leygardagur 16. mai 1981síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Dreymurin gjørdist veruleiki:
Grønlendingar i Før-
oyum stovna felag
Grønlendingar i Føroyum
hava stovaað sitt egna
felag. Hetta hendi á einum
fundi í Mettustovu sein-
asta leygardag.
Mett verður, at einir 40
grønlendingar búgva i
Føroyum og å stovningar-
fundinum vóru 34 fólk.
Felagið hevur longu 27
limir, harav nakrir eru fer-
oyingar.
Tað var Petrina Oster-
mann úr Egedesminde,
men nú búsitandi á Stron-
dum, sum tók stig til at
stovna felagið.
Eg havi nakrar ferðir
verið og ferðast í Føroyum
og havi tá spurt, um
nakað grenlendingafelag
var her. Svarið hevur altíð
verð nei. Eg lovaði tí mær
sjálvari, at kom eg nakran
tíð til Føroya at búgva, so
skuldi eg stovna eitt tílíkt
Blómubúðin
»FLORA«
TLF. 14169
HOYDALSVEGUR 8
3800 TORSHAVN
sendir um alt landið!
felag.
Vit fluttu so til Føroya i
januar (Petrine er gift vid
einum føroyingi), og eg
spurdi so aftur, um nakað
grenlendingafelag var
stovnað. Tað var tað ikki,
greiðir Petrine Ostermann
frá.
Hon hevði ikki gloymt
tí, hon lovaði sær sjálvari,
og fór beinanvegin í holt
við at fyrireika stovning-
ina av grenlendingafel-
agnum. Hon skrivaði til
Grenlænderforeningen í
Keypmannahavn fyri at
fáa nekur góð ráð haðani.
Men onki svar kom. So
skrivaði hon til meginfel-
agið hjá grønlendingatfel-
egunum í Danmark. Men
haðani kom heldur ikki
svar. |
Eg tosaði so við
tríggjar grenlendingar
her, David í Klaksvík,
Astu í Hvalvík og Arqa-
luk her á Strondum. Síð-
ani ringdu vit til grenlend-
ingar í Feroyum og øll
vóru samd um at stovna
felagið.
Málið: at ognast hús
Nýstovnaða felagið hevur
enn onki navn fingið. Av-
gjert varð á fundinum
leygardagin, at fólk á
næsta fundi skuldu koma
við uppskotum um navn
til felagið. Tann, sum
kemur við uppskotinum,
sum verður valt, fær eina
virdisløn.
Felagid hjå grønlend-
ingunum hevur nekur
endamál, sum tað nú fer at
arbeiða fyri. Men tað er
serliga eitt ynski, sum fel-
agið hevur, sigur Petrine
Ostermann. Og fyri at
uppfylla hetta ynskið
krevst, at bæði nevnd og
limir standa saman. Hetta
ynskið er at fáa eitt grøn-
lendingahús. Tað skal ikki
vera í Havnini, men í onkr-
ari bygd.
Eisini kann felagið
hjálpa grønlendingum,
sum liggja á sjúkrahúsi i
Feroyum og hava mål-
trupulleikar. Onkur úr fel-
agnum kann virka sum
tolkur hjá hesum sjúk-
lingum og
sjúkrahússtarvsfólkunum.
Felagið kann eisini skipa
fyri skeiðum í føroyskum
fyri grenlendingar, sum
júst eru komnir til landið.
— Men, sigur Petrine,
tað er eisini neyðugt, at
vit koma saman eina ferð
um mánaðin og tosa
saman á grønlendskum.
Felagið kann styrkja sam-
anhaldið millum grenlend-
ingar í Feroyum. Hon
sigur, at tað er ongin
grund til, at grenlend-
ingar halda seg aftur. Teir
mugu læra at gerast stolt-
ir av at vera grenlend-
ingar.
Í Mettustovu
fyrstu tíðina
Ein nevnd bleiv vald á
stovningarfundinum. |
henni eru umframt Pe-
trine Ostermann, David
Samuelsen, Klaksvík,
Arqaluk Kleist, Stron-
dum, Klaus Dahl og
Sigurdjón Eldevig, Tórs-
havn. Nevndin hevur ikki
enn skipað seg.
Felagið hevur fingið
innivist í Mettustovu og
fer, í hvussu so er fyrsta
hálva árið, at hava fundir
sínar har.
Petrine Ostermann
hevur góðar vónir um fel-
agið.
— Nú er tað í hvussu so
er stovnað, so tað skal
nokk ganga, sigur hon og
leggur afturat, at stovn-
anin av felagnum var ein
dreymur, sum gjerdist
veruleiki.
Klaksvíkar býráð hev-
ur ikki enn tikið stødu
til, um tað skal lata eki
til eitt >Hell Drivers
Show«.
Ein umsókn er komin
fyrst í hesum mánaðin-
um um at fáa fótbólts-
vellin til eitt tílíkt
»show« og á byråds-
fundinum týskveldið
mælti stadionnevndin
til at lata vellin við
somu treytum, sum
Tórshavnar býráð
ætlar at lata ovara vøll
í Gundadali. Tað vil
siga, at eitt depositum
verður kravt, so pen-
ingur er tekur at gjalda
meguligar skaðar á
vellin.
Men tilmælið frá
Stadionnevndini bleiv
ikki samtykt.
Fótbóltsvellurin fekk
i fjør eina umvæling
fyri eina millión krónur
og býráðslimir vóru í
iva um, hvussu stórur
skaði kann standast av
heljarkoyringini. Tí fór
Heljarkoyrararnir
vilja eisini til
Klaksvíkar
— Býráðið vil helst ikki lata fótbólts-
vøllin. Hevur uppskot um annað øki
málið aftur í stadion-
nevndina og hon er
biðin um at kanna, um
ikki gamli hondbólts-
vellurin sunnanfyri fót-
béltsvøllin kann brúk-
ast í staðin fyri.
Býráðið viðgjerdi
eisini spurningin,
hverja skaðiliga ávirk-
an á ferðslumentanina
eitt tílíkt »show« kann
hava. Víst varð á, at
tað er onki vunnið hjá
Klaksvíkar býráð at
nokta umsóknini or-
sakað av hesum, um
»showini« í Havnini
kortini verda hildin. Ti
so fara klaksvikingar
bert til Havnar at
siggja heljarkoyr-
ingina.
Hinvegin, noktar
Tórshavnar byråd, so
ger Klaksvikar byråd
tað ivaleyst eisini,
skiltist á orðaskift-
inum á
býráðsfundinum i
Klaksvik tyskvøldid.
— Halt bara
uppat!
Pauli sigur, at
hann er blivin
troyttur av has-
ari har vid lag-
køkuni…
NSNNNNENNESARNMXNNESENNEMNNNSNSENNNNNNNENANNSNOYNNNNNNNNNNNNNNN
ANSASASNSASSAARS
#,
,
,
,
rå
/
,
rå
,
rå
rå
,
,
4
2
,
? á
z
SNSNSNNYNNNIYNYNNYNNTNMNNENEN
|
|