Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 1981síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Gúnther, formaður í »Judosamband Føroya«: — Judosambandið ein- asta felag, sum hevur reglur fyri dooping Eisini hevur Judosambandid sonevndar amatørreglur, sum greitt siga, hvør er amatørur og hvør er professionellur februar var eitt nytt sersamband sett å stovn innan I. S. F. Tad eru tey fyra judo- Leygardagin 28 feløgini i Føroyum, sum hava skipa seg i Judosam- band Føroya. I hesum sambandi hevur SOSIALURIN tosad vid formannin i J. S. F., Jan Gúnther, um framtíðar- ætlanir sambandsins. >Tað fyrsta, sum kemur at henda nú, verður, at J. S. F. skal fyri á aðalfundi Í. S. F.'s til góðkenning- ar«, greiðir Jan frá, »ann- ars verður fyrsta uppgáva sambandsins at leggja føroyameistarakappingina til rættis. Hendan kapp- ing verður hildin í mai mánaði á hverjum åri«. Spurdur um hvar fer- oyameistarakappingin fer at vera, svarar Jan, at tað er ikki avgjert enn. >Hini árini hevur tað verið so, at tey bæði táverandi ein- astu felegini, Havnar Judofelag og Klaksvíkar Judofelag, hava skifts um at hava kappingina annað- hvert ár. Í ár verða so tvey nýggj feløg við, og annað av teimum, Vága Judo- felag, hevur sagt seg vera áhuga fyri at hava kapp- ingina har vesturi í ár; men orsaka av, at kapp- ingin er eitt stórt tiltak fyri eitt so lítið felag, er ikki greitt, um felagið megnar at standa fyri hesi kapping. M. a. er eingin ítróttarhell í Vágoynni, so umsteðurnar at lata áskoðarar síggja kapping- ina verða ikki góðar, og uttan áskoðarar verður tað ógvuliga trupult fíggj- arliga at skipa fyri kapp- ingini. Men, sum sagt, er steða ikki tikin til hettar enn<, leggur Jan afturat. Víðari sigur Jan, at Judosambandið fer at seta seg í samband við Europe- iska Judosambandið (Union Européenne de Judo), og kannað møgu- leikarnar at gerast limur har. Eisini hevur J. S. F. verið í samband við donsk, norsk og íslendsk judofólk og tosað um møguleik- arnar fyri samstarvi, men enn er einki ítekiligt komið fram tí viðvíkjandi. Annars upplýsir Jan, at Judosambandið sum ein- asta felag i Føroyum hev- ur reglur fyri dooping og amaterreglur, sum greitt siga, hver kann roknast sum amaterur, og hver verður roknaður sum pro- fessionellur. Í hesum døgum eru tað 10 ár síðani tað av fyrsta sinni varð byrjað at íðka judo-ítróttin í Feroyum, so at hesin ítróttur er av teim yngstu her á landi. Tað eru nú fýra judofeløg í Feroyum, og hava hesi umleið 150 aktivar limir. Umframt formannin Jan Gúnther úr Havnar Judofelag, er nevndin sett NASNASANSSASSAAØ Vórðu fagnað av starum Tað fyrsta boðið um várið, tjaldrið, er so smátt við at koma. Í góðveðrinum leygardagin og sunnudagin sóust nógvir flokkar nema land. Í Kúrdali og á Kúr- bergi sótu fleiri flokkar av tjøldrum, tá blaðmaður frá Sosialinum var ein túr i Hoyvík sunnudagin. Hesi tjøldrini vórðu fagnað av stórum staraflokkum, sum sungu alt teir orkaðu í tí góðu sålløtuni hendan fyrrapartin. saman við einum umboðið úr hverjum felagi. Teir eru Sven Nerspang, næstfor- maður, úr Havnar Judo- felag, Eyðfinn Christian- sen, kassameistari, úr Vága Judofelag, Bogi Lin- klett, skrivari, úr Klaks- víkar Judofelag og Hans Petur við Streym úr Sunda Judofelag. Blómubúðin »FLORA« TLF. 14169 HOYDALSVEGUR 8 3800 TORSHAVN sendir um alt landið! xXSNISIAXÅÅDRÅMXMXMXMXMSSÅENNXNMNNÅNNSNANNNNNMXÅMNMNNIN NSANMNNENNMN SYNES SNSSNSNNNNNNIYENNYNNENNNNNMNESESEESESEE Á ø 7 rå , 2 , z z SNÍSNNSNANASSA ÉT