leygardagur 4. juli 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
SOSIALUNIN (Fyribilsútgáva)
telf., 11820 - 1720
box 76 ., 3800 Tórshavn.
Útgevarí P/F
SOSIALURIN prent: Dagblaðið
Hlaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
SVARTSKYGNI 296 SVARTKJAFTUR
HOAST orðið SVARTKJAFTUR hevur verið at hoyre
i útvarpinum og at lesa í blødunum dag um dag
hesi seinastu árini, so munnu tað vera tey
fægstu av okkum, sum í dag gera sær greitt,
hvønn tydning hetta fiskaslag kann fáa fyri
føroyska samfelagið í framtidini - kanska
longu byrjanina av 80-unum.
SVARTKJAFTURIN er ferðandi fiskastovnur, sum
gýtir vestan fyri bretsku oyggjarnar og síð-
ani gongur heilt norður móti Eysturgrønlandi
og Jan Mayen at eta seg stóran og feitan.
Hesin fiskastovnur ferðast sostatt á féroy-
skum gki ein part av árinum. Stovnurin er
mettur at vera fleiri milliónir tons - júst
hvussu nógv eru fiskifrgðingarnir ikki á ein-
um måli um. Higartil er einki TAC sett fyri
veiduna eftir hesum fiskaslag.
HOAST føroyingar hava varnast henda
hava vit ikki verið hugaðir fyri at
hann - fyrr enn seinastu árini, har
an er farin til minkafóður.
Russar harafturímóti hava í nógv ár leitað
heimanífrá m.a. á føroyaleidirnar at fiska
svartkjaftin. Við hundraðtals risastórum verk-
smiðjutrolarum hava teir fiskad upp í eina mill-
ión tons av honum. Fiskurin er ikki farin til
ljórafóður, men matvøra er framleiddur av hon-
um istadin.
fisk,
fiska
611 veið-
so
FJARLEIDIRNAR hava givið føroyingum stór vir-
ði í pengum og arbeiði. Í dag eru vit blakað-
ir út nógva staðni og eru um at standa á ber-
um. Svartskygni er við at taka ræðið av mong-
um av okkum.
KORTINI hava einstaklingar ikki fallið í fått.
Soleiðis hevur tey seinastu árini verið arbei-
tt við royndum á landi og á sjógvi at kanna
møguleikan at byggja upp eina vinnu grundað á
svartkjaftinm Någvur peningur er farin til
hesar royndir, samstundis sum adrir fyri kan-
ska langari tíð síðani hava funnið fram'til
eina "svartkjaftateknologi". Her er tí spurn-
ingurin, um tað er gjørt dupult arbeiði. Hóa-
st tað er best at læra av egnum royndum, SO
áttu vit kanska longu at havt kravt av m.a.
russum fyri at sleppa at fiska her hjá okk-
um at teir lótu okkum vitan um teirra tekno-
logi.
MEN føroysku royndirnar hava so givið tað úrs-
lit, at menn hava keypt ein verksmiðjutrolara
sum skal framleiða svartkjaft til matna. Het-
ta projekt er ein spennandi roynd. Higartil
hevur borið væl til. Tað er »rågvad, at vit
kunnu veiða svartkjaft og at vit duga at við-
gera hann. Tað er eisini prógvað, at vøran
kann seljast fyri hóskandi prís. Nú er so eft-
ir at vita, um Giljanes fer at fáa nóg mikið
av råvøru restina av árinum. Fer tað at eycn-
ast, so liggur vegurin opin hjá gðrum, sum
hava biðað, at leggja til brots.
VIT kunnu nú hóma tann útvikling, sum vit Øll
hava vónað og bíðað eftir. Ein stórur floti
av svartkjaftaskipum leggur fra landi og av-
Fiskimannafelagid
og sjómenninir
Av okkara mongu felagsskapum er tann sum eitur
"Oyggjaframi Marx-Leninistar" ein tann marghatt-
ligasti. Teir sum standa aftanfyri hendan felags-
skap siga seg stuðla verka- og fiskimenn, men ein
tann fremsta uppgåva hjå tess målgagni "Arbeiðið"
er at spilla felggini hjá somu verka- og fiski-
monnum út, og at hetta fyrst og fremst verður
gjørt við ósannindum vísir meira enn nakað annað
hvussu "vælmeinandi" hesin felagsskapur er.
"Arbeiðið" hevur áður á sín sermerkta hátt við-
gjørt fiskimannafelagið, men skrivingin her hev-
ur altíð riðið so niðarlaga, at eg havi ikki lagt
í at svara. Men í blaðnum nr. 11 verður aftur
farið í hernað móti fiskimannafelagnum, og haldi
eg nú, at tað má vera uppá sítt pláss at vísa
fólki, hvussu hesi fólk fremja teirra niðurbrót-
andi og undirgravandi arbeiði.
Í nevnda blað verður nóðv gjørt fyri at"prógva"
at "fiskimannafelagið leggur lítið lag í áhuga-
málini hjá limum sinum".
Hesi prógv eru Øll heili og hálvi ósannindi, og
her skal bert takast eitt petti úr hesi grein,
og er hetta petti sermerkt fyri ta viðgerð sum
flestu av landsins fakfelggum fáa av hesum felags
skapi. Sagt verður m.a.: "Fiskimannafelagið er
eisini einasta fakfelag, ið ikki hevur sagt sátt-
málan upp. Í staðin hava teir gjørt laksasátt-
mála við reiðararnar, har fiskimenn einans fáa
31 % av netto. Hetta er vánaligasti sáttmáli sum
í longri tíð er gjørdur."
Fyrst er at siga, at FF ikki hevu. sagt sáttmálar
upp er einki légið. Vit kundu sagt upp til 1.
december, men tá hevði galdandi sáttmáli bert
verið í gildi í 8 mánaðir. Og tað er bert við
undantaki av í fjør at t.d. arbeidarafeløgini
ikki hava havt 2 ára sáttmála.
Tað sum sagt verður um laksasáttmálan er bein-
leiðis ósannindi. Galdandi laksasáttmáli gevur
ikki manningini 31 % men 40 % av netto. Og er
hetta ein øking frá teimum 35 %, sum vóru galdan-
di fyri 1980.
Hetta skuldi verið nóg mikið til at siga fólki
eitt sindur frá hvat Marx-Leninistarnir stan-
da fyri, og er tað skilligt at tað er meira
niðurbróting enn uppbygging teir hava áhuga
fyri. Sjálvsagt hevur Fiskimannafelagið síni
brek, men eingi brek verða rættað við útspill-
ing og ósannindum.
og at Oyggjaframi Marx-Leninistar ikki eru
úti uppá at byggja nakað upp gongur sjón fyri
søgn.
Óli Jacobsen
loysir fremmandu fiskiførini, samstundis sum
nýggj virki á landi gera seg tilreiðar at taka
imoti ti fyrsta svartkjaftinum, sum skal vera
framtíðar grundarlag okkara.
TEY av okkum, sum vØru so svartskygd, nýtast
tað ikki longur. Svartkjafturin hevur avloyst
hetta svartskygni.
MEN vit eiga eisini at hava tað i huganum: at
svartkjaftastovnurin kann fáa somu lagnu sum
sildin á sinni, um vit ikki bera okkum rætt at.
JUST tí er nú meira átroðkandi enn nakrantið
fyrr,at TAC verður ásett fyri hetta fiskaslag,
áðrenn tær risastóru veiðutjóðir, sum fiska
henda fisk, hava troytt stovnin so nógv, at
allar okkam vónir bresta - longu áðrenn vit
hava lagt frá landi.
Jan