leygardagur 21. mars 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 3
Starvsfólkasparing á dagpeningaskipanini:
| SPARINGIN KANN
KOSTA NÓGV
Stutt eftir at dagpeningaskipanin var
sett í verk, varð víst á tørv av starvsfólkum.
Men enn eru ikki fleiri fólk sett. Tørvurin ger, at tað nógva eftirlitsarbeiðið kann ikki
gerast til fulnar. Tí setir leidarin av dagpeningaskipanini, Steinbjørn Lilá, spurnartekin
við, um sparingin ikki kemur at kosta meira enn spart verður
Fyrisitingin av dagpen-
ingaskipanini hevur í sam-
band við tvær fíggjarlógir
sekt landsstýrið um at fáa
sett fleiri fólk afturat
uttan úrslit.
Í fjør ynskti dagpen-
ingaskipanin at fáa eitt
fólk, meðan fyrisitingin í
ár hevur biðið um at fáa
tvey fólk sett afturat
teimum trimum, sum nú
starvast á dagpeninga-
skipanini.
Men sambært fyriliggj-
andi uppskoti til fíggjar-
lóg er ikki meiri peningur
settur av til starvsfólk.
Um hetta verður broytt
undir endaligu viðgerðini,
vil samtyktin vísa, tí
nýggja landsstýrið hevur
neyvan havt umsteður 'at
viðgjert tað nýggjastu
umsóknina.
— Tørvur alla tíðina
Sosialurin hevur í hesum
sambandi vent sær til leið-
aran av dagpeningaskip-
anini, Steinbjørn Lilå, og
spurt hann, um arbeidid
hjå fyrisitingini kann
gerast til fulnar.
Steinbjørn Lilå sigur, at
eftir at dagpeningaskip-
anin hevdi virkad i eitt
hålvt år, gjørdi fyrisiting-
in upp, at tørvur var å
einum starvsfólki afturat.
Biðið varð um at fáa eitt
starvsfólk, men fíggjar-
nevndin tók ikki ynskið til
eftirtektar.
Eftir at dagpeninga-
skipanin hevði virkað í
gott og væl hálvt annað ár
gjørdi fyrisitingin støduna
upp av nyggjum: tørvur
er á tveimum starvsfólk-
um.
Skylda starvsfólk-
um frí fleiri mánaðir
— Úrslitið, av at vit eru
undirmannað, er, at vit
eru noydd at arbeiða yvir,
hóast vit ongar játtanir
hava. Og vit skylda tí
starvsfólkum frígongu (af-
spadsering) upp í fleiri
mánaðir, sum jú slettis
ikki letur seg fremja, sigur
Steinbjørn Lilå.
A verandi fíggjarlóg
hevur dagpeningaskip-
anin eina játtan upp á
10.000 kr. til yvirtíðar-
arbeiði. Men hendan játt-
anin er uppbrúkt. Á
STRANDFATASIIN „INDSINS (ís)
Eykahjálp og
frítíðaravloysarar
Sekt verður eftir eykahjálp og fritid-
starvsøki
aravloysarum
innan Øll
stovnsins á sjógvi og landi.
Skrivligar umsóknir mugu verða
stovninum í hendi í seinasta lagi 31.
mars 1981.
Løn sambært sáttmálar millum
Landsstýrið og Starvsmannafelagið,
Maskinmeistarafelagið og Arbeiðs-
mannafeløgini.
Tey, id ikki hava fingid svar innan
1. mai, eru ikki sett i starv.
Strandfaraskip Landsins
Yviri vid Strond
3800 Torshavn
komandi fíggjarlóg fyri
1981—82 eru settar av
30.000 kr.
Steinbjørn Lilå roknar
neyvan við, at hesin pen-
ingurin røkkur til, um tad
ålagda arbeiðið skal út-
innast.
— Og harafturat ber tað
ikki til at grunda eitt
arbeiði og eina fyrisiting á
yvirtíðararbeiði, sigur
Steinbjern Lilá.
Fyri at kunna útinna
tað, sum fyrisitingin á
dagpeningaskipanini eig-
ur og skal gera, skulu sam-
bært eini tervsmeting
brúkast einir 160—170
arbeiðstímar um vikuna. Í
letuni er bert arbeiðsorka
til umleið 10 tímar.
Stórt eftirlitsarbeiði
áðrenn dagpening-
ur kann útgjaldast
— Liggur so nakað arbeiði
á láni ella verður arbeiði
ikki gjørt til fulnar ?
— Tað er ikki bara at
koma við eini læknaváttan
og so fáa dagpening út-
goldnan. Nei, nógv annað
ger seg galdandi.
Her hugsar Steinbjørn
Lilá serliga um tað stóra
eftirlitsarbeidid, sum skal
gerast fyri at fåa
fyri, um dagpeningur
kann utgjaldast.
— Tí, hevur viðkomandi,
sum sekir um dagpening,
rætt at fáa sjúkrapening
aðrastaðir frá, hevur við-
komandi ikki rætt til dag-
pening, sigur Steinbjern
Lilá.
vissu
Fyrisitingin á dagpen--
ingaskipanini hevur neyvt
samarbeiði við Almanna-
stovuna, tí eitt vist sam-
band er millum veitingar
frá Almannastovuni og
dagpeningaskipanini. Hon
skal-seta seg í samband
við Lenjavningargrunnin,
Tryggingina, aðrar
sjúkra- og trygdargrunn-
ar, og hon skal kanna, um
viðkomandi kann fáa
sjúkrapening sambært
logtingslóg um starvsfólk
ella eftir sjómanslegtings-
lógini.
Harafturat skal eftirlit
havast við teimum sjálv-
bodnu tryggingunum
hava tey rætt ella ikki at
tekna
ingina.
sjálvbodnu trygg-
Klára ikki eftirlits-
arbeiðið til fulnar
— Men alt hetta eftirlits-
arbeiðið klára vit ikki at
gera til fulnar, eins og vit
heldur ikki hava verið fer
fyri at gjørt ymiskar upp-
gávur, t. d. upplýsingar-
arbeiði og hagtalsarbeiði,
sigur Steinbjern Lilá.
Hann vísir á, at nógv tíð
fer til at veita upplýsing-
ar, tí bæði løntakarar og
arbeiðsgevarar seta seg
ikki nóg væl inn í regl-
urnar.
Sparingin kann
kosta
— Spariknívur lands-
stýrisins hevur rakt dag-
peningaskipanina í sam-
band við setan av starvs-
fólkum, men er nakað
spart? -
— Tað er eingin ivi um,
at vit kunnu ikki spara um
starvsfólkaútreiðslurnar.
Skal nakað sparast við-
víkjandi dagpeningaskip-
anini, má lógarbroyting
til. Tað, at vit ikki fáa
gjort tað arbeiðið, sum vit
skulu gera, kann lættliga
koma at kosta meira, enn
hildið verður, at vit spara.
Vit fáa ikki gjørt eftirlits-
arbeiðið til fulnar, og so
statt kunnu vit koma at
útgjalda dagpening uttan
at viðkomandi hevur rætt
til hann.
— Koma tit ofta framá
demir, at viðkomandi ikki
hevur havt rætt til dag-
pening?
— Tað hendir og við-
komandi skal gjalda
peningin aftur, sigur
Steinbjern Lilá at enda.
Nevndin, sum gjerdi
álitið, áðrenn dagpeninga-
skipanin skuldi setast í
verk, metti, at nýggju
starvsfólk skuldu knýtast
at stovninum. Tá avtorn-
aði vórðu trý sett. Síðani
er frá politiskari síðu
eingin nýggj meting um
tørv á starvsfólki gjørd
Frá tí at dagpeningaskip-
anin varð sett í verk eru
skrásettar 3.500 sakir
Spyr Marner
Brennivín og pencillin
Nú havi eg so oftani
spurt vinmenn, um ein
kann drekka brennivín,
meðan ein tekur penci-
lin. Teir siga, at tað er
einki í vegin fyri ti.
Men eg ivist kortini
eitt sindur. Hvør er so
veruleikin ?
Ein, sum onkurtid
hevur verið noyddur at
taka pencilin
dansikveld
Tað er vanligt, at fólk
halda, at ein ikki má
drekka brennivín sam-
stundis sum ein tekur
pencillin. Tað er megu-
ligt, at tað er nakað í
hesum, men nakað vist
tori eg ikki at siga. Tað
er tó nakað um at um
ein tekur ymisk evni so
kunnu hesi hava eina
»interaction« sum kann
hava skaðiligan ávirk-
an á likamid. Hetta
kennst serliga millum
ávís medicinevni. T. d.
má ein ikki taka eitt
evni sum eitur fenemal
tá ein frammanundan
tekur p-pillara, tí so
virkar p-pillarin ikki
eftir ætlan.
Royking
Hverji eru bestu ráðini
at brúka fyri at kunna
leggja av við at roykja.
Eg royki sjálvur einar
40 sigarettir um dagin.
Kann ein keypa nakað
ávíst evni, sum ger, at
ein missir hugin at
roykja?
Stórroykjari
Einasti ráðini eg veit at
leggja av at roykja er
at taka seg sjálvan í
nakkan og leggja av.
Øll tey evni, sum seld
verða, og verða upp-
reklameraði, eru púra
nyttuleys. Um tey so
eru gjørd úr havra-
grýni ella eðrum
ólíkum evnum. Hetta
er bert at lokka so
nógvar pengar av tyg-
um sum gjerligt.
Sum sagt er einasta
at gera at blaka siga-
rettina burtur.
Tekur fosturið skaða ?
Eg havi verið uppá
vegin nú í einar tveir
mánaðir. Havi hug at
fáa mær ein lítlan av og
á og kanska ein royk.
Tekur fosturið skaða
av hesum ?
25 ára gomul kvinna
Ein lítil av og á ger
ongan skaða, men teir
lítlu mugu ikki vera ov
títtir. Men ein royk
mugu tygum als ikki
nerta, og helst ikki
vera í sama rúmi har
onnur roykja, tí tað
kann skaða fostrið.
Avrit til kommunu-
læknan
Eg havi ikki verið
oftani hjá serlækna,
men eg kundi tonkt
mær at vita, um ser-
læknin eftir at ein
hevur verið hjá honum
uttan ávísing frá
kommunulæknanum, tá
altíð sendir avrit av
journalinum til komm-
unulæknan.
Petra
Serlæknin nýtist ikki
altíð at senda avrit til
lækna tygara, men so
skulu tygum heldur
sjálv siga við serlækn-
an hvat tygum ynskja
Men um lækni tygara
spyr um upplýsingar
um tílíkt so vilja teir
altíð verða givnir