týsdagur 13. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Eg ætli mær ikki at
gera meira við hetta
málið, sigur Anfinn
Kallsberg, løgmaður,
sum framvegis held-
ur seg til skrivligu
umberingina, hann
fekk frá Tórbjørn
Jacobsen á ólavsøku
STRÍÐ UM LØGMANN
Eirikur Lindenskov
– Hetta málið er langt síð-
ani lagt afturum. Eg fekk
eina skrivliga umbering frá
Tórbjørn Jaocbsen á ólav-
søku, og harvið er málið
avgreitt.
So avgjørdur er løgmað-
ur framvegis, tá vit biða
hann um viðmerking til
orrustuna, sum stóðst av, at
Tórbjørn Jacobsen legði
løgmann og Jørgen Nicla-
sen undir ikki at kenna
mun á sínum og annara.
Í blaðnum leygardagin
varð nomið við møguleik-
an hjá løgtinginum at seta
eina nevnd, eina sonevnda
grein 19 nevnd, sambært
stýrisskipanini. Grein n 19
í stýrisskipanini sigur, at
»løgtingið
kann
skipa
nevndir av tingmonnum at
kanna alment umvarðandi
mál. Nevndirnar hava rætt
at krevja skrivligar ella
munnligar upplýsingar frá
einskildum borgarum eins
væl og frá almennum em-
bætismonnum.«
– Løgtingið hevur nógv-
ar
sanktiónsmøguleikar,
um tað heldur, at eg ikki
kann verða sitandi sum
løgmaður. Men eg haldi, at
tað reiðiligasta hevði verið,
at teir reistu eitt misálits-
uppskot móti mær, sigur
Anfinn Kallsberg, sum
staðfestir, at tað er onkur,
sum vil kóka suppu upp á
hetta málið.
Í Degi og Viku fríggja-
kvøldið varð Sjúrður Ras-
mussen, løgfrøðingur á
Løgtingsskrivstovuni, end-
urgivin fyri at siga, at mál-
ið um løgmann neyvan
fellir undir »alment um-
varðandi mál«, meðan ann-
ar løgfrøðingur segði, at
málið um løgman kann
liggja innanfyri heimildina
við grein 19 nevndini, júst
tí, at løgmaður er løgmað-
ur, og harvið kann fortíðin
metast sum »alment um-
varðandi«.
Aðalstjórnin hjá Tjóð-
veldisflokkinum viðgjørdi
stríðið millum Tórbjørn
Jacobsen og løgmann á
fundi leygardagin. Høgni
Hoydal segði við útvarpið
sunnudagin, at hann onga
viðmerking hevði til málið,
fyrr enn tað eisini var við-
gjørt í tingbólkinum.
Fyrr hevur Høgni Hoy-
dal sagt, at málið ikki er
eitt flokspolitiskt mál, men
eitt persónligt stríð millum
Anfinn Kallsberg, løg-
mann, og Tórbjørn Jacob-
sen.
Anfinn Kallsberg, løgmaður:
Málið er avgreitt frá mínari síðu
2
Nr. 152 - 13. august 2002
Nr. 152 - 13. august 2002
3
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
– Kann landsstýrismaðurin
syrgja fyri, at lógin um
fólka- og farmaflutning
verður hildin, og at Smyril
kemur at sigla av Vági til
Havnar?
Henda spurning hevur
Henrik Old, løgtingsmaður,
sett
Bjarna
Djurholm,
landsstýrismanni í Vinnu-
málum. Henrik Old sigur,
at í apríl í 1999 samtykti
løgtingið eina broyting í
lógini um fólka- og farma-
flutning, har sagt verður í
grein 2, at »landsstýrið
skipar fyri sjóvegis sam-
bandi á hesum leiðum:
Vágur-Tórshavn-Tvøroyri-
Tórshavn og so framvegis.«
Í seinastu lýstu ferða-
ætlan broytir Strandferðsl-
an leiðina, sum sigld er úr
Tóshavn á Vág og frá Vági
til Tórshavn til at verða:
Tórshavn-Vág og síðani
Vág-Drelnes og so seinni á
degnum til Havnar, sigur
Henrik Old.
Hann staðfestir, at ferða-
ætlanin ikki fylgir lógini
um fólka- og farmaflutn-
ing, og tí verður spurning-
urin
settur
landsstýris-
manninum.
Til minnis um Maritu
So verður sagt av monnum
at lívið er markleys neyð
eitt dýpi av gráum døgum
og børn, ið biðja um breyð
Kanska er lívið markleys neyð
Kanska er lívið gott
og kanska eg ein skínandi dag
Beri kenslu av myrkari nátt
(J. P. H.)
Dagurin var ikki skínandi, men myrkur og grátungur
eins og tey lagnutungu boðini, sum bórust okkum
hin 1. juni – 2 mánaðir eru longur farnir, síðani vit
fingu boðini um, at Marita ikki var ímillum okkum
longur. Ilt var at fata veruleikan av hesum feigdar-
boðum og ómetaliga tungt var at koma ígjøgnum teir
døpru dagarnar, sum komu í kjalarvørrinum, tí miss-
urin var, og er, so stórur og óveruligur.
Marita var nakað fyri seg og hetta merkti hana og
umhvørvi hennara. Hon fór sum ung niður til Dan-
markar at útbúgva seg til ljósmóðir og starvaðist á
Ríkissjúkrahúsinum í drúgva tíð. Hon ferðaðist eis-
ini víða, búði m.a. eitt skifti í Saudi-Arabia og setti
hetta ein dám á hana, sum eisini sást aftur í heimi
hennara.
Í 8 ár untist tað okkum at hava Maritu á Lands-
sjúkrahúsinum. Hon var fakliga serstakliga dugnalig
og var eisini dugnalig til so mangt annað. Alt, sum
hon fekst við, var merkt av nærlagni, dygd og vakur-
leika. Eisini hon sjálv. Og í svimjihøllini var hon
fastur gestur. – Marita var altíð klár við eini hjálp-
andi hond, tá okkurt serligt var á vási og onki varð
hálvgjørt. Hon gav altíð eina fatan av at hava stýr á
øllum og tú varnaðist ikki, at hesi kvinnu, sum sá út
til at hava alt, sum skal til, eisini tørvaði eina hjálp-
andi hond, men ikki megnaði at taka ímóti, tí tað fall
henni so nógv lættari at geva – og kanska er tað júst
hendan ímyndin av Maritu, sum hóvaði henni og
okkum best…
Marita fekk ikki nakað barn sjálv, men hon átti
familju og vinfólk, sum vóru góð við hana eins og
nógv takksom foreldur at teimum børnum, sum hon
hjálpti inn í hesa verð, tí hon var sera væl lýdd í yrki
sínum.
Saknurin er stórur, og missurin er tungur at bera.
Í djúpari samkenslu við teimum, sum eftir sita,
vilja vit við hesum lýsa frið yvir minnið um Maritu.
Ljósmøðurnar
Kunngjørt verður fyri ætt og kenningum at kæra
mamma, omma, langomma og vermamma okkara
Elsebet Malena Frederikka Rasmussen
fødd Olsen, ættað úr Svínoy,
vanliga nevnd Espelena
andaðist á Landssjúkrahúsinum
fríggjakvøldið 9. august 2002, 76 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
týsdagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Sigga, Niclas, Malan, Mona og Finn
Til ber at stuðla Føroya Felag móti Krabbameini.
Tøkk
Hjartaliga takka vit skyldfólki, vinum
og øllum tykkum, sum sýndu hjálpsemi
og samkenslu, tá kæri sonur og bróður okkara
Knút Andrassarson á Krossbrekku
Hvalvík
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum á føðideildini á Landssjúkrahúsinum,
fyri tykkara stóru hjálp og umsorgan.
Tøkk til prestarnar, Bergur D. Joensen
og Jógvan Fríðriksson fyri góð og troystarrík orð.
Fyri stóran kærleika og tolsemi, ið okkum varð víst.
Tøkk til felagið Pinkubarnadeyði.
Tøkk til tykkum øll, sum á so ymiskan hátt
hjálptu so væl til við jarðarferðina.
Tøkk fyri vitjanir, uppringingar og heilsanir.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Gud vælsigni tykkum øll.
Familjunnar vegna
Andrass, Guðrið, Jóhanna Maria, Barbara,
Petur Ingvard og Dann
Jógvan Hugo Gardar,
Oslo
Virði á Pan Fish hvørvur
við eini øgiligari fer á
virðisbrævamarknaðinum í
Oslo. Fyrrapartin í dag
blivu meir enn ein millión
Pan-partabrøvum løgd út til
sølu. Orsøkin eru partaeig-
arar, sum eru troyttir av
øllum teimum keðiligu tíð-
indunum, sum eru komin
frá felagnum seinastu tíð-
ina.
Orsøkin til at Pan Fish
eftir stuttari løtu fyrrapartin
minkaði við 35 prosentum í
virði,
er
sambært
Intrafish.no tíðindini um, at
felagið má út at leita eftir
feskum 500 milliónum
norskum krónum í heyst.
Eitt Pan Fish partabræv
hevði eina løtu fyrrapartin
eitt virði uppá 5,90, men
fór so nakað upp til 6,15.
Miðalvirði á partabrævin-
um seinastu 12 mánaðarnar
hevur verið nærri 50 krón-
um. So nógv virðir eru
burtur.
Oslo
Børs
steðgaði
handlinum við Pan-parta-
brøvunum um middagsleit-
ið og kannar nú eftir, hví
partabrøvini brádliga mink-
aðu so nógv í virði. Hetta er
vanlig
at
virðisbræva-
marknaðurin ger, tá virði á
einum partabrævi broytist
óvanliga nógv antin upp
ella niður.
Pan Fish í fríum falli
Henrik Old, løgtingsmaður:
Vil hava greiðu á siglingini
til Vágs
C
M
Y
K
3
2