mikudagur 25. mars 1981síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Sveinaroyndir
fara fram í apríl/mai í ár. Lærlingar
mugu tilmeldast av meistaranum til
Læruráðið, J. Broncksgøta 27. Tórs-
havn, í seinasta lagi mánadagin 6.
apríl. Saman við tilmeldingini má lat-
ast inn lærusáttmáli, navnaváttan og
50,- kr. í tilmeldingargjaldi.
Maskinlærlingar lata samstundis
inn tekning.
Tilmeldingarblød
Lærurådnum ella teknisku skúlunum.
fáast frá
Læruráðið
Lýsing
um
»serlån« til skip
Visandi til 3 8 í niðanfyri standandi reglugerð
verdur sagt frå, at umséknir um »seriån«
skulu vera landsstyrinum f hendi f seinasta
lagi 6. apríl 1981.
Allir skipaeigarar kunnu søkja, eisini teir, ið
áður hava sekt.
Reglugerð
um
treytir fyri serláni sambært iggtingslóg nr. 8
frá 16. januar 1980 um lán til fiskifør.
$1. Lán kunnu veitast til fiskifør, sum eru
komin í fíggjarliga trongsteðu, orsakað av at
veidumøguleikarnir eru varsnaðir, og av at
rakstrarútreiðslurnar vegna hækkandi olju-
prísir og reiðskapsprísir eru munandi øktar.
$2. Lánini verða at nýta til rindan av faln-
um terminsgjøldum, ognarum og til ílegging-
ar við tí endamáli at effektivisera og ratio-
nalisera avvarðandi skip.
$3. Lán verður at veðtryggja best møgu-
ligt í avvarðandi skipi.
54. Treyt fyri, at lån kann verða játtað er,
at eginpeningurin verður hækkaður við 5%
av tí peningi, ið veittur verður sambært
nevndu lóg.
$5. Lán kunnu veitast yvir 7—10 ár at
afturgjalda við hálvárligum gjaldi. Fyrsta árið
er avdråttarfritt. Rentan er 9,5% p. a. Utgjald-
ing fer fram eftir avgerð landsstýrisins. Í
hvørjari jåttan skal liggja ein bindandi út-
gjaldingarskrá.
86. Landsumsitingin ger tilmæli viðvíkjan-
di innkomnum umsóknum, og kann hon taka
sær serkgna hjálp í viðgerðini av umsókn-
unum. Til tess at tryggja fastar reglur við-
víkjandi upplýsingum og fíggjarligum eyð-
kennum hevur landsumsitingin samstarv við
búskaparráðið. Játtanin av lánum sambært
nevndu lóg fer fram eftir reglunum í $1 í
lógini um veðhald fyri lánum til fiskiskip og
fiskavirkir.
$7. Umsøkjarin skal í minsta lagi við-
leggja roknskapir fyri tey seinastu 3 árini og
upplýsing um støduna umsóknardagin,
grundgeving fyri trongstøduna eftir 51 og
gjølligar upplýsingar um, hvussu raksturin
kann gerast lønandi og møguligar fleggingar
at effektivisera og rationalisera raksturin.
Nágreiniligt yvirlit yvir ognarar verður at við-
leggja umsóknini.
$8. Umsóknir um lán skulu vera Feroya
landsstýri í hendi áðrenn 30. apríl 1980, men
kann landsstýrið eisini veita lán til seinri inn-
komnar umsóknir.
59. Umsitingin av givnum lánum verður
fyribils at leggja til Føroya gjaldstovu.
Føroya Landsstyri
Klaksvikar
Sjukrahus
Søkt verdur eftir fritidaravloysara
fyri læknaskrivara i tidini 29/6 til 17/8
1981.
Umsókn við møguligum prógvum
verður at senda til umsjónarmannin,
Sjúkrahúsið, 3870 Klaksvík.
Felagið Varðin
Ársaðalfundur felagsins verður á
Hotel Føroyum tyskvøldid 31. mars
kl. 20.
Dagsskrá eftir lógini.
Nevndin
SOSIALURIN
Aðalfundur
Havnar Klubbi hevur regluligan aðal-
fund sunnudagin 29. mars 1981 kl.
16,00 við hesi dagsskrá:
1. Framløga og góðkennan av rokn-
skapum.
2. Lógarbroyting.
3. Ymist.
Nevndin
Tvøroyrar Bio
til sølu um hóskandi boð fæst.
71565
Tað er veruleiki,
at Opel Kadett er nr. 1
Tað eru ikki allir bilar, sum líka
nógv virði er í. Tað vísa best prísir-
nir, tá brúkti bilurin skal seljast.
Opel Kadett er mest seldi bilurin í
Danmark seinastu fýra árini. Og
ársins bilur í 1980.
Hetta kemur av, at Opel Kadett er
hverja krónu verdur, sum tú gevur
fyri hann.
Tað eru bilar, sum eru bíligari enn
Kadett. Men ikki fyrr enn tú hevur
havt ein bil í eina tíð sæst hvussu
dýrur ein »biligur« bilur kann vera.
Tá sæst best, hvussu lítil dugur er í
øllum »dipeduttunum«, sum eystur-
lendskir bilar prýða seg við.
Í einum Opel Kadett leggur tú skjótt
til merkis, hvussu langt er ímillum,
at tangin skal fyllast og somuleiðis
vitjanirnar á verkstaði.
Opel. Tað er eingin annar sum ger
tað so lætt og bíligt at hava bil. Tí
bleiv Opel eisini í 1980 mest seldi
bilur í Danmark.