leygardagur 23. mai 1981síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Framhald av síðu Í
prís fyri henda fiskin og tí
ikki tveitt hann út aftur,
tá hevdu vit kunna ekt um
veiðunegdina við kanska
millum 20 til 30%.
Hetta sigur skiparin á
Suðringi, Mortan Jo-
hannesen. Vit høvdu hann
í telefonini hóskveldið, tå
teir vóru á veg til Íslands.
Mortan Johannesen
heldur fyri, at djúpa
vatnið kring Feroyar
rúmar nógv meira av fiski,
enn vit hava gjørt okkum
greitt.
Frammanundan hava
fransar, týskarar og aðrir
veitt henda fisk, umframt
at tað eisini er annar
fiskur sum eitt nú langa-
sporl, ið kann veiðast, um
prísur fæst fyri hann.
Kann løna seg at
veida langasporl
burturav
Mortan heldur fyri, at tað
ávísa tíð á árinum, kanska
serliga nú um várið, tá ið
roynt verður eftir blá-
longu á 600 til 1000 metra
dýpi, er somikið nógv av
langasporli, at tað kann
lena seg (tvs. um toluligur
prísur fæst) at veiða
langasporl burturav.
Suðringur hevur fingið
væl av langasporli, tá teir
hava roynt eftir blálongu,
sigur Mortan. Teir hava í
onkrum háli fingið upp í 6
tons. Higartil hava teir so
verið noyddir at tveita
hann út aftur.
— Men vit eru ógvuliga
spentir um tiltakið hjá
Kósavirkinum at geva
langasporli = kongafiska-
prís og at kanna um mark-
naður er í USA fyri hesum
fiski. Fiskurin er góður
matfiskur, fastur í tí og
smakkar væl. Vit hava
mangan roynt hann
umborð, leggur Mortan
aftrat.
Tað er serliga vestan
fyri Feroya Banka og
norður úr Bill Beily, einar
80 fjórðingar úr landi, at
føroysku trolararnir fáa
langasporl.
Fara bátarnir at fáa ein
pris fyri langasporl :so er
givið, at hetta fer at beta
munandi um úrslitið hjá
bátunum, tí hann kann
verða eitt gott íkast.
Alment
Risabingo
IS MS sunnudagin kl. 18,00.
Millum vinningarnar eru uttanlands-
ferðir, lomb til heystar og annað mangt.
Norðstreymoyar Dansifelag
— tí tað er drúusukur i
Síða 13