mikudagur 8. apríl 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720. 11820
box 76, 3800 Torshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Landsfundurin
SEINASTA vikuskifti hevði Javnað-
arflokkurin landsfund í Klaksvík.
Undirtøkan var avbera góð og fjøld
av fólki vóru komin saman úr øllum
valdømum. Somuleidis var åhugin
stórir at taka lut í tí orðaskifti, sum
har fór fram, og bæði góð og mong
vóru tey ráðini, sum fundarfólkið bar
fram.
Á FUNDINUM varð, sum vera man,
bæði talað um førda politikkin í
landsstýrinum, meðan Javnaðar-
flokkurin sat við landsins politisku
ábyrgd, og somuleiðis um, politisku
viðurskiftini nú vit fingu eitt borgar-
ligt landsstýri.
AT POLITISKA kósin er broytt við
nýggja landsstýrinum, vóru øll á
einum máli um, og ikki minni samd
vóru fólk, at tað var ikki til tað betra.
Í EINI FUNDARSAMTYKT frá lands-
fundinum, sum er prentað aðrar-
staðir í blaðnum í dag, verður m. a.
funnist at teimum sosialu niðurskurð-
um landsstýrisins, við ikki at seta í
gildi tær ábótur á sosiala
gkinum, sum undanfarna landsstýrið
hevði fingið semju um við ríkisstýri.
EISINI ÁTALAR landsfundurin, at sit-
andi landsstýrið fremur niðurskurðir í
almenna virkseminum, sum fyrst og
fremst rakar landsins útjaðaragkir.
Fundurin legið dent á, at sparitiltøk
einsamøll ikki loysa okkara trupul-
leikar. Hesir skulu loysast við øktari
framleiðslu.
SO LEINGI Javnaðarflokkurin saman
við øðrum fekk loyvi til at føra ein
aktivan politikk har eisini tað al-
menna fekk loyvi til at ganga á odda
við arbeiðsskapandi tiltøkum, bar til
at halda arbeiðsloysinum niðri.
Soleidis er ikki longur. Nýggja lands-
stýrið ræðist alt alment virksemi og
vil heldur, at einki skal henda enn at
tað almenna kemur uppí.
TÍ ER IKKI SO legið, at arbeiðsloysi
hóttir landið, og hetta vísti lands-
fundurin eisini á og metir, at tað er
neyðugt at seta á stovn arbeiðs-
loysistrygging og landsumfatandi
arbeiðsávísing.
SOSIALURIN
Fundur å Tvøroyri um komandi
10. flokk
Í næstseinastu viku varð
skipað fyri fundi millum
lærarar, næmingar í 9.
flokkunum og foreldur
teirra. Petur Jacob Sig-
vardsen, setti landsskúla-
stjórin, greiddi frá kom-
andi 10. flokki.
Gamla skipanin við real-
deild og 8.-10. flokkadeild
gongur út í summar tá ið
seinastu næmingarnir
taka prógv eftir teirri
skipanini.
Teir næmingar, sum í
august 1979 byrjaðu eftir
nýggju skipanini, taka í
summar prógv úr 9. flokki
(fráfaringarroynd fólka-
skúlans). Teir kunna kort-
ini halda á í sama skúla
eitt ár afturat, og so aftur
fara upp til próvteku úr
10. flokki.
Hetta 10. skúlaárið
koma tær kravdu læri-
greinirnar at taka 14
tímar; tær eru kristni, før-
oyskt, danskt, samtíðar-
kunning og ítróttur.
Harafturat hava næm-
ingarnir so meguleika at
velja seg inn í bólkar av
vallærigreinum.
Bólkarnir eru:
I. Bókligi bólkurin
(svarar til 3. real eftir
gomlu skipanini).
II. Handils- og
stovubólkurin.
111. Sjóvinna og hand-
verk.
IV. Husarhald og mat-
verur.
skriv-
Saman við kravdu læri-
greinunum gevur hver av
hesum bólkum millum 32
og 36 vikutímar.
Um ein t. d. ætlar sær á
studentaskúla, kann
farast aftan á 9. skúlaár,
um ein har hevur havt
týskt, enskt og mate-
matikk á vidkadum skeiði,
sum tað verður nevnt.
Fyri at sleppa inn á HF-
skeið krevst 10. flokkur
við somu nevndu læri-
greinum.
Tosað varð um, at tað
einasta av samarbeiði við
hægri skúlar, ið fungeraði,
var gongdin frá 9. og 10.
skúlaári til studentaskúla
og HF, meðan samrunin
millum framhaldsdeild
fólkaskúlans og yrkiskúl-
arnar enn ikki var komin í
sína rettu legu. 10. skúla-
ár er ætlað sum ein steðis-
útbúgving eisini til
hesar skúlar.
Tá ið 10. skúlaár — vón-
andi um ikki alt ov mong
ár — er vorðið tað, ið ætl-
anin við tí er, kemur hetta
eina árið at stytta nakað
um tíðina á yrkisskúl-
anum.
Skipanin við valskúla
(nýggja skipan okkara við
8.-10. flokki) er uppruna-
liga komin úr USA, til
okkara er hon komin úr
Svearíki.
Annars kanna okkara
leiðandi skúlamenn eisini,
hvussu onnur av granna-
londum okkara t. d. Ísland
skipa sín framhaldsskúla.
Í samband við íslendsk-
an skúlaskap varð m. a.
talað um standard prågv í
ymsum lærigreinum, sum
kundi spara nógv um und-
irvísingarorku, so at
skúlar ikki koma at yvir-
lappa hvennannan.
Vit kunna sum dømi
nevna ein drong, id hevur
realprógv vid góðum úr-
sliti í natematikk.
Hann fer nú í læru; í
hesum sambandi skal
hann eisini ganga í skúla.
Á hesum skúla hava teir
m. a. eitt sindur av mate-
matikk, men ikki so vítt-
fevnandi sum tað, ið
drongurin hevði í realskúl-
anum.
Um vit høvdu íslendsku
skipanina hevði matema-
tikk-prógvið úr framhalds-
deild fólkaskúlans verið
góðtikið í yrkisskúlanum,
og harvið slapp drongurin
undan matematikkini har.
Um vit kunnu evna
standard-pensum í
ymsum lærigreinum, ið
prógv verður tikið í í 10.
flokki, og sum lúka tað, ið
yrkisskúlarnir krevja i
viðkomandi lærigreinum,
kundi nógv verið spart á
undirvisingarøkinum, og
eisini høvdu teir ymsu
partarnir í skúlaverki
okkara komið at koyrt
betri saman.
Luttakari
Um tú bert meinti tað tú segði,
Eli Nolsge
Ongantíð eru fólk vorðin
meira vónsvikin enn tá
fíggjarlógin kom á ting-
borð herfyri.
Har vóru nógv myrk
skýggj á luftini men tað
eru tað altíð tá Sambandið
situr í hásæti. Men álvara-
tos, Eli Nolsee, tú er ein
ógvuliga negativur per-
sónur. Fyrst kemur tú upp
á tingsins reðarapall og
heldur eina svadu um
hvussu synd tað er í
trellanesmonnum, hvussu
keðiligt tað er at viður-
skiftini at koma eftir
Kallsoynni ikki eru í lagi.
Barskor lekur og hevur
motorstopp aðruhverja
lotu. Hetta er i sjálvum
sær ógvuliga harmuligt.
Men Eli, vit eru jú í
gongd at hjálpa fólkinum í
Kallsoynni. Berghol eru
gjørd, og nú manglar bert
tann seinasta til Trella-
nesar. Tað er ikki ókeypis,
tað vita vit, men tá arbeið-
ið er so væl á leið komið, er
at halda fram. Nú er ikki
at steðga á. Hugsa um tey
fólk) sum hava sítt
dagliga arbeiði við at gera
hesi berghol og vegir. Tað
er teirra livibreyð. Trølla-
nes er ein góð bygd. Har er
bæði beur og kríatúr so
tað skal avgjørt gerast alt
fyri at varðveita og nera
um bygdina.
Men hvat gerst tú Eli,
tá tað stendur til tín per-
sónliga um atkvett verður
fyri hesum málinum. Tú
stemmar ímóti. Bert tín
stemma afturat, so kom
málið igjøgnum. Tá var
Anfinn Kallsberg annar
maðurin. |
Bædi tu og Asbjørn
Joensen gera sera lítið fyri
norðoyggjar, onkran fræg-
ari máttu norðingar havt
valt.
Havnarkona
Uttan vatn sidan í December
Onkur vil ivaleyst siga, at
tað kann ikki vera satt.
Jú, víst er tað satt. Partur
av Villingardalsvegi í
Havn hevur bert vatn í til-
saman 2—3 tímar um
dagin. Hevði tað so verið 3
samanhangandi tímar,
men so er ikki. Vatnið
lagrar úr krananum ca. 10
min. í senn, so at tendra t.
d. eina vaskimaskinu
kann als ikki vera talan
um. Skulu klæðir vaskast,
mást tú upp á miðari nátt
fyri at vera liðug áðrenn
ibugvar = á Snobb-æhill
vakna og skrúva frá.
Steðan er tann, at síðan
Ovaru Hoydalar eru bygd-
ar, hava vit mist vatnið.
Við eðrum orðum er vatn-
ið tikið frá okkum, sum
hava búð her í yvir 30 ár,
fyri at nøkta tørvin hjá
O. H., sum eftir øllum at
dema hevur sterri
týdning
Fyrr fingu vit vatn úr
brunninum við Sunds-
vegin, og tá var alt í fín-
asta lagið, men so fóru
menn at hugsa og rokna,
og funnu út av, at tað var
best at leiða vatnið úr
brunninum við Sunds-
vegin oman í býin og síðan
pumpa vatnið niðan aftur.
Men sum sagt verður ikki
vatn pumpað niðan higar.
Hevdi onkur kunna sagt
okkum, um vit fara at fáa
vatn frá kommununi, sum
er okkara rættur, ella vit
sjálvi noyðast at gera
okkum vatnveiting úr
haganum. Okkurt má ger-
ast skjótt tí tolið er upp-
slitið.
Hverji ráð hava tit ið hava
ábyrgdina, til okkum um
eitt óhapp skuldi hent, og
eldur kom i?
G. B.
Sendið
lesarabróv
til sosialin
pe úr A
i
F
EO
se er
Er