Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-04-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 1981síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Landskappingin í 1. deild: Byrjaðu í 1. deild við hálvum sigri Nýggja 1. deildarliðið, B68, megnaði at vinna stig í fyrsta landskappingardystinum Nýggja liðið í 1. deild SB68 av Toftum, fe hampuliga úrslitarliga góða byrjan í fyrsta dysti teirra í fremsta raðnum A útivelli megnaðu teir at leika javnleik móti KÍ, og javn- leikur á útivelli er jú at rokna sum hálvur sigur. Dysturin endaði við i—1 javnleiki aftaná, at steðan í hálvleiki var 0—0. KI kom á odda, tá umleið eitt korter var farið av seinna hálvleiki, við máli, ið Beinir Poulsen skeyt. Henda leiðsla vardi til bert 4. min vóru eftir av leiktíðini, tá tað eydnaðist B68 at javna, og var tað tá Kl-leikari, ið var seinastur at nema bóltin áðrenn hann fór í netið B68 fekk hornaspark, ið, tá tað varð skotið innfyri máli, rakti á Kl-leikara, og stakk bólturin fram við málverjanum og í netið til endaligu steðuna, 1—1 javnleik og eitt stig til hvert liðið, so ikki kann sigast annað enn, at tofta- menn úrslitaliga royndist væl í fyrsta dysti teirra í 1. deild. GI—IF 1—0 (0—0) Væl av fólkið var komið saman at hyggja eftir landskappingardystinum í 1. deild ímillum GI og IF, sum var leiktur í Getu seinasta sunnudag. Meginpartin av fyrra hálvleiki hevði GÍ tað meira spælið, og fingu teir fleiri góðar málmeguleik- ar, uttan at tað tó eydnað- ist framherjunum hjá GÍ at fáa bóltin í netið. Men ímóti endanum av fyrra hálvleiki mentist ÍF liðið, og høvdu teir einstakar góðar málmeguleikar, men heldur ikki teimum eydnaðist at fáa mål. Hálvleiksteðan gjerdist sostatt 0—0. Seinna hálvleik var tað IF, sum í fyrstuni hevði tað betra spælið. Sum frá leið kom GÍ tó meira við aftur, og var spælið meira javnt teir seinastu minutt- irnar. Málið Í 42. minutti av hálvleiki eydnadist seinna tað SOSIALURIN- Magnus Gregersen at skjóta bóltin í netið fyri GI, aftaná avlevering frå Reinold Isaksen. Aftaná at GÍ hevði fingið hettar málið, mistu ÍF leikararnir heilt mótið, og spælið gjørdist rættiliga tilvildarligt teir fåu minuttirnar, id eftir vóru. Sum heild kann sigast um dystin, at hann var ikki av teim mest áhuga- verdu. Liðini spældu javnt, so eg haldi, at GÍ leikararnir skulu vera væl negdir við at fáa 2 stig fyri hendan dystin. Í Vági hittust HB og VB og vann HB dystin við tveimum málum móti ongum, aftaná, at teir hevdu verið á odda við sama úrslitið í hálvleiki. Fyrsta málið kom mið- skeiðis í fyrra hálvleiki og var tað Kári Nielsen, ið skeyt. Stutta letu seinni skeyt Suni Jacobsen sigursmálið tá hann økti til 2—0. Landskappingin í 2. deild: Bestu byrjan ið hugsast kann Uppflytarinir til 2. deild, LÍF, byrjaðu við sigri 4, rå á utivølli, meðan niðurflytarinir frå 1. deild, MB, á heimavølli greiddu javnleik Nýggja liðið í 2. deild, LÍF hátt — við sigri á útivelli. LÍF hitti á vellinum á Sevmýru TB, og vunnu lorvikingar dystin við trimum malum móti tveimum, aftaná at hava verið á odda við einum máli móti ongum í hálv- leiki. Málini hjá LÍF vórðu skotin av Jákup Mikkel- sen, ið er leikandi venjari, Jógvan Júst Olsen og Berg Vatnhamar, meðan Hans Jergensen og Pól Vestergaard skutu málin ifyri TB. TB hevði annars góðan meguleika fyri at fáa javn- leik, tá teir fingu brots- spark, men varð hetta Gekk væl hjá nýuppflutta liðnum, so gekk ikki so væl hjá liðnum, ið flutti niður úr 1. deild, MB. MB hitti, í dysti, ið varð fluttur til sunnudag, á heimavelli EB, og endaði dysturin við 2—2 javn- leiki. Málini hjå MB voru skotin av Mikkjal Dánjal- son og Valdemar á Løg- mansbe, meðan Trúgvi og Tórur Jacobsen skutu málini fyri EB. I Rúnavík mettust Royn og NSÍ, og ikki var long tíð liðin av dystinum, áðrenn eina avgerandi málið, ið tryggjaði NSI fyrsta landskappingar- sigurin, og fyrstu stigini í verður rokna fyri at vera deildini, byrjaðu lutteku skotið langt oman fyri ár, kom. Málið varð skotið úr Lorvík, ið av mongum eitt tað best leikandi liðiðí teirra í 2. deild á besta málið. av Eyðun Gaardbo. Lið taka seg úr kappingini : mi — 9 ir Kappngim- kappingini orsaka av gjert, at møguleiki var Talið av luttakandi liðum er minka Longu áðrenn kappingin var fyrstu liðini trekt seg Undan kappingarbyrjan í 122 lið úr 21 fel- <1 år høvdu n bodad frå luttøku i ltslandskappingini, r er leiki r greitt, at e1r1 teiog va trekt ð r kapping! remse rsøkin il r g ell manni r ólk A deil« vur R tikið lið sitt úr lið í dysti teirra á útivelli móti TB) og TB. Unglingadeildin er eisini minka niður í seks luttakaralið. Upprunaliga høvdu sjey feløg boðað frå luttøku, men áðrenn kapp- ingarbyrjan avgjørdi VB at taka lid teirra ur kapp- og eru seks liðini, ið eftur eru B36, TB, HB, KI, Fram og IF Í dreingjadeildini er eisini eitt lið farið úr kapp- gini, og er hetta dreingja- liðið hjá TB, ið tey annars byrjað, høvdu hevur sett stóran dám á kappingina seinnu árini, og kann tað nevnast, at síðani 1965 eru tað bert HB og TB, ið hava vunnið meistaraheitini í dreingja- deildini, og oftast hava hesi feløgini eisini verið millum fremstu liðini i deildini, tá tað ikki er eydnast teimum at vinna meistaraheitið. Eisini í yngstu deildini kann tað henda, at neyðu er at taka lið úr I1£t manningartroti. HB hevdi i ár melda fýra piltalið til luttøku, men stutt undan kappingarbyrjan varð av- bert at manna trý lið, og avgjørdi HB ti at trekkja eina piltalið sítt, HBd, úr kappingini. nevnt Stutt: Stórsigur Kuwait vann við seks málum móti ongum á Thailandi aftaná at hava verið á odda 4—0, tá londini bæði hittust í fót- bóltslandsdysti, í bólki try í Asia í kvalifikati- ónskappingini í HM í Spania 1982. Kappingin í bólki trý verður leikt í Kuwait, og vann Suðurkorea fyrsta dystin móti Malaysia við tveimum - málum móti einum. Hittast aftaná 15 ár Fimtan ár aftaná spenn- andu finaluna um HM á Wembley í 1966, hittast landsliðini frá '66 hjá Vesturtýskalandi og Onglandi aftur — hesa- ferð í dysti til frama fyri brekaði í Vesturtýska- landi. Dysturin verður leiktur í Flensborg. Yvirskotið frá dystar- inntekuni fer til tey umleið 150.000 mennisk- uni í Vesturtýskalandi, ið onkursvegna eru brek- að orsaka av vedda- sjúkum. Allir leikararnir frá vesturtýska liðnum, ið luttók í góðu men esandi finaluni á Wemb- ley, som Ongland vann aftaná longda leiktíð, hava boðað frá, at teir luttaka í dystinum, meðan Charlton-breð- urnir, Bobby og Jackie, og Bobby Moore hava sagt ja at luttaka fyri Ongland. Ute Geweniger nytt heimsmet Ute Geweniger, piskur meistari DDR, settið í svimji- landsdystinum móti Sovjetsamveldinum i Gerasin nytt heimsmet i 100 m. bringusvimjing fyri kvinnur. Gamla metið, ið Ute Geweniger sjálv hevði, var 1.10.22, meðan nýggja metið er 1.09.52. Nýggja heimsmetið var nummar 150, ið svimjarar úr DDR hava sett gjøgnum tíðirnar olym- frå