mikudagur 6. mai 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UR
see
ÉT
SOSIALURIN
Síða 3
Po
Javni 10 år
å baki
14. mei verdur Javni — landsfelagid evnaveikum at
bata 10 år, og felagid skipar i hesum sambandi fyri
landsstevnu frå 14. til 17. mei.
Landsstevnan plagar vanliga at vera i september,
men verður i år hildin í samband við 10 ára dagin.
14. mei skipar Javni fyri dogverðaborðhaldi í høllini
á landssjúkrahúsinum.
Sum tað sást í skránni, eru fleiri útlendingar vil til
landsstevnuna í år, men tað kemur av ti, at tað bar so
heppið á, at NFPU hevur nevndarfund í Føroyum um
somu tíð sum landsstevnan verður.
NFPU stendur fyri Nordisk Forbund for Psykisk Ud-
viklingshæmmede. Í nevndini hjá NFPU eru tey meira
serkønu í arbeiðnum fyri teimum brekaðu — eitt nú
læknar og sålarfrødingar, lærarar, administratións-
behandlingspersonali og politikarar. Hetta verður
fyrstu ferð, at NFPU hevur nevndarfund her. Í sein-
astuni er NFPU-felagsskapurin víðkaður soleiðis, at
eisini foreldur at brekaðum komin uppí sum serkøn á
sínum oki.
At enda sigur Javni, at felagið er fegið, sum øll tey,
sum koma við til dogverðaborðhaldið 14. mei, siga frå
í góðari tíð. Døgverdin kostar 50 krónur
Landsstevnan 1981
Stevnan byrjar hósdagin 14. mei kl. 19, við veitslu
borðhaldi i samkomuhellini á landssjúkrahúsinum.
Fríggjadagin 15. mei í samkomuhellini klokkan 15:
Palifundur. Luttakarar. Olav Tendeland, Noreg. Karl
Grúnevald, Sveríki. Alfred Dam, Danmark. Benita
Johans, Åland. Helena Samuelsen, Føroyar.
Fundarleiðari verður Lasse Weckrot úr Finlandi.
Evnið: Hvat gagnar arbeiðið tvørtur um landamark
og tvørtur um fakbólkar.
Síðani tosar Margrét Margeirsdóttir av Íslandi-um
tilboð til menningartarnað á Íslandi sambært nýggja
lóg.
Leygardagin 16. mei kl. 10 í skúlanum á Trødni:
Orðaskifti.
Foreldur
áskoðan.
Fundarleiðari verður Jóannes Dalsgaard.
og avvarandi fáa høvi at siga sína
Sunnudagin 17. mei kl. 15 á Viðareiði:
Fundur við Lars Lundgárd, almannastjóra í Ribe Amt.
Evnið : Hin brekaði sum medborgari í samfelagnum
Fundirnir eru almennir.
Býráðslimir hava kannað EDV-tól
# | EDV-útgerðin skal ikki
"| goyma persónligar
=S
>. | upplýsingar
Politikkararnir vildu tryggja seg í móti, at data-útgerðin, sum kommunan
ætlar at útvega, ikki miðjar í móti skipan, har fólkið bert verður eitt nummar
Ein nevnd við politikkarum
og embætismonnum frá Tórs-
havnar kommunu hevir
verið í Danmark og vitjað
fyritekur, sum selja data-tól,
og fyri at síggja hesi í brúki,
var nevndin eisini og vitjaði
nakrar kommunur.
Nú skal nevndin geva bý-
ráðnum eitt tilmæli um keyp
av tólum, tí avgerðin um
keyp av tólunum skal helst
takast innan 1. juni, upplýsir
Poul Michelsen, býráðs-
formaður.
— Tað er ógvuliga átroðk-
andi, at vit fáa ein part av
hesum tólunum í hesum
fíggjarárinum, tí vit hava
minkað leiguútreiðslurnar av
data-tólum á fíggjarætlanini,
og tí mugu vit koma í gongd
sum skjótast, sigur Poul
Michelsen.
Fólkayvirlit og stýr-
ing av fíggjarligu
gongdini
Tað er serliga á tveimum
økjum, har tað er átroðkandi
at fáa EDVæútgerð — á
Fólkayvirlitinum og á fíggj-
arligu fyrisitingini.
Poul Michelsen greiðir frá,
at um eitt val knappliga varð
útskrivað, er ivasamt um
Fólkayvirlitið hevði klárað at
fingið valtilfarið út til tíðina,
tí núverandi tól eru slitin.
Fíggjarliga fyrisitingin
hevur, sum er, ikki meguleika
dagliga at fylgja við fíggjar-
ligu steðuni. Ætlanin hjá bý-
ráðnum er at útvega tól,
soleiðis at stýring fæst á
fíggjarligu gongdini.
Við slíkum tólum ber altíð
til at síggja, um fíggjarætlan-
in heldur, og tey kunnu stýra
lánum o. ø., sum fellur til
gjaldingar, eins og tólini
kunnu koyra lenarprogram.
Framtíðartól
Umframt at hyggja eftir
neyðugu tólunum til Fólka-
yvirlitið og fyrisitingina,
hugdi nevndin eisini eftir
tólum, sum kommunan eisini
fær brúk fyri í framtíðini.
Talan er her um grafisk
data-tól, har skipanir við
vatnleiðingum, kloakkum,
getu- og landkortum o. s. fr
verða innkodaðar, soleiðis at
tekniska fyrisitingin altíð, tá
hon hevur brúk fyri tí, kunnu
heinta ymiskar grafiskar og
tekniskar upplýsingar fram.
Utvið hálvaðru
millión
Tað er ikki heilt greitt,
hvussu stórur kostnaðurin
verur av ætlaða keypinum
Tað veldst um, um býráðið
velur tól, sum lættliga kunnu
tillagast verandi viður-
skiftum, ella um býráðið
velur onnur tó. og um
hvussu tólini kunnu tillagast
framtíðartervinum eins og
aðrir tekniskir spurningar
koma inn í myndina.
Men Poul Michelsen metir,
at kostnaðurin av sjálvum
tólunum fer at tátta í eini
mill. kr., meðan programmini
helst fara at toga upp í móti
eini hálvari mill. kr.
7» -
Vildu tryggja seg
Tað hava verið nakrar atfinn-
ingar í bleðunum í móti, at
fleiri býráðslimir fóru á eina
slíka ferð
Poul Michelsen sigur, at
áhugin hjá politikkarunum
fyrst og fremst var at
tryggja sær, at tá býráðið fer
at velja sær eina EDV
útgerð, at fólk framvegis
verða fólk og ikki bert eitt
nummar
Býráðsformaðurin
afturat, at
leggur
politikkararnir
vildu tryggja, at EDV-skip
anir vid nummerum ikki
koma at innihalda per
sónligar upplýsingar
Teir, sum vóru við í ferðini,
vóru umframt býráðsfor
mannin, Petur F. Christian
Jákup S. Jacobsen,
býráðslimur og Líggjas
Joensen, roknskaparleiðari,
sen,
og Jens Poulsen, leiðari á
líkningardeildini
Ferðin vardi frá 21. til 30
apríl
——
Kristnilærara-
fundur i Havn
Hóskveldið 5. mei
skipa lærarar í kristni
í Havn fyri fundi í
kantinuni í Lærara-
skúlanum
Henda seinna-
partin kl. 16,30 talar
danski ráðgevarin
fyri læraraskúlar,
Knud Needergaard,
um frálæran í kristni,
trupulleikar og av-
bjóðingar
Sama kveldið kl.
19,30 sigur Johan
Weihe prestur frá
kenda eysturríkska
sálarfreðinginum Vic-
tor Franckl, sum kom
til síni * vísindaligu
sjónarmið eftir at
hava sitið fleiri ár í
konsentratiónslegum
í Nazi-Týsklandi
I millum hesar
báðar fundir ber til at
fáa nátturða í kantin-
uni, tí verða luttakar-
arnir bidnir um at
siga frá á tlf. 12674
Ein hondbók um
Bibliuna komin út
a foroyskum
Tað er Jógvan Skýlindal, sáli, sum eftir drúgt granskingar-
arbeiði hevur lagt hetta verkið úr hondum
Eitt stórt bíbliuverk er
útkomið. Tað er ein
bíbliuhondbók, sum Jóg-
van Skylindal, sáli,hevur
greitt úr hondum, og
Hin feroyski Bibliu-
grunnurin hevur givið
út.
Í formælinum til ta
stóru bókina skrivar
sonur Jogvans, Páll Ský-
lindal, at pápi hansara
var tilkomin maður,
áðrenn hann kom til
trúgv á Harra Jesus.
Hann fór undir at lesa
Bíbliuna við áhuga, og
frá tí fyrsta, Páll
minnist, rannsakaði pápi
hansara dagliga skrivt-
irnar.
Eitt úrslit av hesum
arbeiðinum var >Bíbliu-
orðabókin — nevnini og
týdningur teirra“, sum
kom út í 1973. Eitt
annað er »Bibliuhond-
bókin<, sum nú kemur
út
Tað var tíðliga, at Jog-
van Skýlindal fekk eyg-
uni upp fyri teimum
skattum av dýraberum
sannleikum, sum liggja
fjaldir í nøvnunum i
bibliuni. Fyri at vera
førur fyri at kann hetta
nærri og fyri at kunna
gera bruk av ti hjålpar-
tilfari, sum er á eðrum
málum, fór hann at læra
seg enskt, ígjegnum
brævskúla, seinri hebra-
iskt og síðani grikskt,
skrivar Páll Skýlindal m
a. í formælinum.
Og hetta megnaði Jóg-
van Skýlindal at gera,
hóast hansara arbeiðs-
dagur var langur, og
nógv var hann burturi á
bygd í samband við tele-
fon-arbeiðið
Bókin
fevnir serstak
liga um persóns- og stað-
arnevn. Aftaná hvert
orðið verður sagt, um
tað er hebraiskt ella
grikskt, síðan kemur
tídningurin av orðinum
og hvar tað verður
umrett i skriftini. Í
mongum ferum eru orða
frágreiðingarnar langar
og gjelligar
Bíbliuhondbókin er
umleið 475 blaðsíður til
steddar. Kostnaðurin er
125 kr. Bókin er prentað
hjá Billing á Sons Limi