mikudagur 22. juli 1981síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
SOSIALURIN
VÆLKLØDD A OLAVSØKU
buksur frå
Lýsingar til blaðið leygardagin, sum er seinasta blaðið fyri
Olavsøku, skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10
hósdagin.
Foroyingar luttaka í
altjóða fimleikastevnu
Tað stendur førogingum í boðið at luttaka í
stórari millumtjóða fimleikastevnu í Schweis
komandi ár
Feroyingar eru bodnir at
luttaka á eini altjóða fim-
leikastevnu, sum verður í
Zurich Schweis i juni
månad næsta år. Tad er al-
tjóðað fimleikasambandið,
ið skipar fyri hesi stevnu,
ið verður hildin fjórða
hvert ár.
Umframt londini i
Europa eru eisini lond i
hinum heimspørtunum
bodin at luttaka.
Eins og t. d. Ísland hava
Føroyar fingid tilluta 12
min. at hava framsyning å
stevnuni, meðan hini norð-
anlondini og tey stóru
luttakaralondini fáa 24
min. hvert til sínar fram-
sýningar.
Fýraogtjúgu fimleik-
arar úr Feroyum kunnu
luttaka á stevnuni í
Zurich. Um tað verður eitt
kvinnu, eitt mans- ella eitt
blandað lið, ið kemur at
luttaka, er upp til føroy-
ingar sjålvar at avgera,
stendur í teirri innbjóðing
Feroyar hava fingið frá al-
tjóða fimleikasamband-
inum.
Nýggjar svimjilogir
eru gjørdar
Svimjisambandiå hevur smíðað nýggjar lógir
til FM-kappingarnar.
Tær verða tíknar í
nýtslu í kappingunum í heyst. Svimjisam-
bandið skipar eisini fyri dómaraskeiðið í heyst
Svimjisambandið hevur
gjørt nýggjar lógir fyri
foroyameistarakappingina
í svimjing.
Nýggju lógirnar eru, við
einstøkum fáum broyting-
um, tær somu, sum eru
galdandi fyri meistara-
kappingar í hinum norðan-
londunum, og verða tær
tiknar í nytsiu við FM-
kappingarnar i heyst. Før-
oyameistarakappingin i
svimjing er annars i år
bytt i tvey: 19./20. sep-
tember verður »mini-FM«
og vikuskiftid 3. og 4
oktober
meistarakappingin fyri
verður feroya-
vaksin. FM-kappingin fyri
tey yngru verður í Klaks
vík, meðan tey eldru fara
at kappast í svimjihylin-
um suðuri í Vági
Meguliga fara føroy-
ingar at luttaka í norður-
landa kappingini í svimj-
ing fyri unglingar, ið
verður í Thisted í Dan-
mark í desember mánað.
Upplýst er frá svimji-
sambandinum, at føroysk
luttøka tó er treytad av
úrslitunum i FM-kapp-
ingunum i heyst
Luttekur í DM
Ein feroyingur skal tó
longu komandi vikuskiftið
í hylin at kappast. Tað er
Jon Hestoy, ið fer at
luttaka í DM-kapping-
unum, ið verða í Árhus í
Lýsið í sosialinum
døgunum 24., 25. og 26. i
hesum. Hesar kappingar
eru samstundis >kvalifika-
tionskappingar« til kapp-
ingarnar um EM, sum
verður í Jugoslavia í sep-
tember mánað.
Í DM-kappingunum fer
Jon Hestoy millum annað
at luttaka í 200 m. butter-
fly, ið er ein tann besta
svimjigrein hansara og er
hann eisini danmarkar-
meistari í hesi grein. Um
Jon skal gera sær nakrar
vónir um at koma á
danska landsliðið, ið skal
til Jugoslavia, skal hann
svimja teinin uppá 2. min.
og 4 sek. — ella skjótari.
Dómaraskeið
Svimjisambandið fer í
næsta mánað at skipað
fyri skeiðið fyri dómarar í
svimjing, og verður hetta
fyrsta skeiðið av sínum
slag, ið verður hildið í Før-
oyum. Skeiðið, ið verður
hildið í Havn, varir eitt
vikuskiftið.
Leiðarar á skeiðnum
verða tveir danir, Kaj
Holm, ið er formaður í
danska svimjisamband-
inum og Jern T. Nielsen,
nevndarlimur í norður-
lendska svimjisamband-
inum. Rokna verður við,
at luttakaratalið á
skeiðnum verður umleið
30.