leygardagur 21. mars 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tú sum er ungur. Tú kemur uttan iva ferð eftir ferð fram á spurningar, tú heldur vera
týðandi. Vit — føroyski javnaðarungdómurin innan SU — heldur, at tað unga fólki
skal hava eina hugsan og taka støðu til spurningar, sum viðkoma okkum ungu. Vit
halda, at slíkir týðandi spurningar eru:
Arbeiðsviðurskifti
Eisini løntakarabélkurin skal hava økonomiska åvirkan.
Arbeiðandi fólkið skal vera umboðað í virkisleiðslum og
ognarrættur teirra til hesi verður skrásettur.
Mentan
Hvor er tað, sum verður ríkur av tí, at tey ungu keypa
mótalutir og frasmentan? Storfyritøkurnar hava fingið
eyguni upp fyri, at tað eru vit ungu, sum eru lættast at
ávirka av reklamuni. Tí gera teir eisini alt fyri at knýta
okkum at sær. Vit eru inni í ringinum, har tað bert er at
keypa og blaka burtur. Men vit vilja gera okkara egnu
mentan.
U-londini
Hví svelta menniskju? Og hví eru rådvørurnar so ójavnt
býttar? Tað er tí, at tey ríku londini stjala frá u-lond-
unum. |-londini eru í dag bundin at einum økonomiskum
vøkstri, av at verða ríkari við at lata u-londini gjalda.
Friðurin
Fyri okkum ungu er tað týdningarmikið at arbeiða fyri
heimsfriðinum. Í dag er hann hóttaður. Vit mugu steðga
herdubbingini — eisini í Føroyum.
Javnrættur
Tey sum hava pening hava eisini ræði. Fá hava pening
og få hava ræði. Vit hava eitt økonomiskt og politiskt
órættvísi og órættvísi millum kynini. Vit ganga út frá, at
øll menniskju hava sama virði og tí, at øll skulu hava
somu ávirkan.
Yvirgangur
Hví klandrast fólk? Tað ber ikki til bert at geva teimum
ungu skuldina fyri ungdómsharðskapi og brotsgerðum.
Orsgkirnar mugu greinast út. Fyri eitt ungt menniskja,
sum einki arbeiði hevur, ongan bústað, og sum kennir
seg misnýtt, er vegurin til harðskap ógvuliga stuttur.
Fyri at steðga hesum yvirgangi krevjast nógv tiltøk.
Demokratisk sosialisma
Í einum demokratiskum sosialistiskum samfelag er
javnrættur og demokrati. Øll menniskju hava sama virði
og eingin mergsýgur eitt annað menniskja. Eingin rænur
til sín við at lata onnur gjalda.
Arbeiðsloysi
Arbeiði er ein grundleggjandi rættur hjá einum hverjum
menniskja. Í dag er tað veruleiki, at arbeiðsloysi millum
tey ungu er vaksandi í Føroyum. Samfelagið kann ikki
framhaldandi stoyta tey ungu frá sær. Vit halda at
teimum ungu má tryggjast arbeiðs- og lestrargki.
Orka
Orkan er bundin at samfelagsmynstrinum og sam-
felagsútbyggingini. Við at siga nei til kjarnorku, siga vit
eisini nei til, at tung vápn eru í samfelagnum.
Umhvørvid
Tad er veruleiki, at dålkanin av okkara umhvørvi økist år
um år. Higartil hava vit ongar lógir, sum kunnu steðga
hesi dålkan. Vit krevja eina låg, sum gevur hvørjum
menniskja rætt til náttúruna, til eitt umhvørvi, sum er
frítt fyri dálkan. Ídnaðurin má taka sína ábyrgd.
Lívsvirði
Lívsvirði merkir, at vit skulu kunna eta eiturfrían mat, og
at øll skulu kenna tryggleika. Lívsvirði merkir fyri
okkum, at menniskju skulu kunna hava ávirkan á
arbeidsøki teirra og á bústaðargki teirra. Lívsvirði er
frælsi frá mergsúgvan. Í dag er lívsvirði ógvuliga
avmarkað.
Bústaður
Tað tykist vera émøguligt hjá teimum ungu at fáa nakað
at búgva í. Bíðirgðini eru long. og í flestu forum krevst
nógvur peningur. Tað sindrið sum verður bygt, er ikki
hóskandi til tey ungu. Tað eru tey ríku, sum hava ráð at
búgva í teimum luksuskubbum, sum eru. Vit krevja, at
kommunurnar økja um bústaðarbyggingina — byggja
bústaðir, eisini til tey ungu.