leygardagur 25. juli 1981síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Magnus Heinason, id skal gera royndir i vetur og norska havrannsóknarskipið »G.O. Stars«, sum í fjør gjørdi trolroyndir eftir
høgguslokki sunnan fyri Føroyar
at nýggja fiskirannsókn-
arskipið Magnus Heina-
son skal gera trolroyndir
eftir hegguslokki úti á
landgrunninum. Nakrar
royndir vórðu gjerdar í
fjør við tveimum leigaðum
bátum, Brandi og Sjófar-
inum. Teir gjørdu royndir
at fiska høgguslokk við
snellu í august og septem-
ber mánaða. Tað gav ikki
nakra haldgóða mynd.
Nú verður so spennandi
at síggja, um ein miðvís
roynd við troli við smærri
meskum á djúpri vatni fer
at geva eitt úrslit. Í hesum
sambandi kundi verið
áhugavert at víst á gongd-
ina við hegguslokkaveið-
uni við Canada.
Har vóru menn eisini
varugur við tann nógva
høgguslokkin ávís ár inni
á firðunum. Men síðani
fóru menn at kanna, um
ikki okkurt kundi vera
longur úti. Hesar kann-
ingar góvu tað úrslit, a
eftir nekrum fáum árum,
var ein hegguslokkaveiða
í gongd, sum gav millum
100.000 og 300.000 tons.
M. a. stórir japanskir
trolarar komu á leiðirnar
at veiða høgguslokk, ser-
liga til agn men eisini til
matna. Í dag verður rætti-
liga nógv av høgguslokki
etið í Japan.
Her stendur so spurn-
ingurin enn ósvaraður:
Fer gongdin í Canada at
endurtaka seg her heima
hjá okkum! Um so verður
er greitt, at hetta kann
verða eitt gott ískoyti til
ein part av okkara trolara-
flota og við sterri nøgdum
at hegguslokki fer at bera
til at gera eitt meira mið-
víst seluarbeiði, har
høgguslokkur kann verða
seldur sum matvera eisini.
Síða 11
Miðvís veiða
Vísir tað seg at vera nógv
av hegguslokki undir Fer-
oyum og skal tá nakað
veruligt fáast burtur úr,
so má ein miðvís veiða
eftir hesum fiskaslag fara
fram. Vit eiga at minnast,
at feroyingar hava ongan-
tíð fingið nakað serligt av
svartkjafti, fyrr enn vit
miðvíst fóru at royna eftir
honum. Hetta er gongdin
við nærum øllum nýggjum
fiskaslegum, ið veidd
vera.
Ein av okkara undangongumonnum innan fiskivinnu, Júst í Túni var eisini eftir
hegguslokki hetta kveldið herfyri, tá Sosialurin var úti við myndatólinum. Teir hava
snellurnar í eðrum borinum, rullurnar eru í hinum
Við hesum reiðskapinum er lætt at fiska, teir standa bert og vina upp og lata renna. Á
dorgini eru fleiri pilkar. Tá fiskurin kemur inn í bátin dettur hann av og dorgin rennur
út aftur. Eisini smádreingir nýta hevi at sleppa út við at síggja, hvussu hesin sjáld-
sami fiskurin sær út, og hvussu hann sprænir „blekkið“, tá hann verður drigin inn í
bátin
I
Teir draga ófert. Hegguslokkar eru um at koma inn um borðið hjá hesum báðum.
Sprænurin av sjógvi og blekki stendur teimum beint í andlitið
Konufólkini eru heldur ikki sjáldsom at síggja mitt í hegguslokkarokinum
ig 7"