Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-06, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 1981síða 1

allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 34 — Mikudagur 6. mai 1981 Teir settu allir stórar vónir til svartkjaftin — men: Svartkjafturin má ikki fáa somu lagnu sum sildin á sinni TAC má setast sum skjótast Jákup Merkere, Hans Jacobsen og Hilmar Kass aftaná fundirnar. Munnu teir tosa um svartkjaft! Meðan fiskafrødingarnir vóru ógvuliga svartskygdir viðvíkjandi lagnuni hjá botnfiskastovnunum undir Feroy- um, so vóru menn yvirhevur á einum máli um, at svart- kjafturin kann gerast grundarlagið undir okkara fiskivinnu í framtíðini. Tað kom m. a. fram í fyrilestrunum á fundunum, sum Føroya Fiskasøla skipaði fyri í seinastu viku, at eydnast royndirnar at framleiða svartkjaft til matna og selja hann, so kunnu skapast 1000 nýggj arbeiðspláss á landi umframt arbeiði umborð á svartkjaftaskipunum. Ikki nokk við tí. Avlopið frá matveruframleiðsluni, slógvið, kann brúkast sum bíligt fóður í eini framtíðar pels- djóravinnu, sum uppaftur kann geva arbeiði til fleiri hundr- að fólk. So hóast fjarleiðirnar við teirra fiskagulli gleppa okkum úr hondum — er nakað, sum bendir á, at tað eru meguleikar at bróta upp úr nýggjum: at brúka ráveru og meguleikar, sum í nógv nógv ár hava ligið beint fyri nesina á okkum. Lesið um hesar spurningar á síðunum 12 og 13. Heilsumidstødin við Streymin: Kollfirðingar tikið nýggja avgerð: Vit vera ikki við ! Her, norðanfyri vegin niðan til bergholið, er ætlanin at byggja heilsumidstødina Kommunurnar hava sekt um játtan á fíggjarlógini fyri 1981/82, so byggingin kann byrja í fíggjarárinum Vaktar- og bjargingartænastan: | Skip okkara Lesið á síðu 5 verða misbrúkt! Á Vaktar- og bjargingar- tænastuni meta teir, at Ólavur Halgi og Tjaldrið óneyðugt verða boðsend. Nevnt verður sum dømi um hetta at tá skip sam- torla og annað fær um skrúvuna, so verða send boð eftir vaktar- og bjarg- ingartænastuni. Og hóast hesi eru 10—15 siglingar- tímar burturi, so verður heldur bíðað enn at hin trolarin sleipar tann, sum fekk um skrúvuna, inn. Hesin hugsunarhátturin er galdandi fyri øll sløg av skipum, sigur Vaktar- og bjargingartænastan. Tað tykiast, sum menn heldur vilja lata Ólav Halga ella Tjaldrið sleipa seg til land enn lata skip ella bát, sum liggur við síðuna av, gera tað. Hetta darvar arbeiðið hjá Vaktar- og bjargingar- tænastuni. Tað mesta av tíðini hjá skipunum fer til sleipingar. Í gjár til demis fór Tjaldrið = av Havnini norður á 65 stig eftir einum laksabáti, sum hevði fingið maskinskaða. Hetta, hóast fleiri bátar og skip vóru tætt við laksabátin. stof Bryggjari | svarar frå 8.00-5.00 | tlf. 14728 | — —