mikudagur 29. apríl 1981síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
at:
Royna at savna vinstravongin
móti høgraåganginum
— Skipa fyri 1. mai haldi. Ikki eitt alternativ til 1. mai haldið á Vaglinum, men stuðul!
Nekur fólk, m. a. limir í
SU, Sosialistiskum ung-
mannafelag, UT, Unga
tjóðveldinum og FS, Før-
oyskum sosialistum, hava
tikið stig til at skapa eina
eind á vinstravonginum í
Feroyum. Grund-
sjónarmið teirra er, at Før-
oyar i dag eru styrdar av
einum borgarligum meiri-
luta, sum við teirri stød-
ugt versnandi búskapar-
ligu steðuni í landinum í
huga roynir at venda poli-
tisku gongdini í landinum
alt meir móti hegri. Í
summum førum so tað
markar til tað ódámliga.
Tey halda tí, tað er neyð-
ugt, at allar framburðs-
sinnaðar og fólkaræðislig-
ar kreftir savnast um eitt
eindartiltak 1. mai.
Við hesum grundsjón-
armiði og slagorðunum:
Móti hegraáganginum ! —
arbeiði til allar hendur! —
móti kappdubbingini, fyri
friði og avvápnað! — her-
valdið av landinum, Nato
úr Feroyum, Feroyar úr
Nato! — stuðlið kvinnu-
stríðnum, fyri javnrætt-
indum ! — sterri almennan
stuðul til mentanar-
arbeiði! — fyri einum
betri umhvervi, steðgið
nåttåruoydingini! — betri
spæliumsteður til bernini !
sendi fyrireikingar-
nevndin eina innbjóðing
til ymiskar felagsskapir
um 1. mai hald. M. a. til
fakfeløg. Tey hava verið
positiv, men hava kortini
ikki luttikið í arbeiðinum
at fyrireika 1. mai haldið,
siga fyrireikararnir.
Tí verður tann ætlaða
eindarkravgongan seinna-
partin 1. mai av ongum. Tí
tiltakið er á ongan hátt
ætlað at vera eitt alterna-
tiv til 1. mai haldið hjá
arbeidarafeløgunum, men
ein stuðul. Fyrireikararnir
vóna, at umboð fyri fakfel-
øgini koma á kvøldsetuna,
sum verður í hellini í Stu-
dentaskúlanum kl. 19,30.
Har verða reður, kabarett,
tónleikur, yrkingar, fel-
agssangur og ein EI Salva-
dor framsýning. Aftaná
vóna fyrireikararnir at fáa
í lag eitt politiskt tjak yvir
einum kaffimunni.
Tverpolitiskt
Á einum tíðindafundi
mánakveldið greiddu fyri-
reikararnir frá royndunum
at skapa eina breiða eind á
vinstravonginum.
Víst varð á, at royndir,
sum higartil eru gjørdar,
eru miseydnaðar. Tað
hevur verið meiri spjaðing
enn savning. Royndin,
sum nú verður gjerd, er á
einum tverpolitiskum og
breiðum grundarlag. Tað
er ikki annað enn
náttúrligt, at fakfelogini
og javnaðarflokkurin og
tjóðveldisflokkurin = eru
við í stríðnum móti hegra-
áganginum. OFML,
Oyggjaframi, Marx-Lenin-
istar, vórðu eisini bodnir
við. Men, bleiv upplýst á
tíðindafundinum, tað vísti
seg, at OFML bert vildi
vera við, um arbeiðið bleiv
skipað eftir teirra
treytum.
— Vit royna at fáa allar
kreftir á vinstravong-
inum, sum kunna savnast,
við í arbeiðið. Fyrsta
stigið er 1. mai haldið.
Síðani er ætlanin at ar-
beiða víðari við ymiskum
tiltøkum. M. a. er ætlanin
at gera eina El Salvador
herferð.
Fyrireikararnir = vildu
eisini avsanna nekur
leysatíðindi um 1. mai
haldið.
— Tað verður sagt, at
FS stendur aftanfyri hetta
her. Tað er ikki rætt. FS er
boðið við á sama hátt sum
hinir felagsskapirnir.
Tað verður eisini sagt,
at tað bert eru akademik-
arar við. Tað er heldur ikki
rætt. Og hinvegin er tað
heldur ikki avgerandi, í
hverjum lenarbólki, fólk
eru.
Tað avgerandi er, at tey
vilja vísa samhug við ar-
beiðararersluni.
Kvinnufelagið
opið hús 1. mai
Havnar Kvinnufelag
hevur opið hús við
kaffisølu í Mettu-
stovu fríggjadagin 1.
mai kl. 15 til 20.
Limafundur verður
4. mai kl. 19,30.
Setið peningin
i F Á
FØROYA SPARIKASSA
fólksins peningastorn
Blómubúðin
>FLORA<
TLF. 14169 ;
HOYDALSVEGUR 8
3800 TORSHAVN
sendir um alt landið!
Kanska vil Pauli. Men hann megnar neyvan...
NSASSAASASSSAANSS
— Eg havi frætt, at tú
"Á
,
,
rå
/
Á
ør
rå
á
Fá
Á
7
74
/
r
/
á
TÁ
Á
4
á
á
rá
ør
TÁ
rá
4
rá
á
Á
á
ør
Aftur i morgin
Eini 200 fólk
luttóku i
motiónsgong-
uni/renningini hjá ÍSB seinasta hósdag.
Tey flestu valdu stytstu leiðina, 4 km.
Vónandi verður veðrið eitt sindur lagalig-
ari í morgin, tá motiónsfólkið aftur fer av
stað, m. a. út eftir Landavegnum, haðani
hendan myndin er.
ert farin at skriva
endurminningar...tú — tá tú kemur til árið,
tú lænti 500 kr. frá mær, kanst tú íkki
minnast at senda tær...
SANNJANSNSSNANNANANARARNRARARARNARA
NRARANVNNNNNNIENSERNS
NÁNNSAÁNNNNNAÁNNNNN
NAÁNTNANNASSNANANANAÍÓNNANSNNA
NNNNN á"