Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-06-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juni 1981síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr.44 — Leygardagur 13. Petur F. Christiansen: fari ur dnum Lesið á síðu 3 Ongin dansur á í Litluvik Eitt mótmæli við einum 90 undirskriftum frá grannum hjá gomlu Askhams smiðjuni gjørdi eftir øllum at døma munin, tá Tórshavnar býráð við 9 - 3 atkvødum avgjardi, at gamla smiðjan ikki skal brúkast til dans. P/f Dansistovan í Lítluvík hevur sekt býráðið um loyvi at brúka smiðjuna til dans fyri til- komin og innrætta og byggja uppi hana til hetta endamálið. Tað var ein tilráðing frá Peturi í Gong, sum bleiv samtykt. Atkvatt varð við navnakalli. Leivur Johannesen, Finnur Johannesen og Poul Michelsen vóru ikki ímóti dansi í Lítluvík. Ronald Poulsen tók onga steðu og hinir allir atkveddu fyri at nokta P/f Dansistovuni loyvi at brúka smiðjuna til dans. EES 110 stykki afturat Byggi- og byarskipanarnevndin hjá Tórshavnar býráð fekk á býráðsfundinum héskvøldid heimild at arbeiða víðari við einum uppskoti um útstyk- king oman fyri nýggja útstykkingina á Flat. Har verða uml. 110 grundstykki. Við hesum er býráðið komið enn eitt stig áleiðir at: loysa grundstykkjaspurningin. Formaðurin f byggi- og bfarskipannevndini, Essa Arge, segði á býráðsfundinum fyrr í ár, at um trý ár er kommunan far fyri at lata ollum, sum søkja, gru grundstykki. fær soslal- rádgevaran Nú rykur Perlan Perlan, eitt av kendastu húsunum í Havnini, skal brétast niður. Fíggjarnevndin hjá Tórs- havnar býráð hevur einmælt samtykt at beina fyri húsinum. Tað verður ov dýrt at gera Perluna í stand aftur. Hálvaaðru millión verður mett. Poul Michelsen, býráðsformaður, sigur, at Perlan verður brúkt til 1. apríl næsta ár. Innan ta tíð ætlar býráðið at roy- na at útvega Jazzfelagnum, sum nú hevur inni vist í Perluni, annað høli, sigur hann. Í sambandi við, at Perlan verður tikin niður, fær býararkitekturin ta uppgávu at gera eina býarmynd burturúr ekinum, har hon stendur. Spurdur, um Skansastova fer sama veg sum Perlan, eftir sum hon er í sama ringa standi sigur Poul Michelsen, at so verður ikki. Skansastova hevur søguligt virði. Tað hevur Perlan ikki. Poul Michelsen sigur, at 100. 000 kr. eru játtaðar til umvælingar av Skan- sastovu í hesum fíggjarárinum. I heldur tað vera rættast at bróta Perluna niður, áðrenn hon dettur niður av sær sjålvari. Tað er ov dýrt at umvæla hana.