Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ERE EN Rr ÉT F] SOSIALURIN Vit hava biðið John Andreasen, leidara av P/f Joki i Funningsfirði um eina viðmerking til íslendska ynskið at selja føroyingum laksa- smolt. — Eg haldi tað er rætt, at vit innflyta laksasmolt úr Íslandi. Halda vit fast um, at vit ikki skulu innflyta smolt, so koma neyvan nakrir aðrir alarar í gongd fyrr enn í 1984 ella 1985, umframt, at teir verandi alararnir ikki fáa útbygt og arbeitt nóg væl. John Andreasen sigur víðari, at skulu vit fylgja gongdini innan aling og vera við millum teir fremstu, so mugu vit innflyta laksasmolt úr Íslandi. Hetta haldi eg eri »risi- koina< vert. Norðmenn hava innflutt smolt úr Íslandi. Teir hava so bæði havt ringar og góðar royndir av hesum. Uppi í Lofoten hava teir í letuni ís- lendskan laks gang- andi. Hann trívist væl og stendur einki aftan- fyri tann norska laksin. Fái ov lítið av laksi John vísir annars á, at hann longu í mei skal hava nýtt smolt at koyra í hyljarnar í Funningsfirði. — Eg fái kanska 8000, men havi brúk fyri 50.000. Tey 8000 eru alt ov lítið. Ístaðin má eg ala ælabogasil, sum geva Fiskaalari i Funningsfirði : — Vit eiga at innflyta smolt úr Íslandi Síða 3 nógv minni úrteku. — Sjálvandi skulu vit ikki sleppa æla- bogasílunum, tað er rentabult at ala tey og útflyta tey, men tað gevur ikki nakað yvir- skot. Tí má ein hava meira av laksi enn av ælabogasílum. John Andreasen heldur annars, at tað er skeivt, at Fiskaaling í dag skal hava monopol til at klekja og ala smolt. — Her er vissu- liga talan um veruligt landsmonopol, sigur hann. John Andreasen heldur, at tað hevur gingið ov seint hjá Fiskaaling, og at út- viklingurin á aliøkinu tískil nú er við at fara frá okkum. — Men John, eiga vit fólk til at umsita fleiri klekisteðir ? — Eg haldi, vit hava fólk til fleiri tílíkar steðir. Tað ræður bert um at koma í gongd. Veksur væl Annars hevur tað ging- ið væl við laksaalingini í Funningsfirði. Vøkst- urin hevur verið góður og fiskurin trívst væl. — Men arbeiðs- umsteðurnar eru ov trongar. Ein fær ov lítið av láni, og tí koyrir ein alt ov primitivt. Lánimeguleikarnir mugu gerast betri, skulu vit koma rættiliga við í tí herðu kapping, sum er innan alingina, endar John Andreasen. Jákup Sverri Joensen, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni: — Eg vil ikki mæla til at innflyta smolt úr Íslandi Alarararnir fáa helst bert 6000 smolt frá Fiskaaling í ár Jákup Sverri Joensen: — P/F Fiskaaling fær ov lítið av peningi til at gera royndir — Eg vil ikki mæla til at geva loyvi til at innflyta laksasmolt úr t. d. Íslandi, ti eg beri ótta fyri møgu- ligum sjúkum. Nú skal eg ikki døma um tað, men so leingi landsdjóralæknin sigur nei, so vil eg ikki skunda undir — og sigur hann nei, so hevur hann grund fyri at siga tað. Soleiðis sigur Jákup Sverri Joensen, stjóri í P/f Fiskaaling í eini viðmerk- ing til áheitanina frá íslendingum um at sleppa at selja føroyingum smolt. Hann sigur víðari, at vit hava ikki grund til at skulda okkum so nógv, tí vit hava sum steðan er í dag, ov lítið útbúgvið fólk til at byrja fiskaaling. Bert 40.000 smolt í ár Hjá Fiskaaling rokna teir ikki við stórvegis meira av laksasmolt í ár enn í fjør. Teir alararnir, sum eru byrjaðir, fáa tey 40.000 smoltini, sum verða klár nú um stutta tíð. Tað eru partafeløgini Strond, Joki og Salmo. Jákup Sverri Joensen sigur tó, at meguliga fer Bakkafrost at fáa nakað av laksa- smolt, og síðani skal Fiskaaling sjálvt hava nakað til royndir. Hann leggur aftrat, at so skuldi helst eisini nakað verið sett út. Gamla lands- stýrið helt uppá at setast skuldi 1/3 út, meðan tað er ógreitt, hvat hetta lands- stýrið ætlar. — Sjálvur haldi eg tað er rætt at seta 1/3 ella 1/4 út, sigur Jákup Sverri Joensen víðari. Vit hava jú fingið pengar frá Norrena Ráðnum til hetta. Um so verður, so fáa føroysku alararnir i ár bert Framhald á síðu 13 PÁSKATILBOÐ Gevalia kaffi Thames te 1449 12.95 Swan mjøl Matilde mjólk Køksrullur Toilettpappir Hålendsk eplir Cocktail frukt Malid oksakjøt Til påskadøguråan: 1/1 dés 1 rulla 10149 42.00 12x11. 48. 50 1049 17.95 8.95 5.50 2000 gr. 25.00 Lambskjøt, oksa- steikir, fleskasteikir, dunnur, hvalatvøst og annad. Góðar påskir. N. J. Thorsteinsson Tvøroyri - Tlf. 71036