mikudagur 8. apríl 1981síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
v/ Bjarka Højgaard
húsateigurin
møbla- og innrættingararkitekti DMI
Støddir å inn-
búgvinum IV
Í teimum báðum seinastu pørtunum við-
gjørdi eg støddir á mát ávikavist á stólum
og borðum. Í hesum partinum skal eg
nema eitt sindur við sofamgblar av ymisk-
um slagi.
Hvussu var fyrr
Sum við stólum og borð-
um hava sofameblar verið
tilevnaðir og nýttir langt
aftur í tíðini. Teir gomlu
sofameblarnir vóru,
saman við eðrum inn-
búgvi, sum heild ógvuliga
stívir og ikki altíð so góðir
at hvíla seg í. Sniðið og
uppbyggingin var hartil
sum oftast knýtt til tað
sniðið, ið júst tá ráddi
innan húsabygging og
annan arkitektur. Hetta
smittaði so av á innbúgv
og aðrar brúkslutir. Av
hesum sniðum kann eg
líka nevna Barok, Rokoko,
Nýklassisisma og Louis
Seize. Felags fyri øll hesi
snið var, at sterri dentur
varð lagdur á útsjóndina
heldur enn á funktiónina
hjá hesum innbúgvi. Inn-
búgvið varð nógv útskorið
og pyntað við ollum megu-
ligum figurum. Ikki fyrr
enn í endanum á seinastu
eld og fyrst í hesi kom
innbúgv fram, ið framleitt
varð við tí fyri eygað, at
tað skuldi verða einfalt og
funktionelt í snið og upp-
bygging.
Uppbyggingar-
hættir
Polstringin av teimum
gomlu sofameblunum var
oftast rættuliga herð og
mest sum ætlað til pynt.
Setur, ryggstuðul og arm-
stuðul vóru kledd við toy
— ella skinnevni við undir-
lagi av djórahárum bein-
eiðis á træuppbygging-
ina. Seinni vórðu setur- og
ryggstuðlar bygd upp við
polstraðum spiralfjarða-
koddum, ið lógu leysir ella
vórðu bygdir inn í upp-
byggingina. Hervið
gjørdust sofameblarnir
bleytari og betri at sita í.
Hesir spiralfjarðarnir
verða enn tann dag í dag
nýttir í sofameblum og
springmadrassum. Tó
hevur eitt annað evni
vunnið alt meira inn á
hetta økid og tað er skúm-
gummi. Skúmgummi er
eitt kunstevni, tað er lætt
at framleiða og lætt at til-
evna og so er tað hartil
nógv bíligari enn spring-
fjarðarnir. Tískil verður
tað ógvuliga nógv nýtt
innan meblaframleiðsluna
í dag. Skilað verður ímill-
um tvey sleg av skúm-
Málkrav til hvilestole og sofaer
Í Málkrav til hvilestole og sofaer
Jædets hørde
——
"hvilestol | sofa
x 43cm | max 43cn
i
EK í
Á myndini síggja vit eina tekning av eini sofu í einum bóklingi um »Møbel Fakta«, ið
Teknologisk Institut gevur út. Í hesum bóklingi verða nágreinilig krev sett til hvussu
ið steddir og mát eiga at vera á eini sofu, fyri at hon kann verða góðkend av hesum
stovni
SOSIALURIN
Hóast sofamøblar kunnu vera rættuliga ymiskir í sniði, tilfari og uppbygging, eiga
teir at svara nekrum minstukrevum hvat viðvíkur styrki, sitieginleika og reingerð.
Teir eiga hartil at verða tryggir at sita í og mugu ikki hava besleg og aðrar konstrukti-
ónslutir, ið kunnu skaða tann sitandi
gummi — bleytt og hart.
Hetta seinna nevnist
»kalt-skum«.
Kalt-skúm er betri hósk-
andi sum fyllievni í siti- og
ryggkoddum, tí tað er
sum sagt harðari og gevur
seg av tí sama ikki so nógv
undan sum tað fyrra
slagið.
Uppbyggingin av
teimum gomlu sofamøbl-
unum var ein rammu-
konstruktión, ið bar setur,
ryggstuðul og armstuðul.
Síðani kom polstringin, ið
fjaldi tað mesta av hesi
konstruktión. Bert bein og
partar av armstuðlunum
stungu undan. Hesir vóru
sum oftast evnaðir úr
herðum og »finum« træ-
slegum, meðan tann fjalda
konstruktiónin var úr
bleytari og bíligari træ-
evni. Nógvir av teimum
sofameblunum, ið fram-
leiddir verða í dag, eru
bygdir upp á sama hátt —
ja, og einstakir eru bein-
leiðis eitt kopi av teimum
gomlu > møblasløgunum;
men nógv av teimum
nýggju meblaslegunum
eru bygd upp á heilt
annan hátt, saman við at
nógv nýtt tilfar so sum
stál, plast, límtræ og
onnur evni hava ekt um
uppbyggingarmeguleik-
arnar. Eisini hevur flut-
ningsspurningurin gjert,
at nógv meblasleg verða
bygd upp á tann hátt, at
tey ikki verða samlaði fyrr
enn tey koma fram til mót-
takaran. Hetta sparir
nógv um flutningskostn-
aðin og ávirkar hinvegin
eisini hesi møblasløg á
tann hátt, at tey verða lett
og einfald í síni uppbygg-
ing.
Ymisk snið
Longu frá gamlari tíð
vórðu sofamøblarnir
býttir upp í 1, 2, 3 (og
fleiri) -persóna sofamøbl-
ar. Og aðrir vórðu skap-
aðir sum vinkulsofur, S-
sofur (til tveir persónar, ið
sótu hver sín veg) og
ymiskar aðrar, alt eftir til
hvert endamál tær skuldu
nýtast. Siður og moralur
hevði her eisini oftani sína
stóru ávirkan, sum hann
hevur á onnur viðurskifti.
Av veruligum nýskap-
anum innan snið er tann
sonevnda modul-sofan
nokk tann einasta, sum er
verd at nevna. Hendan er
býtt upp í modul, ið kunnu
setast saman á ymiskan
hátt, so tú fært júst ta
samansetingina sum tú
ynskir. Av eðrum kann eg
líka nevna hangi-sofur
(hanga í einum króki í loft-
inum) og vegg-sofur (verða
hongdar upp á ein vegg),
men hesar hava ikki tann
stóra týdningin í heildini.
Húsateigurin hevur hjálpt
mongum, sum er í ferð
vid at byggja ella inn-
rætta húsini — eisini tá
tey skulu innrættast!
Húsateigurin er í Sosi-
alinum umleið 3. hverja
viku!