hósdagur 14. mai 1981síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Felagið JAVNI 10 ár í morgin
Fyrst fingu vit tey
evnaveiku heimaftur
— nú skulu tey eisini
sleppa at búgva á
heimplássinum ístaðin
fyri at verða send
til hovuðsstaðin
Í nógv, nógv ár hevur føroyska samfelagið ikki viljað vita av
fleiri av sínum brekaðu borgarum, eitt nú teimum evnaveiku.
Tað var lættari at senda hesi fólk av landinum — til Danmarkar
— heldur enn at geva teimum liviligar umsteður í Feroyum.
Tað var m. a. við hesum í huga, at felagið JAVNI fyri 10 árum
síðani, varð sett á stovn. Hesi 10 árini felagið hevur virkað, eru
fleiri og fleiri av teimum evnaveiku komin aftur til Feroyar, og
sjálv gongdin hevur verið tann, at vit hava skapt umsteður í
Feroyum fyri teimum evnaveiku, heldur enn at skula senda tey
av landinum.
Javni hevur 10 ár á baki. Hóast nógv er rokkið, so er langt á
mál. Frá at skula fáa tey evnaveiku heimaftur til Feroya, hevur
Javni nú eisini sum eitt av sínum aðalmálum at skapa umsteður
fyri evnaveikum úti á bygdunum, har tey eru fedd og uppvaksin
— ístaðin fyri at skula senda tey til høvudsstadin, har i dag teir
bestu meguleikarnir eru fyri hesi fólk.
Hósdagin 14. mai eru 10
ár liðin, síðan, at felagið
JAVNI varð sett á stovn.
Tað var henda dagin í
1971, at táverandi sosial-
ráðgevi hjá forsorgini,
Karin Kjelbro boðaði til
fundar í Havn um ætlaðu
byggingina av deildum til
evnaveik.
Tað var ætlanin at
byggja deildir til evnaveik
tá, men orsakað av spari-
tiltøkum, sum danska
stjórnin setti i verk, bleiv
henda bygging fyribils
útsett.
Tað var hesum, sum fólk
í Føroyum ynsktu at mót-
mæla, og hetta var uttan
iva beinleiðis orsekin til,
at felagið JAVNI varð
stovnað.
Í dag telur hetta felag
meira enn 1500 limir, sum
umboða foreldur, feløg,
stovnar og onnur, sum
hava áhuga fyri viður-
skiftunum hjá teimum
evnaveiku.
Á fyrsta fundinum í
1971 varð samtykt at seta
felagið á stovn, og ein
nevnd varð vald. Í hana
komu: Helena Samuelsen,
Rókur Dalsgaard, Hans
Thomsen, Sigmund Fred-
riksen og Maria Oknadal.
Helena Samuelsen, sum er
nevndarlimur framvegis,
hevur verið formaður í fel-
agnum í 7 ár. Hans Thom-
sen hevur rekt starvið
sum kassameistari/bókh-
aldari ell hesi 10 árini.
Hóast deildirnar til
evnaveik — í dag Eirar-
garður 14—16 — ikki
gjørdust veruleiki fyrr enn
í fjer, so hevur Javni havt
fleiri onnur mál at arbeiða
við hesi 10 árini.
Læntu deildir
Eitt tað fyrsta var at heita
á innanríksmálaráð-
harran, sum vitjaði i
Feroyum í 1973 um at fáa
loyvi at læna nakrar av
verandi deildum á táver-
andi Statshospitalinum til
nekur evnaveik. Hetta
varð játtað, og til í fjør
hava 20 evnaveik bern
hildið til í eini deild á
»Statshospitalinum«. Har-
umframt hava 11 vaksin
búð á pensionatinum.
Eitt av endamálunum
hjá Javna hevur verið at
fáa teir mongu evnaveiku
føroyingarnar, sum hava
búð í Danmark, heimaftur
til Føroyar. Gongdin
hevur annars verid tann,
at fleiri av hesum evna-
veiku vórðu flutt til Dan-
markar at vera, ti í Føroy-
um var einki stað at hýsa
teimum, um ikki foreldrini
kundu hava tey búgvandi
heima.
Men í 1973 komu so tey
fyrstu — 3 bern og 5 vaks-
in — heimaftur til Feroyar.
Frítíðarheimið
Eitt av stórmálunum hjá
Javna hevur verið at fáa
eitt frítíðarheim/umlætt-
ingarheim fyri evnaveik.
Her hevur felagið avrikað
eitt stórt arbeiði við fyrst
at keypa at umbyggja eini
hús, sum síðani eru latin
forsorgini og lands-
stýrinum at umsita —
uttan at skula gjalda
*
Ein stórur dagur. Deildirnar til 48 evnaveik verða vigdar
nakað í leigu.
Frítíðarheimið í Skriv-
aragetu, verður í dag
brúkt serliga til dagum-
lætting. Har eru pláss fyri
15 fólkum íalt á heim-
inum, harav tey fimm
kunnu búgva á heiminum
í eina tíð. Endamálið við
heiminum er m.a., at tað
skal kunna lætta um hjá
foreldrum hjá evna-
veikum.
Av eðrum málum, sum
eru framd hesi árini Javni
hevur virkað — og har
Javni antin beinleiðis ella
óbeinleiðis hevur stuðlað
— er verkstaðurin Vón,
sum varð liðugur i fjør og
har pláss er fyri 45 fólk-
um. Harumframt kann
nevnast Skúlin á Treðni,
sum varð tikin í brúk í
1976. Har verða eisini
evnaveik bern undirvíst.
Upplýsandi arbeiði
Vit hava tosað við for-
mannin í Javna, Hannufíu
Poulsen, úr Klaksvík. Hon
sigur, at upplýsandi
arbeiði hevur verið av sera
stórum týdningi í virk-
seminum hjá Javna. Í
hesum sambandi kann
nevnast, at Javni hevur
tætt samarbeiði við for-
eldrafeløg og stovnar í
okkara grannalondum.
Hannefía Poulsen nevnir í
hesum sambandi, at vit
hava fyri neyðini at fáa
upplýsandi tilfar frá
eðrum, um hvussu tey
taka sær av teimum evna-
veiku, fyri síðani at geva
hetta víðari til fólk í Fer-
oyum.
j
Figgjarliga grundar-
lagið hjá Javna øll hesi
árini hevur verið sjálv-
boðið arbeiði av limunum í
felagnum. Merkjaselan
hevur verið um heystið og
girokort eru send út um
várið. Harumframt fær
felagið nakað inn í lima-
gjaldi.
Annars kann nevnast,
at Javni hevur sekt lands-
stýrið um pening á
fíggjarlógini til m. a.
skrivstovuhald og blaðút-
gávu. Higartil hevur fel-
agið so ikki fingið pening
til at rinda hesar útreiðsl-
ur.
Mugu biðja um
pengar!
— Eg meti tað vera eina
skyldu hjá samfelagnum
at taka sær av ellum sam-
felagsborgarum. Vit
savna pening id til frama
fyri tey evnaveiku, men
tað eru vit ikki alt ov glað
fyri, tí hesir borgarar hava
eins og øll onnur krav
uppá virðing og javnsetan
í samfelagnum. Tí átti
samfelagið at rinda út-
reiðslur, sum vit í dag
mugu biðja fólk geva
okkum til arbeiðið.
Soleiðis sigur Hannefía
Poulsen um henda so
týdningar mikla spurning-
in. Hon vónar, at myndug-
leikarnir fara at ganga
ynskinum um at fáa pen-
ing á fíggjarlógini á meti.
Eisini á bygd
Hans Thomsen hevur
havt kassan hjá Javna um
hendi ell 10 árini
Uppá fyrispurning, hvat í
dag er stersta ynski at fáa
framt, sigur Hannefía
Poulsen at higartil er nógv
útint til frama fyri hesi
fólkini, men nú er so eftir
at fáa okkurt gjert uttan-
fyri Havnina.
— Fyrst hava vit fingið
tey evnaveiku heim. Tey
eru fyri tað mesta í Havn.
Nu gongur so leiðin víðari
— hartil — at vit skulu
skapa umsteður fyri
teimum evnaveiku úti á
heimplássunum, hvar tey
so enn búgva. Tað eigur
ikki at vera neyðugt at
skula senda hesi fólkini til
Havnar at búgva, tí bert
umsteður eru í Havn at
hýsa teimum.
Hannefía Poulsen legg-
ur aftrat, at tað verður nú
arbeitt fram ímóti at fáa
bygt smærri deildir úti á
bygdunum, vardar íbúðir
til fólk, sum kunnu klára
seg við eitt sindur av
hjálp, umframt onnur til-
tek, sum skulu tryggja
teimum evnaveiku eina
meira liviligari og
menniskjansverdugari til-
veru.
Í samband við 10 ára
haldið hevur Javni bjóða
ymsum gestum til
Feroya. Eisini er tað so
heppið, at nevndin í
NFPU, te. Nordisk For-
bund for Psykisk Udvik-
lingshæmmede hevur
fund i Føroyum i hesum
døgum. Vanliga hevur
Javni landsfund um
heystið, men nú hevur
nevndin so avgjert at
framskunda fundin, sum
so verður hildin hetta
vikuskiftið.