fjós. Í letuni verður einki bygt har. Tað hava annars verið bygd rættiliga nógv summarhús í Kvívíkar kommunu seinastu árini. Petur Miller sigur, at teir vilja ikki hava summar- hús innanfyri begarðarnar í Kvívík, men kommunan kann nú ávísa fólki eitt eki úti í Múlheiðum í Leynum, sum er sett av til summar- húsbygging. Í dag eru eini 15 summ- arhús í Leynum, og tað eru fleiri fyrispurningar um at sleppa at byggja. Tað eru mest fólk úr Havn, sum byggir summarhús í Leynum. Lítið arbeiði Hvat viðvíkur arbeids- meguleikum í kommununi bygdaráðsformaðurin so er verri statt við tí. Í fjør arbeiddi nakað av fólkinum á fiskavirkinum í Vestmanna, ein partur arbeiðir hjá Landsverk- frødinginum og so er tað ein stórur partur, sum siglir úti. Nakað av jarð- arbrúki er í kommununi. Men av ídnaði er als eingin. — Vit hava nógva arbeiðsmegi t.d. í Kvívík, so eg vil bert vóna, at her kemur onkur ídnaður, sigur Petur Miller. Skattaprosentið tað sama Skattaprosentið í Kvívík- ar kommunu var í fjer 14. Petur Miller væntar ikki, at tað verður hægri í ár. Annars er uppá tal at fara undir onkra vegagerð í Leynum eisini. Ætlanin er at gera ein veg frá hús- unum hjá Jákup Jacobsen bónda út á Stallagjógv. Kommunan fer nú at royna at skaffa studning til henda vegin. Í Stallagjógv er gjørdur ein bátadráttur og síðani eitt eki omanfyri, sum teir kunnu seta nakrar bátar á. Skulu leyningar fáa veru- liga nyttu av bátadráttin- um, so er neyðugt við einum vegi. Tað fer ikki at bera til at bera alt oman til gjónna og so niðan aftur. Samarbeiði við Vestmanna Kvívíkar kommuna er annars farin upp í sam- arbeiði við Vestmanna kommunu um ekið Inni á Fjerð millum Vál og Vest- manna. (sí sáttmála aðra- staðni). Nú skal ein nevnd uppá tveir limir veljast av hverjum bygdaráði at arbeiða víðari við hesi fel- på A SÅS AA agsætlan at brúka ekið Inni á Fjerð. Henda nevndin skal virka sum ein bygginevnd og honskal koma við tilráð- ing til kommunurnar. Petur Miiller sigur, at tað verður einki sett á, uttan at báðar kommun- urnar eru samdar um tað. Ætlanin við felagsekinum er at byggja m.a. ídnaðar- virki. Doggin skal dýpast Í hylinum innanfyri brim- garðin i Kvívík, eisini nevnt niðri í Doggini er ætlanin at spreingja innan úr hylinum. Hetta grótið skal brúkast til koyrivegin frammi í Gerði, soleiðis at kommunan sleppur undan at keypa grót til vegin. Ætlanin er so at hylurin verður so mikið djúpur, at har kunnu liggja bátar alt árið, uttan at teir skulu liggja á turrum um summ- arið, tá fjera er, og nógvur sandur er í hylinum. Landsverkfreðingurin arbeiðir í letuni við einum projekti fyri dýpan av hyl- inum. Kvívík er brimpláss og sum so ikki egnað til veruliga havn. Skal havnin gerast nýtilig í so máta, so kemur tað ikki at kosta undir 25 mill. kr. Bátahyl saman við Vestmanna Hetta vita kvívíkingar, og teir halda tí sjálvir at tað er besta loysnin at gera ein båtahy! Inni í Fjerð saman við vestmenning- um. Upprunaliga var annars ætlanin at gera ein bátahyl á Válinum eisini, men her hevur Landsverk- freðingurin sagt, at tað verður ikki bygdur ein bátahylur á Válinum og ein Inni á Fjerð. * Pr Tilsamans 18 grundstykki eru í nýggju útstykkingini 8 í Kvívík. Vegurin til út-; stykkingina kemur at V ganga vestur um bygdina og síðani tvertur um“ Stórá, har brúgv verðu gjerd í letuni