leygardagur 25. apríl 1981síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Haturfuglar við hvøssum nevi
Eina várnátt í 1692 kemur
Samuel Parris, presturin í
bygdini Salem í Massa-
chusetts, fram á nakrar
kvinnur í skóginum við
bygdina. Tær eru í
ekstasu og í miðjum hóp-
inum stendur ein stórur
pottur á báli. Kanska ein
svert messa.
Tá presturin knappliga
stígur fram úr skjóli
sínum, gerast nakrar av
teimum ungu kvinnunum
so skelkaðar, at tær fella í
óvit. M. a. dóttir prestin,
Betty.
Soleiðis byrjar
sjón-
leikurin hjá Arthur Miller,
>The Crucible«, Hatur-
fuglar. Ein leikur um tann
sorgarleik, rakti
Salem eftir hendingina ta
ólukku várnáttina fyri
sløkum 300 árum síðani
Men eisini ein leikur um
sorgarleikin mccarthyis-
muna fyri 30 årum sidani
Og ein leikur um ta alda-
gomlu, men framvegis ak-
sum
tuellu forfylging av
teimum, sum loyva sær at
hugsa ødrvisi enn fjøldin.
I øllum samfeløgum.
Hóast Parris í fyrstani,
fyrst og fremst til egnan
frama, roynir at halda
ímóti, so fer kletturin á
rull. 20 fólk verða avrætt-
að, dømd fyri at hava selt
satani sál sína. Demd eftir
eina rættargongd, har
ongin verja er loyvd. Eina
rættargongd, har tey
ákærdu blivu biðin um at
játta seg sek. Tí so sluppu
tey undan deyðarevs-
ing!!! Fákunnleikin hjá
andaligu og verðsligu
myndugleikunum kravdu
prógv. Deydfødd børn, ein
dukka við eini nál. Hetta
var nóg mikið. Satan var í
Salem.
A sama hátt, sum
franski filmurin um somu
hending (Býarbókasavnið
vísti hann fyri stuttum),
er leikurin hjá Miller
nakað torførur at fáa
Aðalfundur
Lýsti aðalfundurin i Føroya Náttúru og
Umhvørvisverndarfelag verður í matar-
hell Háskúlans leygardagin 25. apríl kl.
19,30.
Nevndin
greiðu á. Í heilum ákærir
bygdarfólkið hvert annað.
Og hetta endar við, at ein
tann mesti skilamaðurin í
bygdini, bóndin John
Proctor, eisini verður
åkærdur, demdur og
hongdur. Ein maður, sum
ikki leggur í at fara í
kirkju hjá Parris, tí hesin
bert tosar um helviti og
ongantíð nevnir guds orð.
John Proctor er kortini ein
trúgvandi maður. Men tað
er ofta ein himmalvíður
munur milium at vera
trúgvandi og ganga í
kirkju (ella til meti) hverja
ferð.
Eg haldi tó ikki, at eg
fari skeivur, tá eg sigi, at
systirdóttir prestin, Abi-
gail Williams, er lykilin til
at skilja leikin til fulnar.
Tað eru serliga orðini og
gerðirnar hjá henni,
áskoðarin skal ansa eftir.
Og tað er ikki ótakksamt,
tí Birita Mohr spælir Abi-
gail. Eisini hesaferð frálík
á pallinum. Hon hevur
kraftina, sum tíverri er so
sjáldsom í feroyskum
sjónleikaframferslum.
Abigail Williams hevur
tænt hjá John Proctor.
Hon girnist hann og hann
fer til hennara. Tí kona
hansara, Elisabeth, er
sjúklig og avvísandi. John
vil kortini ikki vita av Abi-
gail, tá avtornar. Og tað
eru royndirnar hjá Abigail
at sleppa av við Elisabeth,
sum fyri ein stóran part
stýra rættargongdini i
Salem. Hon og tvær aðrar
„spæla< hysteriskar, ella
settar við illum andum,
undir avhoyringunum, so-
leiðis, at vend kemur í
rættargongdina.
Jóanes Nielsen spælir
John Proctor. Hann
riggar væl í leiklutinum
sum tann skilagóði, rein-
lynti og sterki bóndin.
Men hann rerir seg ov
lítið, serliga armarnar og
hendurnar.
Rosa á Rógvu fær væl
fram líðingina hjá Elisa-
beth. Kvinnan, sum í
beiskleika sínum, tí hon
kennir seg svíkja mannin,
vendir ákærunum móti
honum.
Annars spæla øll væl.
Ongin dregur heildar-
myndina av spælinum
niður.
Framúr góð vóru Annie
Jacobsen, sum tann sak-
leysa arbeiðsgentan hjá
Proctorhjúnunum, Mary
Warren. Evnalig og væl
tað. Mikkjal Miiller sum
tann láturligi, men vanda-
mikli, Parris. Fleiri eru
eisini verd at nevna:
Steinbjern í Dali sum tann
sidiligi presturin Hale,
Olaf Johannessen sum
neyðardýrið, rættartæn-
arin Cheever og Ingun
Petersen sum trælurin
Tituba, sum leingist heim
aftur til Barbados.
Haturfuglar er ein drúgv-
ur leikur, stívan hálvan-
triðja tíma. Og ein leikur,
sum krevur nógv av
áskoðararum. Serliga,
sum áður nevnt, hetta við
ákærunum, sum steðugt
taka nýggja kós og raka
fleiri og fleiri. Men kanska
er hetta júst ætlanin hjá
Miller. At vísa á, at tá ein
slik esing, fjølpsykosa,
tekur seg upp, kann ongin
kenna seg tryggan.
Åkærur og démar sendast
aftur og fram, hvørt um
annad, ongin hevur longur
tamarhald á hatrinum.
Hvussu tað byrjaði er
gloymt. Hvussu tað
endar, hava tíverri eisini
fleiri lyndi til at gloyma.
Hetta er ein góður
leikur. Har eru nógv gull-
korn. Bert fyri at taka
eitt: »Er einhver verja
álop á rættin ?«.
Uppsetingin hjá Grímu
er traditionell. Einføld
pallmynd, ongar effektir.
Ti hevur leikstjørin, Egi
Dam, kunnad lagt alla
orkuna i at fåa teir 17
leikararnar at virka. Og
tad hevur eydnast væl hjå
honum. Tað hevur
veruliga eydnast honum
at fáa leikin at hanga
saman og spælið at rigga.
Hann hevur loyst eina
stóra uppgávu.
Ein framfersla, sum av-
gjørt er verd at síggja.
Men, sum sagt, eg haldi
tað kann loysa seg at hava
eyguni við Abigail
Williams. So verður tað
eitt sindur lættari at fáa
greiðu á ákæru- og dóm-
aruðuleikanum.
Men tað er tó ikki alt-
æ
Arthur Miller (f. 1915) er
ein av mætastu sjónleika-
høvundum i USA.
Leikin >The Cruciblex,
sum á donskum eitur
Heksejagt, skrivaði hann í
1953. Hann var eitt álop á
mccarthyismuna í søgu-
ligum båna
avgerandi at fåa greidu å
honum. Hitt er púra greitt
í leikinum. Hópesing er
vandamikil. Í 1692 hevði
Satan framvegis sítt
rætta navn. Í 1953 hevði
hann fingið
navnabroyting til kommu-
nisma — og tað navnið
hevur hann enn !
Hegni Djurhuus
Blómubúðin
>FLORA<
TLF. 14169
HOYDALSVEGUR 8
3800 TÓRSHAVN
sendir um alt landið!
ANAÁSASSANSNASSSASARSS
NNANAANASASSASSAANSSASAN=4
Ja, hesin klárar helst at halda russunum
burtur frá brúnni um Sandá!!!
NNNNNNSNNNSNSNNNNSNSNNSOSNSNINNNN NENS NON RNA
Oli i Åarstovu
-NSNSSNSNINNNNDS
NNNNAÁNNÝÓSNNNNNANAÐ
ANNNNNAN
Í Grenlandi slíta teir
streymin hjá teimum,
sum skylda skatt! Í
Feroyum áttu teir at
tikið sjónvarpsantenn-
urnar...
SNNNANANANANÝNNA