leygardagur 4. apríl 1981síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
SOSIALURIN
Um heilsusamtyktir
Í Feroyum galda í letuni
tvær ymiskar heilsu-
samtyktir. Í nekrum
kommunum er standard-
heilsusamtyktin frá
1969 sett í gildi, meðan
hin gamla heilsusam-
tyktin fyri feroysku
landkommunurnar frá
1933 framvegis er gald-
andi fyri flestu komm-
unurnar
Standardheilsu-
samtyktin frá 1969
Hendan samtyktin er í
letuni galdandi í hesum
11 kommunum:
Tórshavn, Klaksvík,
Fuglafjørdur, Rúnavík,
Tórshavnar uttanbíggja
kommunu, Vágur, Geta,
Skálavík, Nólsoy, Leir-
vík og Kollafjørdur.
Í standardheilsusam-
tyktini eru 50 greinir og
eru tær skipadar eftir
ymiskum evnum.
Fyrstu greinirnar
snúgva seg um heilsu-
nevndina, hvussu hon
verður vald, hver kann
ella eigur at verða valdur
í hana (kommunulæknin
eigur at verða valdur í
heilsunevndina í komm-
ununi, har hann býr),
hvussu arbeiði nevndar-
innar verður skipað,
hverjar skyldur nevndin
hevur o. s. fr.
Síðan eru nakrar grein-
ir um vatn at drekka.
Millum annað verður
sagt, at tað er forboðið
at dálka friðað vatnveit-
ingarlendi yvirhevur,
eitt nú koyra í ella á tey
tød.
Eftir hetta eru greinir
viðvíkjandi fjósum, hús-
dýrahaldi, kestum, WC,
sethúsum, almennum
reinferi, fødievnum,
kirkjugerðum o. s. fr.
At enda eru nakrar
greinir um undantaks-
loyvir, kærumål, brot
móti samtyktini v. m.
Hendan standard-
heilsusamtykt er sum
nevnt bert galdandi i 11
kommunum. Í øllum
hinum 39 kommununum
i Føroyum er hin gamla
heilsusamtyktin frå
1933 framvegis i gildi.
Heilsusamtyktin
frå 1933:
Gamla heilsusamtyktin
er i 18 greinum.
Fyrstu greinirnar
snúgva seg um heilsu-
nevndina, skyldur henn-
ara, hvussu hon verður
vald og skipað og hver
kann verða valdur.
Millum annað stendur í
grein 1, at ein av teim 3
limum skal verða valdur
úr kommunustýrinum,
hinir 2 millum fólk, ið
ikki eru í kommunustýr-
inum.
Síðani eru greinir um
nýtsluvatn. Har verður
millum annað nevnt, at
tað er bannað at stoyta
tød ella tílíkt á friðað
vatnveitingarpláss ella
har um leið, at hava
fenað gangandi leysan á
benum á slíkan hátt, at
tað tekur fasta steðu við
friðað vatnveitingar-
pláss, ella at tjóðra djór
har um leiðir.
Hinar greinirnar
snúgva seg um køstar,
nátthús, húsabygging
og alment reinsemi.
Seinast í heilsusam-
tyktini verður spurning-
urin um brot móti henni
vidgjørdur. Millum
annað verður sagt, at um
so er, at tey álegg, sum
nevndin gevur, íkki
verða fylgd, kann hon
venda sær til sýslu-
mannsins og við hansara
hjálp fáa áleggini framd.
Eintøk av galdandi
heilsusamtyktum kunnu
fáast við at venda sær til
landsstýrið.
Landslæknin
Fimleikaframsýning
Tvøroyra fimleikarfelag hevur framsýning leygardagin 04/04 kl.
16,00 og midvikudagin 05/04 kl. 16,00 í Tvøroyra skúla.
Tvøroyrar Fimleikarfelag
Vinnulivsgrunnur
Føroya Banka
Ur grunninum verður veittur studningur
0. u. kr. 80.000,-
Oydublød til umsókn fáast á ollum skrivstovum hjá P/F Føroya
Banka.
Umsóknir verða at senda áðrenn 1. mei.
Samsvarandi vidtøkunum verður studningur givin til felog ella
einstaklingar, ið ætla at royna nýggjar vinnulivsmøguleikar, ser-
stakliga í fiskivinnuni, so sum royndir við nýggjum veiðiháttum
ella framvegan av nýggjum marknaði. Somuleiðis til hjálp til
læru, bókliga ella praktiska fyri dugnaligar fiskimenn ella keyp-
menn.
Studul til keyp ella umvæling av førum, motorum ella fiski-
amboðum verður ikki veittur.
Nevndin
dagbókin
Settur í starvið
Nýggi presturin í Norð-
streymoyar prestagjaldi,
Martin Restorff Jacobsen
verður settur í starvið við
gudstænastuna í Hvalvík-
ar kirkju í morgin kl. 12.
Finski konsulin
heiðraður
Finski konsulin í Feroy-
um, Thorolf Bjerklund,
hevur fingið »Finlands
Vita Ros«, eitt riddara-
tekin av fyrsta stigi.
Hann fær heiðursmerkið
fyri í nógv ár at hava
arbeitt fyri at styrkja
sambandið millum Fin-
land og Feroyar.
Yrjó Våånånen, sendi-
harri í Keypmannahavn,
handaði Thorolf Bjørk-
lund »Finlands Vita Ros«.
Feðingardagur
Í dag, 4. apríl, verður
Símin David Kalse, fyrr-
verandi skipari í Klaksvík,
70 ár.
Konsert við kóri
og orkestri
Í morgin kl. 16,00 hava
Kristiliga sangkórið og or-
kestrið hjá Tórshavnar
Musikkskúla konsert í
Kommunuskúlahellini.
Umframt kórskránna
eru verk fyri kór og or-
kestur: Tune your Harps
úr Judas Makabeus eftir
Hándel, Violinkonsert
eftir Vivaldi og konsert
fyri guitar og strúkior-
kestur eisini eftir Vivaldi.
Hans Chr. Clementsen
spælir guitar.
Konfirmatión
í Havn
5. apríl hevur Axel Tór-
garð konfirmatión í Havn-
ar kirkju. Hesi verða kon-
firmerað:
Unn Egilsdóttir Simonsen,
Gardavegi 7, Maiken Justi-
nussen, Gundadali, Maiken
Zachariasen, Gróthúsvegi 3,
Kristina Sundar Hansen, Hoy-
víksvegi 4, Andrea Arge,
Langatúni 38, Ingum Askham,
Tinghúsvegi 77, Asta Johanne-
sen, Fútalág 37, Bettina Djur-
huus, Skansavegi 7, Barbara
Vestergaard, Hvítanesi, Angela
Joensen, Nicolaj Mohrsgøtu 12,
Elin Winther Poulsen, Hvitanes-
vegi 13, Gudrun Jensen, Dala-
trød 12, Sólvá Sørensen, Láar-
vegi 42, Ann Danielsen, Reyna-
gøtu 10, Eydna Maria Jensen,
Tjarnarlåg 35, Hannebette
Keystensdóttir Andreasen,
Undir Glaðsheyggi 4.
Hans Egholm, Djóni í Geils-
getu 26, Jón Ellingsgaard,
Spógvavegi 22, Súni Jacobsen,
Gundadalsvegi 30, Sámal Lin
denskov, M. A. Winthersgøtu
5, Ólavur Dam Jacobsen, Grót-
húsvegi 9, Tóki Niclasen, Frúu
trød 18, Sámal Hansen, Ham-
Tvinni pør og
Ein hættislig
roynd
i Hvalvik
Limir úr Hvalvikar-Streymnes-
ar róðrarfelag framfera í
hesum degum skemtileikirnar
»Tvinni pera og »Ein hættislig
roynd«.
Hans David Jacobsen, lær-
ari av Langasandi, hevur sett
leikirnar upp og hevur hann
saman við frú Kirsten Olsen
staðið fyri venjingini, sum
hevur vart umleið tríggjar
vikur.
Leikirnir eru skemtiligir og
spælið gongur leikandi lætt.
Sigast má, at her eru gávur og
hegni lagt fyri dagin, sum ikki
altíð er lætt at finna.
»Tvinni pør« er skrivaður av
Peter R. Møller og er hann i
1925 tyddur til føroyskt av J.
H. Poulsen.
Leikararnir her eru:
Janus Egholm: Kristin í
Gomlustovu.
Hanna á Høgaryggi: Marin
Sofía (arbeiðsgenta).
Ólavur Olsen: Fríðrikur við
Á (bóndi).
Marsanna Eikholm: Katrin
við Á (dóttir Fríðrik).
Finnboði Johannesen:
Niels (húskallur).
Sigast kann, at Janus Eg-
holm og Hanna å Høgaryggi
koma sera væl frå sinum sum
høvudsleikarar.
»Ein hættislig roynda.
Hesin leikur er týddur úr
donskum av Mourits Mohr í
1946.
Leikararnir eru:
Eirikur Dam: Didrikur Lam-
badal (gamal drongur).
Åsa Eikholm: Elin.
Bjørghedin Jacobsen:
Maður Elina (lækni).
Eirikur Dam og Ása Eikholm
koma framúr væl frá sínum
leiklutum.
Hetta var ein skemtilig lota,
so tann, sum vil hava látur-
musklarnar í gongd, fær
ríkiliga brúk fyri teimum í tann
13/4 tíma, leikirnir vara.
Til neystið
Leikirnir eru nú syndir fyri 600
fólkum og er ætlanin, at fara
aðrastaðni við teimum í nær-
mastu framtíð.
Allur innkomin peningur fer
til neystið hjá kappróðrar-
felagnum. Kappróðrarfelagið
hevur bygt eitt stásiligt hús,
sum varð liðugt fyri umleið
einum ári síðani. Húsið er 100
m? og í tveimum hæddum. Í
neðra er pláss fyri trimum
bátum, toilettum, inngongd,
fýrrúmi og goymlsu. Á stovu-
hæddini er køkur og stórur
salur.
Ætlanin er at hava Sunda-
lagsstevnu í døgunum 9. og
10. mai. Tá verður kappróður
og annað. Eisini er ætlanin at
taka leikirnar uppaftur tá.
Vit takka Hvalvíkar-Streym-
nesar róðrarfelag fyri lotuna
og ynskja teim góðan byr við
arbeiðinum framyvir.
Upplýsingar
um andveik
Tann 11.—14. mai verður eitt sokallað
symposium, tað er eitt skeið, har allir
luttakararnir greiða frá hugsanum
sínum um eitt ávíst evni, á Hanahol-
men við finska høvudsstadin. Evnið
er upplýsing viðvíkjandi evnaveikum.
Symposiumið er ætlað fólki, sum
fæst við upplýsingarvirksemi um
andveik, og foreldrum. Tilmelding í
Føroyum er hjá Klaus Hermann, Al-
mannastovuni,
postsmogu
196,
Térshavn, tlf. 15480 og hon skal vera i
seinasta lagi komandi friggjadag, 10,.
apríl.
arsgøtu 4, Eyðfinnur Guttesen,
Heinagøtu 9, Erland Jensen,
Hornavegi 6, Påll Breckmann,
Hoyviksvegi 11, Kjartan
Egholm, Djóni i Geilsgøtu 26,
Hanneba Kaystensson Andrea-
sen, Undir Gladsheyggi 4, Niels
Pauli Jacobsen, Heinagøtu 10.
AAA AAA AAA I
Framhald av sidu 13
gera okkurt. Eg fari ikki
at blanda meg uppi, hvat
teir gera, men eg haldi tad
er nærliggjandi, at teir
kanna málið, endar Pauli
Ellefsen løgmadur.