Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN út vid gróti. Her er uppá tal at byggja pakkhus seinni. Tað verða eisini gjørdir tveir tilkoyringarvegir til havnagkið. Vegurin vestanfyri verður 175 metrar langur og tann eystanfyri verður 560 meirar langur. Tilsamans skulu brúk- ast gott og væl 20.000 m? av gróti, sum helst verður keypt úr Hundsáarbotni. Stóran týdning Samanumtikið kann sigast, at við hesi útbygg- ing verður munandi meiri atlegupláss, har verður meiri pláss á landi til eitt- hvert endamál og har verða góðir meguleikar at koma til og frá havnaøkin- um. Her verður eisini hugsað um ein meguligan framtíðar konteinara- trafik frá havnini — niðan í verandi landvegin — tá slepst so undan at skula fara inn í sjálva bygdina eftir bygdavegnum, áðrenn slepst oman á havnagkið. Viðmerkjast kann eisini, at har tann eystari tilkoyr- ingarvegurin byrjar, hevur kommunan lagt eitt eki av til neyst. Her er so ætlanin, at fólk kunnu leiga sær eki at byggja neyst á. Higartil eru tvey neyst bygd har. 8 mill. kr. Arbeiðið uppá havnina í Kollafirði er mett at taka eini tvey ár. Kostnaðurin verður umleið 8 mill. kr. I dag verður havnin í Kollafirði annars brúkt rættiliga nógv. Star-shipp- ing hevur leigað pakkhús frá kommununi, har skip- ini leggja ein stóran part av farminum upp. Uppá fyrispurning hvat kommunan ætlar at brúka allar teir gomlu og tómu bygningarnar á havnagk- Tá arbeiðið var til nærum allar hendur í Kollafirði. Her arbeiði hjá Borgsild á havna- ekinum inum til, sigur Hanus Joensen, at Borgsild eigur Eiler Jacobsen og gomlu »fabrikkina« eigur landið. Kommunan hevur annars ætlanir at keypa hana og taka bygningin niður. Hann er í ógvuliga vánaligum standi. — Hvat viðvíkur Borg- sild dugi eg ikki at siga nakað um, sigur Hanus Joensen. Sildalinjan stendur enn Vit hava vent okkum til eigaran av Borgsild, Eiler Jacobsen. Hann sigur, at húsini í dag verða brúkt til goymslu hjá skipunum. Men enn standa so silda- linjan, saltfiskamaskinan og onnur útgerð klár at taka ímóti, um so verður, at sildin skuldi komið aftur. — Men tað vita vit jú einki við vissu um. Ein hevur hugsað um okkurt, men enn fyriliggur so einki konkret, sigur Eiler Jacobsen. Berghol og havnin Vit spurdu nú bygdaráðs- formannin, hvenn týdning hann leggur í umtalaða bergholið til Signabe. Til hetta sigur hann, at eitt tílíkt berghol hevði havt stóran týdning fyri Kolla- fjørd ikki minst tí, at tá verður meguleiki at fáa fleiri arbeiðspláss í sam- band við havnina. — Tá rokni eg við, at virkir í Havn høvdu gjørt meira brúk av eini havn í Kollafirði, leggur Hanus Joensen aftrat. Royndarsteð og skúli Í dag er nakað væl av jarðarbrúki í Kollafirði. Eisini er ætlanin at byggja royndarsteð og skúla í Kollafirði. Hanus Joensen sigur í hesum sambandi, at bygdaráðið gongur inn fyri, at roynd- arsteðin og skúlin verða løgd í Kollafirði, tí hetta hevur týdning fyri bygdina sum jú er búnað- arpláss frammanundan. Eisini kann tað skapa nøkur arbeiðspláss i bygdini. Nógv utstykking Tad verður annars rættliga nógv bygt í Kollafirði. Bygdaplanur varð gjørdur i fjør, og har eru sett øki av til utstykk- ingar. Hanus Joensen sigur, at tað er stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum, men hann metir, at tær ætlaðu útstykkingarnar koma at nekta tervin nakað langt fram í tíðina. Felags brandbil Annars er Kollafjerður uppi í ymiskum samarbeiði saman við hinum kommununum i Norðusstreymoy. Herfyri var fundur millum allar kommunurnar um at keypa ein brandbil fyri 1,3 mill. kr. Hesin brandbilur- in skal so hava steð í Kollafirði, sum liggur mest sentralt fyri. Hanus Joensen sigur um hetta tiltak, at tað verður stuðlað av Kollafirði og heldur hann, at bygdirnar fara at kenna seg munandi tryggari við einum vælút- gjørdum brandbili. Av eðrum felagsmálum kann nevnast skúlin á Oyrabakka. Hesin er nýliga útbygdur. Sjónvarpið køvir felagslívið Sjónvarpið tykist at vera komið til landi fyri at vera — og árinini merkjast bæði í hevuðs- staðnum og ikki minst úti á bygdunum. Í dag kann helvtin av kollafjarðar bygd síggja sjónvarp. Siganlið kemur um antennuna á Nesi á Skálafjerðinum. Tað vísir seg, at sjón- varpið hevur ógvuliga stóra ávirkan á felags- lívið á bygdini. Tað vísir seg at vera trupult at savna fólk til ymisk felagstiltek — eitt nú í ungdóms- og bygdarhúsinum. Hanus Joensen, sum umframt at vera bygda- ráðsformaður eisini er formaður í nevndini fyri Heilsumiðsteð Síðani er tað nýggja heilsumiðsteðin, sum skal byggjast — helst norðuri við Streymin. Tað eru Kollafjørður og kommunurnar norðan fyri, sum eru saman um hetta tiltak, somuleiðis Eiðis og Sunda kommunur. Hanus Joensen sigur annars, at kollfirðingar rokna við, at ein lækni fer at arbeiða fast í Kollafirði. Teir hava júst útbygt skúlan í Kollafirði, har vestmannalæknin eisini hevði viðtaluheli. Nú eru so gjørd stór og rúmlig læknaviðtaluheli á skúlan- um — og vóna kollfirding- ar, at lækni verður settur har nakað skjótt. Í dag er lækni búsitandi í Vest- manna og á Eiði. Hvat viðvíkur heilsu- ungdóms- og bygdahús- ið sigur, at teir mugu velja sær legir ímillum, ikki tá sjónvarpið sendir. »Ungdéms- og bygda- húsið í Kollafirði heldur til í húsinum hjá Arbeiðs- mannafelagnum. Tað er opið hvert kveld. Har verður = skipað fyri ymsum tiltøkum. Talv- skeið er um kveldarnar, har halda skótarnir til, kvinnurnar koma saman, og fyrilestrar verða hildnir. So saman- umtikið verður nakað gjert fyri fólkið í bygd- ini. Í letuni venja tey sjónleik, sum verður framferdur einaferð í næstum. Hetta er ein skemtileikur. miðsteðini situr ein try- mannanevnd og arbeiðir við ætlanini. Skattaprosentið 13 So samanumtikið hevur Kollafjarðar kommuna bundið seg til ymsar út- reiðslur, sum skattgjald- ararnir i kommununi skulu gjalda. Bert útbygg- ingin av skúlanum í Kolla- firði kostaði 4,5 mill. kr. Í dag er lánibyrðan hjá kommununi umleið 4 mill. kr. Skattaprosentið var í fjor uppá 13. Knappar 3. mill. kr. komu inn í skatti Uppá fyrispurning um skattaprosentið fer at hækka í ár, sigur Hanus Joensen, at t:3 er óvist Hånn vísir tó á tær stóru útreiðslurnar hjá kommununi.