Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 1981síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

og 5 SOSIALURIN Síða 13 Orðaskifti og fólkaræði Í fleiri ár hevur blaðmað- urin Jan Miller saman við eðrum blaðmonnum á So- sialinum gjert eitt fyri- myndarligt blaðmannaar- beiði við at birta lív í og elva til orðaskifti um vinnu- og samfelagsmál. Fyrst og fremst við át viðgera og lýsa teir mégu- leikar, sum í ge tíð koma at verða /høvuds- íkastið til búskap okkara. Og roynt hevår verið at taka allar tættir til við- gerðar, sum viðvíkja fiski- vinnu og fiskaselumálum. Hetta arbeiðið er gjert út frá tí fyritreyt, at tað tænir tí búskaparligu sam- felagsmenningini og at tað tænir fólkaræðinum. Ein ávísan ávekstur hevur hetta munagóða blaðmannaarbeiðið tó giv- -ið, tí millum manna er Sosialurin í dag Feroya mest virda blað fyri góðsku og sakligheit. Men tað at tjakast sakliga út frá ymsum sjónarmiðum og samfe- lagsspurningum, tykist at ræða fólkafloksmálgagnið Dagblaðið. Ístaðin fyri at luttaka í hesum orðaskift- inum, velur hetta blað at sáa hatur til teir persónar, sum luttaka í tí,at ræða og hótta teir, ja í síni sera 6- demokratisku framferð mælir blaðstjórin til, at øll vápn verða brúkt fyri at steðga tí orðaskifti, sum er neyðugt fyri eitt fólka- ræðisligt samfelag. Blaðið heitir á allar heil- selur- og handilsmenn um at boykotta Sosialin fíggj- arliga. Men at teir borgar- ligu helst vilja, at fólk veit sum minst um samfelags- viðurskifti er einki nýtt, men at óttin er so ovur- hondsstórur fyri at blað- menn gera sínar demo- kratisku skyldur, sigur okkkum, at tað er meira neyðugt enn nakrantíð at halda fram við at upplýsa og skifta orð um samfe- lagsspurningar. Anrars er tað ivasamt, hvussu glaðir teir eru, sum Óli Breckmann biður um at hjálpa sær at kvala einastu demokratisku reddina í føroyska blað- mannaheiminum, tí enn er tað ein veruleiki, at umleið annarhver feroyingur ikki velur borgarligt, og tað kundi hugsast, at Dag- blaðið og teir heilselu- menn, sum stuðla Dagblaðnum, eisini hava fyri neyðini at fáa pengar frá tí helvtini av Feroya fólki, sum ikki stuðlar Óla Breckmann. Axel Skoubo á Sandi 19.2.81 Lýsið í SOSlalinum Husatekning? Gerið byggiarbeiðið greitt til summarid! — Gerið tekningina um veturin. Arne Samuelsen Telf. 55775 3870 Klaksvík ENON boðar frá Vit hava gott úrval av nyggj- um bondum úr Noreg, Svø- riki, Onglandi og Ameriku. Tú gert rætt í at ganga inn á gólvið at royna hesi bond og plátur. Landsins størsta úrval av andaligum plátum, sang- og talubondum Handilin fyri alt Guds fólk Su um ENON Niels Winthersgøta 5 3800 Torshavn - tlf. 14328 Opið: mánadag til og við friggjadag kl. 10.00-17.30 Leygardag kl. 10.00-12.00 Royndarskipan av ferðslu i Niels Finsens gøtu Tað verður her sagt frå, at frå leygardegi 21. febr. kl. 9.00 verður avmark- að akferðsla loyvd í Niels Finsensgøtu á strekkinum frå meinigheitshús- inum til Steinagetu. Last- og verubilar við totalvekt meira enn 3,5 t og prutl hava ikki loyvi at koma í getuna. Ferðslan er einvegis. Bilar kunnu koyra inn í getuna av Vaglinum kommunuskúlagarðinum ella bilplássinum oman fyri Feroya Banka. Komnir til krossin við Sverrisgetu (Káta Hornið), skulu teir snara annað- hvert til hegru ella til vinstru. Ferðin kann í mesta lagi vera 15 km um tíman Parkering er loyvd á 11 uppmerktum básum, og er parkeringstíðin av- markað til 15 minuttir. Tað verður gjert vart við, at tá ið koyrt verður út úr handilsøkinum, er vanliga sonuparkeringin framvegis galdandi. Hendan skipan er ein roynd, og kann getan verða stongd aftur, um mis- nýtsla fer fram, ella um skipanin vísir seg at hava óætlaðar vansar fyri tey gangandi. Herumframt kann getan verða stongd í sambandi við tiltek, so sum tónleikaframferslu, sjónleik, framsýning v.m. Fyrireikarar av slíkum verða bidnir um at venda sær til býráðið, í seinasta lagi eina viku áðrenn tiltakið skal fara fram. TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Tórshavnar býráð