Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a ——— dkk A—A— SOSIALURIN TB—IF, 1. deild: 0—1 (0—1): Brikslaði hann ella...??? Í tí sera spennandi dystinum millum TB og ÍF, vildu leikarar vera við, at dómarin hevði bríkslað áðrenn bólturin var í netinum. Dyst- urin var leikliga kanska íkki tann besti, men hann var spennandi og tí undir haldandi frá áðrenn, byrjan til leiklok Dysturin millum TB og IF á vellinum á Tveroyri gjørdist væl meira spenn- andi enn stóra áskoðara- fjøldin frammanundan grunadi. Ikki varð roknað vid, at TB á heimavelli skuldi hava stórar trupulleikar at vinna bæði stigini. Í teim- um seinastu dystunum lið- ini hevdu leikt, hevði ÍF á heimavelli tapt við tveim- um málum móti engum og hevði bert megnað at vinna sær eitt stig við einum javnleiki móti upp- flytaraliðnum, B68. TB harafturímóti hevði vunnið allar tríggjar landskappingardystirnar, tann seinasta móti nærm- astu sambidlunum um fremsta plássið í fyrstu deild, GÍ, á útivelli, við einum málið móti ongum. Fótbóltsspælið í dyst- inum á Sevmýru varð ikki tað besta, ið er sæð har, men avbera spennandi varð dysturin — frá dyst- arbyrjan til dystarlok. ÍF byrjaði við herðum trýstið á TB-verjuna og áttu fuglfirðingar at kalla allan leikin fyrstu 10 min. Hesa letu hevði ÍF fleiri stak góðar royndir móti TB-málinum — bæði long- skot og royndir, har teir lyftu bóltin inn fyri málið av veingjunum. Per Strom í TB-málinum vísti hesa lotu, ið hann hevði úr at gera, at tað er ikki uttan orsek, at hann verður roknaður sum ein tann frægasti málverjin í Fer- oyum, og tá ein samstun- dis veit, at Per hendan dagin spældi vid heldur stórum skaða í økslini, gjørdist avrik hansara ikki minnið. Um miðjan hálvleikin kom TB meira við í leikin, tó framvegis uttan at spæla veruliga gott. Álop- ini skifti nú úr enda í annan og høvdu báðir mål- verjarnir ikki stundir at hvila seg millum ålopini — so skjótt skifti leikur. Stórur munur var í tí leik- hátti liðini bæði nýttu. ÍF'ararnir = nýttu alla breiddina av vellinum, endaðu ferð aftaná terð álopini við at skjóta hegar bóltar inn fyri TB-málið og vóru teir heldur ikki bangnir fyri at nýta long- skot. Um teir sóu nakað op í TB-verjuni, skutu teir beinanvegin, og varð Per mangan noyddir at tveita seg í fulla longd fyri at bjarga skotunum. TB-framherjarnar, ið hendan dagin restaðu ein av stórstuðlunum, Trónd Nolsøe, ið var skaddur, Foroyameistara- kapping í judo Leygardagin og sunnu- dagin skipar Judosam- band Feroya fyri kapping- um um feroyameistara- ur báðar dagarnar kl. 14, og er ætlanin at hava flest meguligu innleiðandi kamparnar leygardagin og finalurnar sunnudagin. tilsamans verða umleið 50 luttakarar, og roknað verður við, at kappingin kemur at taka útvið 11 tímar tilsamans. Jan Gúnther, formaður í Judosambandinum, upp- lýsir annars fyri Sosiali- num, at hetta er fyrstu ferð, at konufólk luttekur í kappingunum. Tað eru 7 gentur úr Havnar- og Vága Judofelag, sum koma at kappast. 4 av teimum eru í lættvekt bólkinum, meðan hinar 3 eru í tungvekt. Kappingarnar fara fram í húsunum hjá ungmanna- felagnum Eydnuni á Oyra- bakka, og tað er Sunda Judofelag, sum tekur sær av teimum praktisku fyri- reikingunum. sj royndu at leika teirra van- liga kvika »short-passing« spæl og nýttu heldur sjáldan vongspæl, har bólturin varð lyftur inn fyri málið. Í mongum forum vísti tað seg at vera lætt hjá ÍF-verjuni, ið var avbera stinn og tett, ser- liga í seinna hálvleiki, tá teir vóru 7—8 mans í verj- uni, at steðga TB-fram- herjunum, ið als ikki tykj- ast at duga at skjóta móti málinum. Tað sær út sum um bólturin skal rekast inn í málið, sjálvt um góðir meguleikar eru fyri skoti. Tá umleið hálvur tími var farin av hálvleikinum hevði TB fleiri vandamikil álop á rað, men sum áður greitt frá, restaði altíð tað seinasta beinið, ið kundi skjóta bóltin um málstrik- una. Í 40. min. vísti ÍF, at teir harafturímóti hava leikarar, ið tora at skjóta langt úti frá. Meinhard Dalbúð, ið henda dagin leikti góðan dyst fyri ÍF, skeyt frá 25 m. fjarstødu stak gott langskot móti málinum. Per varð noydd- ur at tveita seg í fulla longd, og fær hann sligið bóltin á stongina. Bólturin stekkur út aftur í leik, har kviki ÍF-framherjarnar, Birgir Thomsen og Petur Eiriksson, beinanvegin eru eftir bóltinum. Petur skjýtur móti málinum og dómarin bríkslar. So kom stóri stridsspurningurin. Tá Meinhard skeyt, hevði linjuverjin veitra ÍF-leik- ara rangstaddan. Linju- verjin stendur å sama staðið og heldur flagg- inum uppi. Hetta gera TB-leikararnir | dómaran varugan við og tosa dóm- ari og linjuverji saman stutta letu og peikar dóm- arin síðani — til stóra freði fyri ÍF-leikararnar — á miðblettin. Málið er góð- tikið. Fyri Per Strøm í TB- målinum er tad t6 ikki bara ein spurningur um ÍF-leikarin var rang- staddur ella ikki. Per vil vera við, at dómarin bríkslaði áðrenn bólturin var í netinum, og steðgaði hann tí upp, soleiðis at Petur ótarnaður kundi skjóta bóltin í netið. Ilt er at siga um so var, men í øllum førum varð málið góðtikið og varð hálvleik- steðan 1—0 leiðsla til ÍF. Í seinna hálvleiki skifti leikurin í byrjanini millum liðini, men so líðandi vann TB sær sterri tamarhald á miðvellinum, og vóru álopini á ÍF-málið nógv í talið. Hetta ófera TB- trýst ferdi í letum við sær at ÍF trekti allar leik- ararnar aftur í brotsteigin at verja, og varð tað ógjer- ligt hjá TB-framherjunum at skjóta skot móti mál- inum uttan at raka okkurt bein á vegnum. Hetta ófera TB-trýst ferdi tó við sær, at ÍF eisini kundu fara í skjót mótálop, ið mangan vóru vandamikil, tá TB-verjan, orsaka av egna trýstinum, lá inni á hálvari ÍF-hálvu, og hevði trupult við at steðga kviku ÍF-framherjunum. Í 38. min. sóu nærum allir áskoðararnir bóltin liggja í ÍF-netinum. Hen- rik sleppur einsamallur í skjótálop. ÍF-málverjin, Ove Joensen, rennur út móti Henrik, ið, uttan fyri brotsteigin, lyftur bóltin upp um Ova. Bólturin fer heldur hegt, men dalar beint niður móti tóma ÍF- málinum, men í tí, at bólt- urin skal fara um mál- strikuna, kemur Herman Midjord rennandi og fær hann við nakkanum »skalla« bóltin upp um málið. Seinastu fimm min. vór allir eitt langt TB-álop, men ÍF-verjan stóð seg manniliga. Ikki eydnaðist tað TB... fáa bóltin í netið og tá dómarin bríkslaði dystin loknan, var fyrsti TB-6sigurin í ár — á heimavelli — vórðin veru- leiki. Sjálvt fótbóltsspælið í dystinum var ikki tað besta, men avbera spenn- andi varð dysturin — frá byrjan til enda. ÍF-liðið var ikki at kenna aftur ein skuldi ikki trúð at hetta var sama liðið, ið leikti móti HB í Fugla- firði. Teir stríddust meira enn TB'ararnir, bardust um hvenn bólt og vunnu eisini at kalla allar bóltar í luftini — hvat skilliga sást hverja ferð TB hevði eitt av teimum mongu horna- sperkunum — bert eina- ferð eydnaðist TB í seinna hálvleiki at vinna bóltin í luftini tá hornaspark var, men bólturin endaði tá á stongini. Ilt er at siga um úrslitið var »rættvist«, tá hugsa verður um lut í leiki, men ikki skal dyljast, at dyst- urin varð sera spennandi og undirhaldandi at hyggja at. Um allir mál- meguleikarnir høvdu verið nýttir høvdu bæði liðini uttan iva tryggja sær fimm-seks mál. Bóðu um at fáa prísin á kongafiski upp Í seinastu viku hækk- aðu flest allir avreið- ingarprísir. Kortini hækkaði prísurin á kongafiski ikki. Tað er skjótt ein mánaði síðani, at felagið Trol- skip sendi bræv til Råfiskagrunnin og landsstýrið og bað um, at prísurin á kongafiski varð sett- ur upp fyri á henda hátt at avlasta toska- og hýsufiskiskapin á grynnri vatni. Í brævinum stóð m. a.: »Vegna minkandi kvotur aðrastaðni mugu vit rokna við, at fleiri trolarar fara at royna á leiðunum við Feroyar. Fyri at avlasta toska- og Sendið hýsufiskiskapin á grynnri vatni og fyri at geva línubátunum betri pláss, vilja vit skjóta upp at seta prísin á kongafiski uppá 40 cm og sterri til sama avreið- ingarprís, sum galdandi er ídag fyri brosmu, nevniliga 3,90 kr. pr. kg. Hetta halda vit vildi stuðlað monnum at roynt meira á djúpum vatni«. I nevndini i felagnum Trolskip sita Finnbogi Christi- ansen, Jåkup Joensen, Jens Eli Ellefsen, Mortan Jo- hannesen og Osmund Justinussen. lesarabrøv t// sosialin