leygardagur 9. mai 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
skrivi-
Stødan hjå fiskivinnuni
hevur i hesum døgum
verið viðgjerd sum ongan-
tíð fyrr — á fundum, í
blødunum, í útvarpinum
og nú eisini í sjónvarp-
inum.
Eisini steðan hjá fer-
oysku pressuni hevur
verið viðgjerd. Tað var í
gjár, tá útvarpið legði fyri
við eini sending um fer-
oysku bleðini.
Tað er at fegnast um, at
áhugi tykist vera fyri at
fáa í gongd eitt breitt al-
ment kjak um aktuellar
samfelagsspurningar.
Tað eru annars nakrir
mánaðir síðani, at undir-
ritaði gjerdi vart við júst
somu spurningar og setti
fram eitt ynski um,at fer-
oyingar gera brúk av tí
skrivifrælsi, sum sigst
vera galdandi i hesum
landi.
Ila bar til tå. Okkurt
gleps i Dagblaðnum um,
at ætlanin var at fremja
sosialistisk áhugamál og
gera álop á privatar fyri-
tekur osfr. — og so var
ikki meira um tað.
Síðani hevur onkur
nevnt fyri mær, at kanska
vóru greinar mínar í so
sakligar og hampuligar,
og kanska var ov lítið
veiggj í teimum. Hetta er
meguliga ein rett meting.
Tað er tó spell at skula
ásanna, at feroyingar
einans lata við seg koma,
tá teir sjálvir verða
straðkaðir í andlitið-,
verða spiltir út við
ókvæmisorðum, verða
snýttir o. | Nógv av
okkum velja heldur at
sleyga og tosa ilt um
hvenn annan í krókunum
— heldur enn ærliga at
siga sína hugsan, tó uttan
so, at hon skal bera dám
av vanvirðing.
Eg má spyrja, hvat virði
okkara demokratiska sam-
felag við sínum mongu
blødum hevur, um vit ikki
brúka henda meguleikan,
at siga okkara hugsan um
tað, sum vit eru ónegd við
og kundu ynskt eðrvísi í
samfelagnum
Vit eiga í heilum at seta
A ———Ú—Æ—
Jan miller
blaðmaður
skrivar
fram spurningar til tað,
sum fyriferst í samfelagn-
um, til teir, sum stýra og
hava valdið — taka av-
gerðirnar og hava ábyrgd-
ina.
Vit eiga at vera sjálv-
krittisk og krittisk mót-
vegis eðrum í ávísan
mun— heldur enn blankt
at skula góðtaka alt, sum
fer fram rundan um
okkum.
Hverja trygd hevur t. d.
vanligi borgarin fyri, at
tann ráðandi, tann múgv-
andi, tann útbúni, tann
mentaði gera tað, sum er
til samfelagsins besta !
Nú hava so eisini aðrir
sett spånin í greytin og
lagt upp til tjak um aktu-
ellar samfelags-
spurningar.
Nú var tað so Feroya
Fiskasela, sum skipaði
fyri fundum um fiskivinn-
una. Tað er at fegnast um,
at henda fyriteka tekur
eitt tílíkt stig.
Skal eg so siga mína per-
sónligu hugsan um hesar
fundir, so vóru teir eitt
sætt vónbrot. Ikki tí —
fleiri áhugaverdir spurn-
ingar vórðu reistir av fyri-
lestrarhaldarunum. Men
so heldur ikki meira. Tjak-
ið aftaná var mest sum ein
konstatering av gongdini
higartil og síðani onkur
ábreiðsla til Fiskaseluna.
Eg meti, at hetta so
týdningarmikla tjak átti
at verið tikið upp fyri
langari tíð síðani. Einstak-
ir persónar hava trivið í
pennin nú og tá, men
uttan Feroya Fiskaselu,
sum selir nærum allan
okkara útflutning, er lítil
dugur í einum tjaki um
fiskivinnu og framtíðar
meguleikar.
Tí haldi eg tað so sanni-
liga var uppá tíðina, at
Feroya Fiskasela tók seg
um reiggj og vildi vera við
í einum tjaki um hesar
spurningar. Orðatakið
sigur, at neyðin drívur
nakna konu at spinna !
Lat tað tó vera sagt, at
úrslitið av fundunum
kundi verið eitt heilt
annað, um tilrættalegg-
ingin hevði verið eðrvísi.
T. d. vóru fundirnir mitt í
viku — í besta streymi.
Sostatt vóru flestu fiski-
og útróðrarmenn úti og
høvdu ikki meguleika at
vera við í tjakinum.
Hevði tað ikki verið
meira hóskandi at lagt
tílíkar fundir í vikuskift-
inum og eisini nýtt eitt
sterri forum til at tjakast
um hesar so týdningar-
miklu spurningar. Eitt nú
ítróttarhellina! Hví hesir
fundir endiliga skuldu
leggjast beint upp undir
aðalfundin hjá Føroya
Fiskaselu, dugi eg ikki at
skilja. Jú, vist vóru nógv
fiskaselufólk savnað í
Havn um hetta mundið,
men hvat við útróðrar-
monnunum, sum íikki
høvdu meguleika at vera
við!
Eisini má ein spyrja, hví
ikki fiski-og útróðrarmenn
ella umboð fyri feløg teirra
vóru í panelinum !
Hetta var ein missur,
haldi eg.
Nú man onkur yppa eksl
og spyrja, hvar vit blað-
menn vóru undir tjakinum
í Læraraskúlahellini, og
hví ein nú aftaná skal
klikkja niður á Feroya
Fiskaselu. Undirritaði var
á fundunum fyri at endur-
geva (referera) teir til Sosi-
alin, og sum so metti eg
tað ikki vera mína upp-
gávu at seta fram spurn-
ingar eisini. Harafturímóti
helt eg, at tað var rætt at
lata tey mongu, sum van-
liga ikki skriva í blødun-
um, sleppa framat at siga
sína hugsan. Spell var tað
so, at tað vóru so fá av
hesum fólkum á fund-
unum.
Hvat viðvíkur at klikkja
niður á Fiskasøluna, so má
eg kortini vísa til, at fund-
irnir hava helst fingið
betri umreðu í pressuni,
eisini Sosialinum, enn
nakað annað mál hevur
fingið fyrr.
Hvat fekk ein so burtur
úr f:ndunum, nú ein
hevur hoyrt frásegnina 3
til 4 ferðir! Vóru teir eitt
nóg gott íkast til eitt víðari
orðaskifti um steðuna hjá
fiskivinnuni og framtíðar
møguleikarnar! Eg fari at
ivast. Meginparturin av ti,
sum kom fram, hevur
verið frammi í pressuni
fyrr. Tí væntaðu vit
okkum okkurt heilt nýtt,
ikki minst frá Fiskaselu
síðu.
Men her er so tikin ein
tráður upp, ið eg meti sum
blaðsins uppgávu at føra
víðari.
Ætlanin er at hava sjón-
armið um hesar spurn-
ingar hvenn leygardag
nakað fram í tíðina. Miku-
dagar er so ætlanin at
taka upp eitt orðaskifti
um feroysku pressuna.
Eg meti hetta seinna
orðaskiftið at hava eins
stóran týdning, sum tað
fyrsta. Vit liva í einum
demokratiskum samfelag
við m. a. skrivifrælsi!
Men brúka vit hetta
skrivifrælsið og sleppa vit
at brúka tað, sum vit
vilja!
Fær borgarin (við at lesa
blødini t. d.) tað innlit í
samfelagslig mál, sum
hann hevur rætt til og
átti! Verða ikki nógvar
politiskar avgerðir tiknar
yvir hevdið á honum,
uttan at borgarin hevur
havt meguleika at fylgja
við og sostatt gera sína
meining galdandi um hann
er fyri ella ímóti !
Í hesum báðum førum
hava vit heitt á fólk um at
skriva, men onnur eru
vælkomin at ringja ella at
skriva til blaðið um hesar
spurningar.
Hóast Sosialurin í
sínum politisku greinum,
tvs. oddagreinum og við-
merkingum heldur seg til
sosialdemokratisk sjón-
armið og Javnaðarflokkin,
so er ætlanin við hesum
tjaki at fara tvørtur um øll
flokspolitisk mark. Vit
kunnu nevniliga øll vera
við til at birta nýtt lív í
hesum samfelagnum
uttan mun til, hvenn poli-
tiskan lit vit hava. Hóast
tað er gott, at vit hava
politiskar åskodanir at
halda okkum til, og ikki
eru vingluskeltar frá degi
til annan, so meti eg kort-
ini, at alt ov nógv gott í
hesum samfelagnum fer
fyri skeyti ella kemur
ongantíð fyri seg orsakað
av intolerantum og fana-
tiskum politiskum
áskoðanum.
Skulu vit t. d. byggja
eitt nýtt virki í Mykinesi,
og hetta má metast at
hava stóran bygdamenn-
ingarligan og samfelags-
ligan týdning, tá kann tað
ikki vera rætt, at hetta
tiltak dettur niðurfyri, tí
vit orsakað av ymiskum
politiskum áskoðanum,
ikki kunnu vera saman um
at lyfta byrðarnar.
Alt og ofta spyrja vit
fyrst, hvenn politiskan
flokk ein hoyrir til —
ådrenn vit spyrja, hvussu
vit skulu loysa eitt mål til
samfelagsins besta.
Tað skal ti vera vón
mín, at tjakið — heldur
enn at verja ávís einoygd
politisk sjónarmið og fyri
tað persónlig — ber dám
av ærligum, opnum og
krittiskum innslegum, har
vit viðganga gjerd
misstek og har vit leggja
øll kort á borðið. Nústaðni
tá kunnu vit leggja út árar
og leggja til brots.