leygardagur 1. august 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Endamálið við skeiðnum er at koma saman og greiða frá royndum hjá hverjum øðrum.
Undir talvuni Lars Petersen, skeiðleiðari, høgrumegin Maria Sólheyg. úr Klaksvík,
meðan Hans J. Hermansen, formaður í Ungdóms- og Menningardeild ÍSF's stendur
høgrumegin hana
Føroyingur á ítróttarleiðaraskeiðnum:
Útbúgvið føroyskar
leiðarar og venjarar
— í staðin fyri at brúka túsundtals krónur
upp á útlendskar venjarar
Skal dentur leggj-
ast á elituítróttin
ella skal dentur
leggjast á at fáa
fjøldina at íðka
ítrótt? Skulu feroy-
ingar brúka
túsundtals krónur
til útlendskar venj-
arar ella skulu fer-
oyingar royna at
fáa sínar egnu
ítróttarvenjarar og
leiðarar?
Hesir spurningar vórðu
umreddir á einum pressu-
fundi hósdagin uppi í Hoy-
dølum, har eitt norrønt
ítróttarleiðaraskeið verður
hildið. Skeiðið, sum endar
í morgin, byrjaði seinasta
sunnudag. Tað eru 35 lutt-
akarar á skeiðnum. Hesir
eru úr ellum Norðurlond-
unum uttan Grenlandi og
Alandi.
Tað var skeiðleiðarin,
formaðurin í Nordisk Fæl-
leskomité, ið er ein norður-
lendsk samgonga av
ítróttarsambondum, Lars
Petersen, sum reisti
spurningin um hvenn
ítrótt dentur skal leggjast
á. Og í sama sambandi
setti hann spurnartekin
við, um tað er rætt, at før-
ovingar royna at vera við
á europeiskum ella al-
heims steði í staðin fyri at
fáa eina leiðaraútbúgving
í lag, og soleiðis fáa
itrottin at ganga betur
Viðhald frá
føroyingi
Og hann fekk vidhald frå
ti eina av føroysku luttak-
arunum á skeiðnum,
Mariu Sólheyg úr Klaks-
vík.
Maria heldur, at tað er
ikki rætt at brúka ov
nógvan pening til út-
lendskar leiðarar. Hon
vísir á, at tá teir kanska
hava fingið eitt lið upp at
standa«, so skulu teir av-
stað aftur.
Í staðin skuldu vit roynt
at fingið okkara egnu
ítróttarleiðarar og -venj-
arar, sum kunnu venja,
uttan at krevja nógvan
pening afturfyri, sigur
Maria. Sjálv hevur hon
vant smágentur og sakn-
aði vitan og royndir. Hon
kundi hugsað at fingið
eina leiðaraútbúgving, tí
hon heldur tað vera áhuga-
vert at venja. Hon hevur
luttikið í einum instruk-
terskeiði í badminton,
men er ikki liðug við tað.
Ungdóms- og menn-
ingardeildin skipar
fyri
Tað eru deildirnar í Nor-
disk Ungdomskomité,
sum er ein undirdeild av
Nordisk Fælleskomité,
sum skipar fyri einum
slíkum skeiði hvert ár
uppá skift í teimum
ymisku norðurlondunum.
Í fjør vóru feroyingar við
fyri fyrstuferð. Tá var
skeiðið í Finlandi. Í ár
skipar so Ungdoms- og
Menningardeild ÍSF's fyri
skeiðnum saman við
norrenu nevndini.
Endamálið við hesum
skeiðunum at greiða frá
royndum, nýggjum grein-
um og leiðum innan ítrótt-
in og teimum trupul-
leikum — ofta fíggjarligir
sum annars taka seg
upp hjá ítróttarleiðarum.
Tí verður eisini roynt at
hava samband við tey,
sum hava luttikið á skeið-
unum, soleiðis at tey
kunnu luttaka í t. d. sam-
starvi við onnur lond.
Havt eitt skeið
Formaðurin í Ungdóms-
og Menningardeildini hjá
ISF, Hans J. Hermansen,
greidir frå, at uppgåvan
hjå Ungdéms- og Menn-
ingardeildini er at fåa ut-
búgvið leiðarar. ,
Deildin er ung, men hon
hevur havt umboð á skeiði
og fundum í eðrum norð-
urlondum og í mei mánað
skipaði hon fyri einum
leiðaraskeiði í Havn.
A tí skeiðnum vóru 25
luttakarar. Dentur varð
lagdur á tað organisator-
iska arbeiðið — tað at sita
í nevnd og leggja til
rættis, soleiðis at arbeiðið
kann gerast lættari og
soleiðis slepst undan tí at
gera allar tær skeivu
royndirnar, áðrenn komið
verður á tað rætta.
Tað vóru instrukterar
frå Dansk Idrætsforbund,
SOSIALURIN
Stér afturgongd hjå Havnar Bio:
Ongin filmur try
kvold um vikuna
Tað stendur illa til
hjá størsta biograf-
inum í landinum,
Havnar Bio. So illa,
at talan hevur verið
um at stongja.
Men tað verður
kortini ikki. Hinveg-
in verða frá í dag
bert sýningar fýra
kvøld um vikuna.
Friggjakvøld, leyg-
arkvøld og tyskvøld
er Havnar Bio nu
stongt.
Tað er meira enn einaferð
hent í ár, at so fá fólk hava
verið í salinum, at syning-
in einfaldlega hevur verið
avlýst.
Tað eru annars í ár 20
ár, síðani Havnar Bio
byrjaði filmssýningar.
Orsekirnar til aftur-
Noyddust av hús-
um kl. 5,30 fyri at
sleppa á ólav-
søku
Sumbingar, sum vóru á
ólavseku, noyddust
heimanífrá kl. hálv-
gongdina hjá biografinum
eru fleiri: sjónvarpið, ald-
ursmarkið og videotólini.
Formaðurin í Havnar
Klubba, Jógvan Ki Jacob-
sen, sigur, at tað verður
roynt í einar tríggjar mán-
aðir í hvussu so er at hava
sýningar bert fýra kveld
um vikuna. Hann sigur, at
talið av biografgestum er
meira enn helvtina minni í
ár enn tað var í fjør, tá tað
eisini var minni enn árið
fyri.
14 ára aldursmark
Tað hendi ein broyting, tá
sjónvarpið kom. Men
sjónvarpið er kortini ikki
einasta orsekin til, at bio-
grafurin, sum fyrr gav
yvirskot, nú gevur undir-
skot. Tað eru serliga fólk
millum 14 og 16 ár, sum
ganga í biograf. Men
aldursmarkið er 16 ár. Og
teir filmar, sum ikki eru
„forbodnir<, eru ofta av
gumseks um morgunin.
Teistin sigldi bert
einaferð ólavsekuaftan
og einaferð ólavseku-
dag, kl. 7 av Tvøroyri.
Hetta minkaði ikki
um misnegdina hjá
fólki í sunnaru helvt av
Suðuroynni við ferða-
ætlanina hjá Teist-
anum. Tá ferðaætlanin
bleiv kunngjerd í vár,
gjerdu fólk vart við, at
tað er heilt burturvið,
at Teistin bert siglir á
Vág tveir dagar um
vikuna og ikki um
vikuskiftið. Mótmælis-
skriv við 201 undir-
Yvirlýsing frá
Studentatinginum
Vit hava fingið soljóðandi yvirlýsing:
»Studentatingid 25. juli 1981 vil við hesum vísa sín stuðul til Sjómanna-
felagið í stríði tess fyri fakfelagsligari viðurkenning og betri arbeiðsumsteðum
hjá sjófólki á teimum feroysku farmaskipunum.
Studentatingið fordømir samstundis stjórnina í Føroya Fiskimannafelag fyri
leiklut hennara í hesum máli og heitir á allar fiskimenn um at leggja trýst á
stjórnina til frama fyri Feroya Sjómannafelag.
slíkum slag, sum unglin;
ar ikki leggja í at síggj:
Tí átti aldursmarkið
at verið lækkað í 14 á
heldur Jógvan Ki Jacob
sen.
Fleiri og fleiri fáa sa
videotól. Og til hesi
ber til at leiga filmar fyr
ikki nógvar pengar. |
summum førum filmar,
sum filmseftirlitið hevur
noktað biografunum at
sýna.
Tað starvast 18 fólk hjá
Havnar Bio, upplýsir Jóg-
van Ki Jacobsen.
Nekur og 60% av hverj-
um seldum atgongumerki
fara til lenir, stuttleika-
skatt og raksturin annars.
Hin biografurin í Havn,
Leikhús Bio, hevur nú
eina tíð havt stongt
fríggjakveld, sum er sjón-
varpskveld. ;
Eisini aðrastaðni í land-
inum eru biografar komnir
í trupulleikar. Orsekin
sigst vera sjónvarpið.
skrift varð sent lands-
stýrinum. Lesarabrev
eru skrivað. Men uttan
úrslit. Landsstýrið
hevur ikki í hyggju at
broyta ferðaætlanina.
Teistin siglir á Tver-
oyri fyri at spara olju,
sigur landsstýrið.
Hetta ger tað hin-
vegin dýrari hjá fólki í
Suðuroyar sunnaru
helvt at ferðast. Tað
kostar t. d. 160 kr. hjá
einum sumbingi at
ferðast til Havnar og
suður aftur um Tver-
oyri.
sum tóku sær av hesum
skeiðnum. Hans J. Her-
mansen sigur, at Ung-
dóms- og Menningar-
deildin hevur fingið játtan
frá eðrum ítróttarsam-
bondum um hjálp við
instrukterum. Harafturat
hevur deildin fingið til-
segn um, at tveir feroy-
ingar kunnu luttaka á ein-
um leiðaraskeiði í Dan-
mark til heystar.
Tað er ikki ókeypis at
halda eitt slíkt skeið sum
hetta. Kostnadarætlanin
liggur um 50.000 kr. Hans
J. Hermansen upplýsir, at
landsstýrið hevur latið ein
stuðul upp á 15.000 kr. og
harafturat hevur deildin
sent 35 stovnum og fyri-
tøkum fyrispurning um
stuðul. Nokur positiv svar
eru komin.
Umframt Hans J. Her-
mansen sita Helena Øster
og Niels Nattestad i
nevndini í Ungdóms- og
Menningardeildini.