mikudagur 18. februar 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Hondbóltslandskappingin lokin:
Spennandi javnir
dystir
Finaludystirnir í yngru deildunum gjørdist sera
spennandi og javnir. I einum fori mátti um-
dystur leikast
Sunnudagin vóru finalur-
nar í yngru deildunum
leiktar í ítróttarhellini í
Havn, og gjerdust nakrar
av hesum finalum spenn
andi og javnar
Piltadeildin
Fyrsta finalan var í pilta-
deildini, har Neistin og
VB mettust. Longu frá
leikbyrjan sást skilliga
hver betra liðið var
Neista-piltarnir tókust
væl meira hondbóltsvand
r og var tað sera stuttlig
at síggja hesar dreingir, !
leiktu
harumframt
stak góðan leik, ið
var so »kørr
ektur« og ein sjåldan sær
tað var neyvan dømt
eitt fríkast móti Neista-
piltunum allan dystin
Neistin kom tíðliga á
dda og målmunurin økt
ist bert meir og meir sum
leið. Meðan
evdnadist VB at fáa tvey
hálvleiki, ið
tað
dysturin Lav
4
mál í fyrra
endaði 6—2, fingu teir
einki í seinna, meðan
Neistin fekk 8 og vunnu
Neista-piltarnir sostatt
dystir og meistaraheit-
ið — við 14—2
Ein orsek til at VB-pilt
arnir taptu so
møguliga, at
høllin har suduri enn er ov
møguliga
stort er
nýggj til at hondbólturin
millum dreingir er komin
veruliga fyri seg. Fleiri av
piltunum vístu tó góð evni
og meguliga verður tað
ikki so long tíð, áðrenn
hesir koma at gera seg
veruliga galdandi
Gentudeildin
Er hondbólturin ikki kom-
n fyri seg millum dreing
so er hann so
komin
millum genturnar
irnar í Vági
gr
st >
sanniliga fyr!
hesum seinasta
leikvikuskiftinum hevði
VB tryggjad sær meist-
Undan
araheitini fyri minidreing-
ir og -gentur og harafturat
vunnið 2. deild kvinnur og
sunnudagin leiktu
genturnar finalu móti
Kyndils-gentunum.
Henda finala gjerdist
avgjert spennandi
og javna finala í ár. Í fyrra
hálvleiki var tað Kyndil, ið
sýndi betra leikin og vóru
mest
tær á odda við einum og
tveimum málum, men
vágsgentur bardu seg við í
leikin farið
varð til hálvleikssteðg.
var eydnast VB at koma á
aftur og tå
javnleik, nevniliga 5—5.
I seinna hálvleiki var
tað VB, ið byrjaði betur
komu á odda 7—5,
men nú var tað Kyndils-
fær
Hondbóltsúrslit
um vikuskiftið
Leygardagin 14/2—1981
Neistin b — Stjørnan 15—13
Semifinala: Stjørnan a — Neistin a p 4—16
Neistin — Stjørnan 1. menn 18—18
V.I.F. — Kyndil 1. menn 16—24
Finala: St. IF
Neistin ITI menn 21—24
Semifinala: N.S.Í — Kyndil a pg 1—5
Semifinala: G.I. — Kyndil a sg 1—5
Semifinala: K.I.F. — Kyndil g 2—14
Kyndil — VIF m.u. 30—10
Sunnudagin 15/2 1981
Finala: VB. p — Neistin 2—14
Uppflytingardystur: Stjørnan — Fram III menn
menn
19—25
Finala: Stjornan— Kyndil sd 11—10
Finala: Neistin c pg — Kyndil 0—4
Finala: Neistin c sg — Kyndil 2—6
KÍF — SÍF III menn 18—19
Finala: VB g — Kyndil 9—8
Kyndii — Neistin a d 19—13
genturnar, ið bardu seg
við í leikin aftur og eydn-
aðist teimum, stutt undan
leikloki at javna til 7—7,
so neyðugt var við um-
dysti, 2 X 5 min
Vágsgentur kundu
meguliga longu havt av-
gjert dystin í vanligu leik-
tíðini, um tær hevdu verið
hepnari við brotskestun-
um. Trý brotskest fingu
tær og vórðu øll trý skotin
á stengurnar.
Í fyrra hálvleiki av um-
dystinum eydnaðist VB at
fáa tvey mál og hetta ork-
aðu Kyndilsgenturnar ikki
at vinna innaftur, men
vónirnar kyknaðu tó eina
letuna í seinna hálvleiki tá
tað eydnaðist at minka
munin til 8—9, men ov
langt var útliðið til at nak-
að kundi gerast við VB-
sigurin.
Smádreingir
Ein onnur finala, ið gjerd-
ist nærum eins spennandi
og tann hjá gentunum,
var tann hjá smådreingj-
unum, har Kyndil og
Stjørnan mettust.
Dysturin var javnur og
góður og skiftust liðini at
vera á odda, og bæði liðini
brendu hver sítt brots-
kast fýra min. undan leik-
loki, tá steðan var javr-
leikur 9—9, vaks spenn-
ingurin. Bert eitt min.
undan leikloki kom
Stjørnan á odda 10—9,
men tá bert restaðu 30
sek., fekk Kyndil javnað
uppá brotskast.
Øll væntaðu nú, at um-
dystur fór at verða leiktur,
men Stjernu-leikararnir
vildu tað annaðleiðis. Tá
bert fimm sek. restaðu,
eydnadist teimum at
skjóta endaliga sigurs-
málið ti! 11 —10 og eitt fer-
oyameistaraheiti til
Stjernuna.
Smá- og pinku-
gentur
Í tveimum av finalunum
vóru Neistin og Kyndil
luttakarar og var tað í
smágentu- og pinkugentu-
dystunum.
Í báðum deildunum
vísti Kyndil seg at vera
væl sterkari og vunnu
pinkugenturnar dyst sín
við fýra málum moti ong-
um aftaná at hava verið á
odda við tveimum málum
móti ongum í hálvleiki.
å
Føroyameistarar i Pinkugentudeildini, Kyndil: Leikararnir: Mina Joensen, E. Sanna å
Kråkusteini, Gudrun Mikkelsen, Susanna Olsen, Oddbjørg Clementsen, Hanna
Rubeksen, Birita Arge, Lena Poulsen og Johanna Olsen
Føroyameistarar i smådreingjadeildini, Stjørnan: Leikarar: Finnbjørn Grettursson,
Kristian Eliasen, Petur Hans Joensen, Bjarni Ziska Dahl, Olgar Danielsen, Bjørn
Kalsoy, Hallu: Joensen, Svend Jacobsen, Eyðbjern Hegnesen og Benros Dahl
Føroyameistarar i smågentudeildini, Kyndil. Á liðnum leiktu Anna E. Klett, Sólvá
Serensen, Tulla Arge, Edda Poulsen, Beinta Dahl-Olsen, Rannvá Justinussen, Jendis
Gærdbo og Maibritt Rubeksen