Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mars 1981síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Ítróttarsambandið fyri brekað : Altjóða arbeiði gongur væl — á heimavolli gongst striltnari Ítróttarsambandið fyri brekað (ÍSB) heitir á itrottarfeløgini kring landi um at taka á seg, at geva brekaðum møguleika at íðkað ítrótt á heimstadarøki teirra Ítróttarsamband fyri brekað, ISB, er samband innan ÍSF, ið varð sett á stovn 10. apríl 1980. Henda deild hevur verið virkisfús frá fyrsta degi av, og er nógv komið av Framhald av síðu 13 Klaksvík og í Havn. Úr Feroyum til Grenlands fóru kvinnu- og manslið og unglingar í badminton, og var hetta fyrstu ferð, at føroyingar kappaðust í Grenlandi og kann tí sig- ast at vera ein stórhend- ing í ítróttaseguni. Síðan Ítróttasamband Føroya fekk limaskap i »De Nordiske Rigsidræts- forbunds Fælleskomité« stutt stavað N.R.I.F.K., hava vit luttikið á fundum millum ítróttasambondini á jevnum feti við hini norðurlondini, fyrst í Reykjavík í 1975, í Keyp- mannahavn 1977, í Fin- landi 1979, og stendur nú Feroyar fyri terni at vera vertur í 1981. Hesin fundur verður hildin í døg- unum 21.—24. mai. Vit kunnu rokna vid luttøku frá ellum norðurlondum, eini 35—40 fólk í tali. Vit eru í letuni í ferð við at fyrireika henda fund, og vóna vit, at umboð fyri allar deildir og ser- sambond hjá okkum kunnu verða við á fund- inum, so at hann kann fáa eitt so breitt grundarlag sum gjerligt A teimum hálvafligu norðurlendsku aðalskriv- arafundunum hava vit luttikið, og vóru vit eisini við nú í februar í Keyp- mannahavn. Tað, sum her hevði okkara stersta áhuga, var spurningurin um norðurlendskan pen- ingastuðul til ítrótta- endamál. Tey norður- lendsku ítróttasambond- ini hava lagt áherðslu á, at hesin peningur skal nýtast til at lætta um samvinnuna millum Fer- oyar, Ísland, Grenland og hini norðurlondiri. Vit fingu í okkara lut í fjør kr. 40.000,-, hesin stuðul skal hækkast nakað meira í ár, og hava vit saman við Íslandi lagt fram ynski um at fáa henda studning sum ein blokkstudning, tí vit meta, at vit eru sjálvir betur førir fyri at døma um, hvat hesin peningur skal nýtast til. skafti; samstarv er fingið í lag við feløg bæði her á landi og uttanlanda. ÍSB hevur sett í gongd ítrótt fyri brekað í kveld- skúlunum í Havn. Tilboð- ini vóru t. d. fimleikur, svimjing, borðtennis og flogbóltur, men tá tilmeld- ingarfreistin var úti, vísti tað seg, at tað bert var grundarlag fyri at fara undir svimjing, og hevur hetta tiltak verið væl- eydnað fyri ISB. — >10. januar 1981 varð ISB upptikið sum sjálv- steðugur limur í Nordisk Handicapidrætsforbund, og er hetta at fegnast yvir, at gingist hevur so væl, ikki minst, nú árið 1981 er sett at vera ár teirra brek- aðu, og farið eg at ynskja ÍSB gott komandi arbeiðs- ár“ segði ÍSF-formaðurin, Heðin Mortensen, m. a. í formansfrágreiðing síni til aðalfundin, ið var leygar- dagin. ÍSB metir, at millum- tjóða arbeiðið teirra hevur roynst væl, men at verri er gingið heima í Feroyum, og sendi sambandið tí skrivið, ið vit prenta her til ÍSF-aðalfundin. ÍSB varð stovnað apríl 1980 við tí endamáli at menna og fremja ítrótt fyri brekað í Føroyum. Tað fyrsta, felagið gjørdi, var at gera vart við, at tað var stovnað við at senda skriv til ítróttar- felog og kommunurnar í Føroyum og til ítróttar- felog fyri brekað í hinum norðanlondunum. Við tí norrena samband- inum má sigast at hava gingist væl: vit vóru á fundi í Sveríki í nov. 1980, har m. a. viðurkenning av okkara felag sum sjálv- stødugt og í jan. 1981 hava vit fingið bræv um, at vit eru viðurkendir av hinum norðanlondunum, og at teir vilja arbeiða fyri, at vit fáa viðurkenn- ing í altjóða samband- inum fyri brekað. A heimavelli má sigast at hava gingið striltnari: Vit hava so at siga einki frætt frá ítróttarfelogun- um kring landið. Vildu fegnir, at tey ymisku felegini tóku á seg at geva brekaðum í teirra heimstadarøkid møguleika fyri at idkad itrott. Eftir okkara tykki er besta loysnin, at feløgini kring landið taka initiativið. Hin loysnin, sum vit meta er verri, men ein neyðloysn, er at ÍSB tekur á seg at stovna undir- deildir. Vit komu so líðandi í gongd í Havn heystið 1980. Fyrst varð roynt undir teimum ymisku ítróttarfeleogunum, men einasta gongda leiðin vísti seg at vera at koma undir kvøldskulaskipanina hjá Tórshavnar Kommunu. Fyrst varð farið undir svimjing, nakrar mánaðar seinri fimleik. Komandi SOSIALURIN ISB, Ítróttarsambandið fyri brekad, er nu veru- liga farid til verka. Sambandid er ni m. a. komid undir kvøldskula- skipanina hjá Tórshavnar Kommunu og er nú reglulig svimjing fyri brekað í Eysturskúlanum. Komandi heyst er ætlanin, at taka upp ymisk bóltspel, bæði sum motión og kapping, men enn gongst ov striltið, og eftirlýsir ÍSB tí fyritaks- semi hjá feløgunum kring landið. heyst er ætlanin at taka upp ymisk bóltspel, bæði sum motión og kapping. Vildu fegnir at gongd kom á aðrastaðni kring landið, í fyrstu syftu kanska stórplássunum: Klaksvík, Tveroyri, Vág, í Vágunum. — Vit eftirlýsa her fyri- taksemi hjá feløgunum kring landið. Nevndin ÍSB stendur fegin til reiðar við at hjálpa sum best. Neistin 50 ár Í dag, 21. mars, eru liðin fimti ár, síðani hondbólts- felagið Neistin varð stovn- að. Við at stovna felagið vóru: Petra og Jenny Rein, Edil Djurhuus, Helge Michelsen, Andreas Mouritsen, Hanna Mor- tensen, Borghild Evensen og Anna og Sanna á lag. # Byrjað varð at spæla hondbólt í gamla komm- unuskúlagarðinum, men har gjerdist ov trongligt, so um hondbóltsfelagið skuldi fáa arbeitt, mátti vøllur gerast. Neistin fekk lendi i Gundadali, men har var ov knortlugt at spæla, so i 1936 varð hondbólts- vellur, ið lá á ekinum Feroyameistarakapping fyri old-boys varð í 1969. Her vóru tað Neistin í VÍF, ið kappaðust. Myndin er tikin í Vestmanna. Aftast frá vinstru: Eigil Lyngse — Hildibjartur Johansen — Henning Eysturoy — Poul Johs. Johansen — Hans Holm — sitandi frá vinstru: Evald Larsen — Ejvind Dam — Hansemann Mikkelsen r millum núverandi fót- bóltsvellirnar, gjørdur. Mest vóru tað genturn- ar, ið spældu fyrstu tíðina, men menninir komu eisini við sum frá leið, og vóru tað limir úr Havnar Fim- leikarfelag, ið byrjaðu at spæla til tess ikki at liggja »stillir« um summarið, tå fimleikur bert var vetrar- 04 - 1931-1981 ítróttur. Neistin fekk fyrsta fer- oyameistaraheitið innan manshondbóltin í 1949, meðan kvinnurnar, ið hevdu verið aktivar frá byrjan, hevdu fleiri meist- araheitið aftan fyri seg. Neistakvinnur hava, frá tí at felagið varð sett á stovn, spælt hondbólt og kappast so at siga á hverj- um ári, og vóru tað eisini tær, sum á fyrsta sinni fóru uttanlands. Leiðin gekk í 1949 til Danmark- ar, har vertirnir vóru KI. Hetta felag hevði vitjað her árið fyri. Síðan tá hava fleiri uttanlandsferðir verið gjørdar við bæði yngri og eldru liðum felagsins, og nógvar vitjanir hava eisini verið henda vegin. Fyrsta kvinnulið Neist- ans hevur tvær ferðir luttikið í Europa-cup kappingunum, meðan fyrsta manslið hevur lutt- ikið eina ferð. Í kappingarárinum 1980—81 hevði Neistin melda 22 lið til luttøku i landskappingini. Sosialurin ynskir Neis- tanum tillukku á stóra degi teirra. »Føroysk svimjing fær skjótt altjóða viðurkenninga Í formansfrágreiðing síni til ISF-aðalfundin, umreddi Heðin Mortensen eisini = svimjingina, og segði hann m. a. Vit hava í samráð við svimjideildina sekt um limaskap í Nordisk Svemmeforbund, men enn hevur ikki eydnast okkum at fáa limaskap har. Or- sekin er tann, siga teir, at vit kunnu ikki fáa lima- skap í Nordisk Svømme- forbund, fyrr enn vit eru limir av Fina og Len. Vit hava í hesum døgum fingið játtandi svar um limaskap í Len, og eftir hesum játtandi svari hava vit nú av nýggjum sekt um limaskap í Nordisk Svemmeforbund. Vit hava nú góðar vónir um at verða upptiknir sum limir har. Orsekin til, at vit stremba so nógv á um at fáa limaskap í Nordisk Svemmeforbund, er, at vit í dag eiga nógvar góðar svimjarar, sum hava mar- kerað seg við eins góðum tíðum, sum frægir svimj- arar, t. d. í Danmark, hava. #5; 8