Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-05-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1981síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 11 Japanesarar áhugaðir at keypa rækjur og goggur ur Foroyum Umboð fyri japanska fyritøku verið í Føroyum — fingið royndir við sær Japanesarar eru áhugaðir at keypa ráar rækjur og goggur úr Føroyum. Í vik- uni var ein umboðsmaður fyri japonsku fyritøkuna — Nomura Trading CO. LTD. — í Feroyum, har hann m.a. hitti umboð fyri Feroya Fiskaselu. Sosialurin traff Yoichi Takahara, tá hann skuldi fara avstað frá Hotel Hafnia seinasta týs- morgun og fingu vit eitt stutt prát við hann. Havt Feroyar í kikarinum Hann greiddi frá, at tað er nakað síðani, at hansara fyritoka fekk Feroyar í kikaran. Nú fekk hann so at vita gjøgnum donsku umboðsstovuna í Oslo, at meguleiki kundi vera at keypa rækjur og goggur úr Feroyum. Hann kom tískil henda vegin nú. Takahara greiðir frá, at tað er sera stórur mark- naður fyri m.a. rækjum og goggum í Japan. Hetta verður serliga etið rátt, men verður eisini kókað og viðgjert á annan hátt. Víðari sigur Takahara, at tað stóra fólkatalið í Japan ger, at heimafiski- skapurin rekkur ikki til at nekta tervin á fiski. Tí innflytir Japan í dag sum vera man hópin av fiski úr eðrum londum, serliga úr londum, sum liggja næst Japan, tv. s. Kina, Korea, Vietnam, Thailandi, Filipsoyggjunum, Taiwan osfr. Keypa lodnu og rækjur úr Noregi Ferðasambandið millum heimspartarnar er nú vorðið so gott, at tað letur seg eisini gera at keypa fisk heitl úr Norðan- londum. Á henda hátt keypti Nomura-fyritekan í fjør 2000 tons av rækjum og 1000 tons av lodnu úr Noregi. Landið fer eisini í ár at keypa fisk úr Noregi. Fiskurin verður fluttur sjóvegis og tekur tað um leið 40 dagar at flyta ver- una henda langa teinin. Vit spurdu nú Taka- hara, hví teir eru hugaðir fyri at gera keypssáttmála við føroyingar um møgu- ligt keyp. Til tað sigur hann, at tann sonevnda grenlandsrækjan, sum eisini føroyingar veiða stóra negd av, er sera væl dámd í Japan. Eisini hevði verið áhugavert at vita, um feroyingar hava meguleika at selja goggur til Japan leggur Takahara aftrat. á -e Japanesarin Yoichi Takahara avmyndaður uttanfyri Hotel Hafnia 1. floks vera! Uppá fyrispurning um tað kann lena seg at senda fisk so langa leið sum úr Feroyum til Japans, sigur Takahara, at tað ger tað, um so er, at veran er 1. floks. Hann vísir í hesum sambandi á, at japanarar vilja hava heilar og sneggar rækjur. Einki skal verða brotið ella dottið burtur av tí ráu rækjuni, sum verður keypt. Tær skulu eisini verða reyðar á liti. Nu Takahara fór avstað aftur fekk hann nakrar royndir við sær av m.a. goggu, sum skulu kannast í Japan, og síðani skal av- gerast um áhugi er fyri at keypa tílíkar úr Feroyum og til hvenn prís. Japanska Nomura fyri- tekan selur víðari til heil- selur og til detailliðið. Vit spurdu at enda Takahara um meguleiki er fyri at selja annan fer- oyskan fisk í Japan, sum eitt nú svartkjaft. Til hetta sigur hann, at tað verður helst trupult, tí japanesarar veiða eisini eitt slag av fiski sum líkist nógv svartkjafti, og teir hava sera stórar negdir av hesum fiskaslag. nakveldið verður skipað fyri mennum fundi til fyrireik ingar av einum EL Salva- dor-degi. Ætalanin við hesum degi skal verða at upplýsa um stríðið í El Salvador, sum fert verður ímóti imperialismuni. Fyrireikandi verður á Feroya Fólkahá- skúla mánakveldið 25. mai klokkan 19,30. Tad eru einstaklingar i Havn, sum hava tikið stig til at skipa fyri ti fyrsta fundinum, sum er al- mennur. T. v. s. at allir áhugabólkar, feløg og ein- staklingar, ið sinnaði eru at luttaka í upplýsingar- arbeiðinum um frælsis- stríðið í El Salvador, og stuðlarir annars, verða biðin um at meta. Arbeiðið er ætlað at vera tverpolitiskt, og tí er umráðandi, at ell áhugaði eru við. Stuðlið frælsis- fundurin. 75 100 km EL SALVADOR | 50 miles striðnum i El Salvador Følk kring allan heimin fylgja vid spenningi poli- tisku gongdini i litla mid- amerikanska landinum El Salvador. Tad strid, sum i dag fer fram har, er eitt strid millum fólkið, bendir, arbeiðarar og intellektuell - á aðrari síðuni, og eitt einaræðis- stýri, búskaparliga og her- naðarliga stuðlað av. USA, á hinari. Hópdráp í El Salvador Eftir kravi frá USA, varð eitt juntastýri sett í El Salvador í oktober 1979. Av øllum alvi roynir USA at spreiða ta fatan, at eina- veldisstýrið er eitt >hóv- ligt< stýri, sum roynir at basa allar »høgra- og vinstravíðgongdar felags- skapir«. Hetta er alt ein Stríðið í El Salvador er eisini okkara stríð Almennur fundur til fyrireikingar av El Salvador-degi uielkanun af ; Mllar ta irnar eru fyri Í síðan rýmdar ur junta- styrinum og eru farnar i andstødu. Eftir sita nu bert teir mest afturhalds- sinnadu, sum umboða landsins góðseigara- og monopolborgaraskap, tær sonevndu >14 familjurn- ar« og teir politisku og búskaparligu áhugabólk- arnar í USA. Fyri at gera enda á and- steðuni, er stýrið farið undir at beina fyri fólkum frá hond. Almannakunn- gjørdar kanningar og upp- lýsingar frá fólki í El Salvador vísa, at meira enn 30.000 fólk eru horvinog tikin av døgum síðan juntastýrið kom til valdið í 79. Tað er ellum greitt, at tað er herurin og privatir hálvhernaðarligir bú- skapir, stuðlaðir av stýr- inum, sum hava staði USA stuðlar eina- veldinum Hegrasinnaða hálvmili- tera einaveldið í El Salva- dor hevur styrkt seg aftaná at Reagan er komin á politiska pallin. Í ár hevur USA við lóg játtað hermannastýrinum í El Salvador 10 milliónir dollars i hernadarstudli og aðrar 63,5 milliónir dollars i figgjarligum studli. Upp- givnu tølini skulu tó takast vid fyrivarni, ti for- maðurin í uttanríkis- nevndini, senatorurin Percy, hevur sagt, at USA vil játta alt tað skal vera til tess at forða fyri at vinstrasinnaði taka valdið í EI Salvador. Í veruleikanum hevur USA eisini váttað, at tað vil gera alt fyri at tann fólkaligi uppreisturin skal rð tur f anuar ent 800 n rður amerikanskar heryvi menn og teknikarar frá Southern Commands flot- anum í Panama til El Salvador Men eisini“ gjøgnum grannalondini er USA fert fyri at stuðla teirri fellandi juntaiini. Hetta verður gjørt gjegnum avtalur millum El Salvador og Honduras, sum hava til endamáls at samskipa her- arnar í báðum londunum til tess at niðurberja fræl- * sisrørslurnar FDR og FMLN. USA-imperialisman Tað sum Washington ótt- ast mest er at tann kol- veltingarligi uppreisturin, sum i 1979 setti Somoza- einaveldid i Nicaragua frå valdinum, skal breida seg nevni lívsneyðugu imperialistisku áhugamál- unum, sum USA hevur í Mexico og Venezuela og fyri ikki at tala um hin partin av Latínamerika. Tí vil USA ikki samráð- ast við frælsisbólkarnar í El Salvador, og tí vil USA, um neyðugt, gera El Salvador til eitt nýtt Viet- nam við vápnaðari uppí- leggjan. Tær amerikansku hótt- anirnar um flotablokadu og megulig hernaðarlig til- tek móti Cuba, eru prógv um, at stjórnin í USA fer ikki at skýggja nekur vápn fyri at fáa steðuna í Miðamerika undir sitt fulla eftirlit aftur. Frælsisbólkarnir FDR kallast tann frælsis- Framhald a. síðu 12