Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-11, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. apríl 1981síða 1

allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 — Leygardagur 11. apríl 1981 Skipafelagið skal yvirtaka ferðamannadeildina hjá SFL Fíggjarnevndin hevur fingið eitt uppskot frá Olafi Olsen, landsstýris- manni, um, at Smyril verður leigaður til sigling millum Danmark og Noreg í summar. Tað var eitt privat, føroyskt skipa- felag, Skipafelagið Fer- oyar, sum vil leiga Smyril. Hetta sama felag hevur eisiini í hyggju at leiga eina pólska ferju, Rogalin til summarsiglingina, sum Smyril annars skuldi havt rekt. Talan er eisini um at keypa bæði Smyril og Rogalin og hevur Olaf Olsen skotið upp fyri fíggjarnevndini, at tað al- menna setir pening í partafelagið, sum skal eiga ferjurnar báðar. Helst ikki meir enn nøkur fá tíggju prosent, skrivar Dagblaðið í gjá. Tað er eis- ini ætlanin, at hetta nýggja felagið skal yvir- taka ferðamannadeildina hjá Strandferðsluni. Ætlanin hjá Skipa- felagnum er at lata Smyril sigla í >pendulfart<, tvær ferðir um dagin, millum Egertsund í Noregi og Hanstholm í Danmark. Ímeðan skal so Rogalin sigla millum Føroyar, Bergen, Scrabster, Hanst- holm og Seyðisfjerð. Verður Rogalin leigað, verður tað við útlendskari manning fyri tað mesta. Upplýst verður, at Roga- lin fæst til keyps fyri 90 mill. kr. Rogalin er mun- andi sterri enn Smyril, 7.800 brt. (Smyril er 2430) og góðar 30 metrar longri. Rogalin tekur 1000 ferða- fólk og 150 bilar. Hon er bygd í Fraklandi í 1972. Stórur smittuvandi við at innflyta smolt úr Íslandi Lesið á síðu 3 Borgarliga lands- stýrið gav sigl- ingarmálinum - mønustingin — hevur nu etið alt í seg aftur — og privat skipafelag fær nú alt latið upp í hendurnar Lesið BLAÐSINS viðmerking til uppskotið hjá Olafi Olsen í siglingarmálinum á síðu 8 Jf Le 9 > be 3 % zsusæ0 * > nu menn - „4*