Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1981síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Grækarismessu- reða, sum Frits Johannesen helt á Muntra í Fugla- firði tann 14. mars Tað var ein vakran summardag í 1947, at nekur ungfólk úr eini bygd her nærhendis komu heim at vitja fyrstu ferð eftir krígslok. Meðan hesi ungfólk ganga niðan í Tún, situr gamal maður, hvítskegg- jutur og stórlimaður, á "einum trappusteini. Hann heilsar hesum ungu kærkomnu gestum við nýtum orðum — ja, tað kundi verið Gunnar á Líðarenda, ið mælti so: »Hava tit sæð, hvussu grenar líðirnar eru, og hvussu feitur seiðurin er?« Tilik heilsan og tilik orð vóru sitandi i minn- inum sum ein rammi kring alt tað, sum bylgd- ist teimum í barmi øll árini, tey høvdu verið burturstedd — skotin Hava tit sæð, hvussu grønar líðirnar eru... ? langt av leið, burtur fra heimligum viðurskiftum — vinum og kenningum, systkjum og faðir og móður. Hvussu mangan mundu tey ikki sita og hugsa um tær grenu líð- irnar heima í Føroyum — undir trongum korum, ómenniskjansligum um- steðum. Av hesum settu kenslurnar djúp spor í hugan og vóru við at gera, at mong komu igjøgnum hesar dimm- leittu dagar, í vónini um, at ljósar gerast aftur letur og gott viðrák fyri allar partar kom aftur í sætið sum tað besta og dýrasta vit áttu. Steðgað var á hesa letu Niðri í Túni, og stundin gjerdist ein eyð- kennisleta, har hugur, orð, menniskjavit varð samanvovið í so vakra mynd, at alt tað, sum tú var góður við — var tann vakra grena líðin og tann vakri blái fjorðurin, ið goymdi so nógv gott, sum varð til tað dagliga lívið her á landi. Í dag verður eisini steðgað á. Í dag eru vit komin saman fyri at heilsa einum nýkomnum gesti. Bæði ung og gomul nerta við hugsa- nina, at okkara fyrsti várgestur — tjaldrið, er komið aftur til lands. Vit vóna, at líðirnar gerast grønar — at gróður verður á sjógvi og landi og í ellum viður- skiftum okkara. Tann myrka vetrartíðin, sum nú er í ferð við at binda sítt síðsta umfar, setir mangan djúp spor eftir seg bæði á sjógvi og landi: Men vónin um, at sólin, fuglurin og fiskur- in aftur verða drigin av hesum klettum, kveikir sinnið so, at ein blóma sprettir í dám yvir okkum, og óivað er tjóð- fuglur okkara við til at nera um henda dám. It er at meta um hvørji kor, ið tjaldrið hevur, medan tad er burtur um veturin. Eitt vita vit, at heitt og fjålgt er å teimum økjum, har tjaldrið buleikast um veturin. Onkuntíð hevur verið skrivað í blødunum um, at menn hava skotið tjaldur, tí tey ótu ov nógv av skeljafiski og sostatt vóru ein mein- bogi fyri tey, ið fingu sína úrteku á hesum eki. Her kundi segan byrj- að um tjaldrið, ið sat á einum flúri niðri í Nor- mandínum og droymdi um heimlig viðurskifti, um vælangandi eingir, um reiðrið, egg og ungar, um grenar líðir og bláan fjørd, har tann feiti seið- urin svam. Í barminum livdi ein livandi vón um ein dag at síggja oyggj- arnar aftur, hóast onkur lúrdi í nánd við byrsuni. Ein dag í fyrra helm- ingi av mars kendi hetta tjaldrið slíka trongd á sær, at longsul og tráan fekk tað til at spenna veingirnar og seta kós norðuryvir. Ofta hevur tú hoyrt sjómenn greiða frá, tá ið siglt verður heimaftur av fiskileið, hvussu al- spentir teir hava verið, tá ið teir fyrstu fjalla- topparnir dagaðu undan havsbrúnni. Um tjaldrið følir og kennir tað sama, er ikki lætt hjá okkum menniskjum at meta um, men tað, sum er lagt niður í ta vekru og noss- ligu tjaldurslund — longsulin aftur at kunna seta føtur á grønar túgv- ur og gráar steinar, kann tykjast at vera eyð- kenni, sum nekurlunda eru eins hjá menniskjum og flytifugli. Heimlongsulin hjá AAANNNÁNNNAÓSNRAA væl í Óla... ANASNSSSASSSSSASS um á Paula... rå rå , , rå rå á z Á Á á z / rå , rå rå 4 rå , TÁ (Á ri rå , TÁ , , rå ø rå rå Á z rå rå z , NNNNNINNNNNNNINNNNNNNNÅNNNNNNNNNENNNNNSN teimum, sum komu heim eftir kriggid, mundi vera serliga sterkur. Flestu teirra fóru avstað aftur, men hava vitjað aftur summar eftir summar, eins og tjaldrið hevur gjørt tað, og ger tað. Tann gamli Niðri í Túni hin dagin í 1947 heilsaði = so blídliga sínum bygdarfólki, tá tey komu heim aftur eftir kríggið. Í dag heilsa vit, sum eru komin saman á Muntra teir grenu skótarnar, sum eru eins og grønir sum tann grøna líðin, og tað vakra blástrarljóðið, sum flýgur tjaldrinum ímót og sameinir okkara fag- rastu tankar og ynski um, at ljósar gerast tíðir her á landi, bæði fyri eldri og yngri, og at tjaldrið ikki má fara úr huga okkara, men vera symbolið uppá tað, sum dregur hugan at landi, fólki, bygd og heimi: Lat sólina skína um dal- ar og fjøll, grønkast lat heiðar og líðir ! Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól, vónandi sælari tíðir. Flemming riggar bara lummanum á við telum ! !! Jógvan riggar knapp- liga so væl í lumman- nokk við at manipulera Stjórnin í Gamla Ritan rak á land Í illveðrinum um viku- skiftið slitnaði teymurin hjá Jónfríð (ex. Ritan), har hon lá út fyri Skála, og rak hon á land. Tjaldrið var inni á Skála mánadagin og hálaði hana útaftur. Jónfríð fekk ikki skaða, tí hon stóð á sandbotni. Hon stóð millum havn- ina og bátahylin. Hetta var fyrsta upp- gávan hjá Tjaldrinum, nú tað aftur er komið í vaktar- og bjargingar- tænastuna eftir sjey mánaðir á Skála skipa- smiðju. Eldur í vøruvogni Å middegi, leygardag- in kom eldur i ein vøru- vogn hjå P/f J. Dahl Gørdum i Vågi. Eldur- in var i motorinum, sum før fyri skeytid. Blómubúðin >F LORA< TLF. 14169 HOYDALSVEGUR 8 3800 TÓRSHAVN sendir um alt landið! NÝSSÝNSN Realinum tosaði nógv um, hver eftirmaður E. Fosaa skuldi verða. Eg kann upplýsa, at D. J. Serensen bleiv ikki nevndur. SNNÁANNASANNA N