mikudagur 1. apríl 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Feskfiskaútflutningur til Bretlands:
Kann bert lóna
seg at flúgva
dyr fiskasløg
— sigur Birgir Danielsen, fiskasglustjóri
Í samband við frásegn í
seinasta Sosiali um fiska-
marknaðin í Billingsgate í
London, har eisini
føroyskur fiskur verður
seldur, hava vit vent
okkum til stjóran á
Feroya Fiskaselu, Birgir
Danielsen og spurt hann,
um vit í framtíðini eiga at
satsa uppá bretska mark-
naðin við feskum fiski.
Birgir Danielsen sigur
til hetta, at skulu vit gera
álvara burtur úr tílíkum
ætlanum, so mugu vit
hava eitt betri rutusam-
band við Bretland. Tað er
eisini ein spurningur, hvat
flakavirkini siga til, at
fiskurin fer uttan um tey
feskur inn á bretska
marknaðin.
Loftvegis
Fiskaselustjórin sigur víð-
ari, at teir í januar í fjør
gjørdu eina roynd at
senda feskan fisk við flog-
fari til Bretlands. Royndin
vísti, at fraktin úr Feroy-
um til Aberdeen og haðani
til Billingsgate í London
liggur um góðar 8. kr. kilo.
Er so talan um heldur
bilig fiskasløg sum t. d.
tosk og hýsu, so eru tær 8
kr. í frakt so nógv av
sjálvum seluprísinum, at
ein tílíkur flutningur ikki
kann løna seg.
Birgir Danielsen visir
eisini å, at flogvøllurin i
Vågum er ov litil til at
taka størri flogfør, sum
skuldu flogid fiskin til
Bretlands. Harafturat
kemur óvissan um veðrið.
Uppá fyrispurning um
tað kortini ikki kann loysa
seg at satsa uppá feska
marknaðin á meginland-
inum við at senda dýrari
fiskaverur við flogfari,
sigur Birgir Danielsen, at
Frá fiskamarknaðinum í Billingsgate í London
er talan um dýran fisk
sum t. d. laks, hummara,
krækling, jákupskel og
kanska eisini kalva, so
kann tílík sela helst lena
seg.
— Flúgva vitt. d. fisk til
Paris, og útseluprísurin á
honum har er einar 200 til
300 kr., so hevur tað einki
at siga, um fraktin er tær
10 ella 20 kr. fyri kilo.
Sjóvegis
— Men hvussu við at flyta
feskan fisk sjóvegis til
bretska marknaðin,
spurdu vit Birgir Dani-
elsen !
— Okkara skip sigla
bert eina ferð um vikuna
og tað ger, at fiskurin er
vorðin ov gamal, tá hann
kemur á marknaðin á meg-
inlandinum. Sammeta vit
við viðurskiftini í Dan-
mark t. d., so kunnu flut-
ningsbilar har fara víðari
við feskum fiski, nær tað
skal vera. Bilurin er so-
statt klárur at taka ímoti
fiskinum, tá hann kemur
uppá land — meðan hjá
okkum má fiskurin bíða
eftir, at báturin er klárur.
Birgir Danielsen heldru
tó fyri, at hvat viðvíkur
kongafiski, so hava vit her
meguleikar at flyta hann
feskan á m. a. týska
marknaðin, hóast hann er
upp til 14 dagar gamal.
Hetta kemst av, at týsk-
arar sjálvir eru vanir at
flyta hann heim úr Gren-
landi, Íslandi og Feroyum
og er hann millum 10 og
14 dagar gamal, tá hann
kemur á feskfiskamarkn-
aðin í Týsklandi. — Her
hava vit í hvussu er megu-
leikan at koma inn á fesk-
fiska marknaðin á megin-
landinum endar Birgir
Danielsen.
Hava snarað lykilin...
Framhald av síðu 1
Ringt at fáa veitan
aðrastaðni
Torkild Lindberg sigur í
hesum sambandi, at teir
hava havt ymsar trupul-
leikar, men teir hava alla
tíðina mett, at teir fóru at
vinna á hesum trupulleik-
um. Tað er eisini so við
hesi vinnugrein, at tey fáu
virkini sum eru aðrastaðni
í heiminum av hesum slag,
vilja ikki loyva fremmand-
um inn á virkini. Tí skal ein
byrja heilt av nýggjum.
— Tað hevur verið
nevnt, at tit hava ikki
keypt tær rettu maskin-
urnar til framleiðsluna. Er
tað so?
— Hatta er als ikki rætt.
Vit hava ikki keypt skeiv-
ar maskinur. Men onkrar
av maskinunum hava ikki
harmoniserað so væl
saman. Hetta hava vit
bett um við at skifta
okkurt út og seta nýggj lið
inn ístaðin.
— Hava tit ikki havt
trupulleikar at sleppa av
við lidnu veruna?
— Vit hava ikki í byrjan-
ini gjert so nógv við selu-
arbeiði, men steðan í dag
er tann, at tað er stórur
eftirspurningur eftir hesi
veruni. Vit hava selt eini 4
tons higartil og høvdu bí-
leggingar heilt fram til
seinnapartin av 1981. Um
góðskuna er at siga, at
hon er í lagi. Vit hava
fingið at vita frá onkrum
Tarabáturin Snæbjern. Kemur hann at liggja fyri teym í
framtíðini ? Tad er okkurt, sum bendir á tað !
virki, at kvaliteturin ikki
kann vera betri.
Tarin má skiftast út
— Men hevur úrtekan úr
taranum ikki verið ov
lítil?
Fyri tað fyrsta er tað at
siga, at tað hevur verið ein
egiligur prísvekstur,
síðani vit fóru í gongd, m.
a. er fraktin vaksin nógv
og prísurin á kemikalium
eisini. Har er so prísurin
fyri sjálva framleiddu
veruna ikki fylgdur við.
Um taran í Feroyum er
at siga, at hann er ov
vánaligur, men tað kemst
av tí, at hann er ongantíð
skorin fyrr. Eftir nøkrum
árum hava vit fingið skift
hann úr, og so er hann
vælegnaður til framleiðsl-
una.
Torkild Lindberg skoyt-
ir uppí, at teir hava mett
trupulleikum frá byrjan.
Tað hevur verið roynt frá
nógvum sterkum síðum at
keva hetta projektið. Og
tað hevur so eydnast nú.
— Sjálvur haldi eg tað er
ógvuliga spell, tí her
hevdu vit í veruleikanum
longu arbeitt upp ein
„know how«, sum fór at
fáa týdning uppá longri
sikt. Men her hava menn
so ikki viljað viðgingið, at
hetta hevur verið nakað
vert.
Torkild vísir kortini á,
at teir hava verið stuðlaðir
væl frá ymsum síðum.
Eitt nú hava Feroya
Banki og Menningar-
grunnurin stuðlað so langt
tað hevur verið gjørligt.
13 mill. kr.
Í dag stendur virkið í 13
mill. kr. Egnsútviklings-
grunnurin hevur latið 5
mill. kr., Ídnaðargrunn-
urin 3,6 mill. og Menning-
argrunnurin 2,8 mill. kr.
Eginpeningurin er uppá
1,5 mill. kr. Harav hevur
landsstýrið goldið 300.000
kr. Restina hava 7 parta-
eigarar goldið.
Teirra millum er Torkild
Lindberg sjálvur. Hann
sigur soleiðis um hetta: —
Fyri meg og aðrar merkir
hetta ruin. Vit hava eitt
ógvuliga stórt økonomiskt
tap av, at virkið nú er
stongt. Vit hava eisini
lagt eitt ógvuliga stórt
arbeiði í at fáa virkið at
ganga, og nú hevur hetta
so verið til fánýtis.
— Trýrt tú framvegis
uppá taraídna í Feroyum ?
— Tað geri eg so av-
gjørt. Tað er gott fyri eitt
land sum Feroyar, at
onkur nýggjur ídnaður
sær dagsins ljós — har vit
ikki bert keypa eitt ella
annað hálvliðugt úr Dan-
mark og so blanda tað
saman í Feroyum og so
kalla tað fyri feroyska
framleiðslu. Her kundi
harafturímóti verið talan
um ein veruligan alterna-
tivan ídna, har vit komaút
um landoddarnar og selja
veruna í útheiminum. Tað
eru jú avmarkaðir
meguleikar = á heima-
marknaðinum í Føroyum.
— Men Torkild Lind-
berg, er tað ikki eitt mark
fyri, hvussu leingi eitt
virkið kann koyra við
undirskoti:
— Eg haldi tað er neyð-
ugt í eini uppbyggingar-
tíð, uttan mun hvat ein íer
í gongd við, at fáa stuðul.
Aðrastaðni eru tað oftani
multinationalar og sera
peningasterkar fyritøkur,
sum halda einum
nyggjum virki gangandi i
kanska eini 10 år, áðrenn
tað fer at geva yvirskot
Må hava rætta
eftirnavnið
— Nú nevnir tú, at tit
hava mett mótsteðu fr
byrjan av. Hevur eisini
verið politikkur uppi í ?
— Ja, tað haldi eg so av-
gjørt. Hevur ein ikki tað
rætta eftirnavnið, so er
sera trupult at fáa eitt
tílíkt virki upp at koyra í
Feroyum. Vit hava hoyrt
um, at hetta nýggja lands-
stýrið hevur givið veðhald
fyri fyri hesum og hasum
og nú í seinastuni til ein
svartkjafta. -trolara, sum
eingin við vissu veit, um
hann fer at bera seg.
Landsstýrið sigur seg
vilja stuðla ídnaði í Fer-
oyum, og tað er mikið
meguligt, at teir vilja tað í
vissum førum, men tá skal
ein so helst hoyra til onkra
ávísa familju.
— Politikkararnir hava
ikki viljað hjálpt okkum,
tí tað hevur verið ein ávís-
ur mótvilji móti okkum frá
byrjan av — og tí eru teir
helst bangnir fyri, at kjak
skal fara at taka seg upp
aftur um virkið nu, og at
teir fara at missa atkveður
av teirri orsek.
— Eg kann ikki lata
vera við at skoyta upp í
her, at er talan um skip og
fiskivinnuna, so er einki til
hindurs fyri at stuðla
uttan mun til, um tað fer
at bera seg ella ikki.
Bert teir peninga-
sterku megna
— Hverji ráð hevur tú at
geva eðrum feroyingum,
sum ætla at fara í gongd
við nýggjan og alterna-
tivan ídnað i Feroyum ?
— Ein skal vera ógvu-
liga peningasterkur fyri at
byrja uppá nakað sum
helst. Royndin við tara-
virkinum fer at vera ein
lærustrika fyri aðrar, sum
vilja byrja uppá nakað
nýtt. Teir mugu vera
ógvuliga varnir, tí ein
kann ikki rokna við at fáa
tann neyðuga stuðulin tá
ástendur.
Hvat viðvíkur Egnsud-
viklingsgrunninum, so eri
eg vónsvikin av honum.
Teir hyggja einans eftir
teimum beinherðu økono-
misku úrslitunum, og fyri-
liggja tey ikki beinan-
vegin, so snara teir lyklin-
um um.
— At enda vil at mæla
ellum til at lesa greinina
hjá Jens Paula Heinesen í
Oyggjatíðindi herfyri. Eg
eri 100% samdur við
honum, sigur Torkild
Lindberg at enda.