mikudagur 5. august 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 1 1820
box 76, 3800 Torshavn
p/f sosialurin
Utgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting:
Prent:
Sosialurin
Dimmalætting
Døpur tøl
Í LEYGARDAGSBLAÐNUM kunngjørdu vit
eina kanning, sum Sosialurin hevur gjørt
burtur úr upplýsingum frá Gjaldstovuni og
Hagdeildini, um nýtslu føroyinga av rúsandi
legi. Tað er nú eitt ár liðið síðani føroysku
bryggjaríini fingu loyvi til at bryggja sterkari
øl. Rúsdrekkalógin varð tá eisini broytt so-
leiðis, at bann varð sett móti innflutningi av
sterkari øli enn gulli, og heitvínið varð
skamtað.
KANNINGIN VISTI, at føroyingar i dag
drekka nógv meira av pilsnargli enn fyri bert
tveimum árum síðani. Somuleiðis verður
eisini nógv meira drukkið av borðvíni. Nøgd-
in av gulli er eisini vaksin — tó ikki í sama
mun. Haraftrat er innflutningurin av rús-
drekka vaksin munandi frá 1979 til -80 og
metttu tølini fyri í ár eru enn hægri enn fyri
undanfarna ár. ! hvønn mun broytingin í rús-
drekkalógini hevur havt ávirkan á hetta eru
helst fleiri meiningar um.
ØLL HINI Norðanlondini hava stórar alkohol-
trupulleikar. Nytslan er í øllum norðanlond-
unum vaksin munandi seinastu árini. Sein-
astu tjúgu árini er rúsdrekkanýtslan í t. d. Fin
landi trífaldað, í Danmark tvífaldað og í
Noregi og Svøriki nærum tvífaldað. So døpur
eru tølini í grannalondum okkara, hóast nógv
hevur verið roynt at beta um hesar trupul-
leikar.
SUM SAGT ERU eisini rusdrekkatølini hjá
okkum eisini nógv vaksin men vit hava í Før-
oyum lyndi til at ímynda okkum eitt trupul-
leikaleyst samfelag í mun til grannalond
okkara. Vit eru so erpin um at kunna greiða
fólki frá, at her í Føroyum er t. d. einki
arbeiðsloysi, vit hava ongan kriminalitet og
er talan um rúsdrekkaviðurskifti yppa vit
bert øksi og siga, at vit neyvan kunnu tala
um nakað veruliga »alkoholproblem«.
Í STAÐIN FYRI sum altíð at dusa okkum í
egnari sjálvgóðsku og ímyndan av okkara
trupulleikaleysa samfelagi áttu vit heldur at
viðurkent trupulleikarnar. Teir eru her eisini.
Tá broytingarnar í rúsdrekkalógini vóru
framdar í fjør, álegði løgtingid landsstýrinum
at koma við eini frágreiðing um eitt ár. Sagt
verður, at frågreidingin er ikki gjørd enn,
men at hon verdur gjørd nu i heyst og løgd
fyri løgtingid. Lat okkum fáa frågreidingina.
Men lat tað bert ikki vera nógmikið við
henni. Her má eisini farast til verka. Eru vit í
løtuni so heppin ikki at hava eins stórar
trupulleikagáv rúsdrekka sum t. d. granna-
lond okkar so kunnu vit kanska fyribyrgja
at vit koma soleiðis fyri.
Tann
Samgongu hurlivasin
Vit høvdu roknað við, at
tingið nú skuldi til ar-
beiðis so skjótt ólav-
sekurúsurin var av — og
hevdu lagt arbeiðið til-
rættis hareftir, men so
knapt tey fyrstu ting-
málini vóru legd fram á
tingborð av andsteðuni,
skundaði formaðurin
sær at slíta tingfundin
og senda tingið til hús, tí
landsstýrið hevði einki
upp á hjarta, einki ting-
mál at leggja fyri og tað
mátti ikki henda, at and-
steðan fekk síni tingmál
viðgjerd.
Ikki tí, í legmans-
reðuni var yvirhevur
einki sum talaði fyri, at
nakað skuldi henda; har
vóru bara svørt skiggj
og svartar framtíðar-
vónir um sterri skatta-
byrðar á vanliga fólkið,
meðan undirstrikað
varð, at stórmenn ikki
skuldi betala eina krónu
aftrat í skatti.
Legmaður
nakað um, at nýggja
landsstýrið nú hevði
havt eina passaliga inn-
koyringsperiodu. Men
tað passaði so heldur
ikki — teir koyra steðugt
í frígear.
Andsteðan legði í góð-
ari trúgv fram uppskot
av samfelagsligum
týdningi og hevði fleiri
onnur tingmál, sum hon
ikki slapp at leggja fyri,
tí so títt og knapt for-
maðurin sá, at andsteðan
nevndi
var virkisfús skundadi
hann sær at senda tingið
til hús uttan varsul.
Tingfundur verður
ikki aftur í bræði, og tá
tingið einaferð kemur
saman aftur er løgmans-
reðan gomul og ov seint
er at taka steðu til flestu
hastandi mál.
Andsteðan má og skal
við eðrum orðum ikki
hava nakran tjans til at
leggja sítt arbeiði til
rættis. Hví boðsendir
løgmadur skrivliga ting-
monnum til ting, tå tad
slettis ikki er meiningin
at halda ting. Tå mein-
ingin er at hverkra
demokratiið so nógv
sum gjerligt, tí tað er tað
sum legtingsformaðurin
Er framtíðin døpur
ella vantar hugflog?
SOSIALURIN
við-
merkingar
ger. Tað er brot á demo-
kratiið og aldargamlan
tingsið ikki at halda ting
á ólavseku. Bara at
halda tingmenn í Havn
til at sova rúsin út mátti
verið tunnligt.
Tað er politikkur sam-
bandsins sum nú skal
førast út í odd og egg.
Alt skal útsetast, einki
skal henda, og hinir
báðir flokkarnir í sam-
gonguni tora ikki at
gloppa munnin, tí so
hóttir Pauli við at kasta
frá sær, og tað ræðist
tingformaðurin. Teir
tora illa nokk at anda at
sambandinum.
31. juli 1981
J. Lindenskov
Sannførur
løgmansrødan, id
Pauli Ellefsen, legmaður,
helt ólavsekudag 1981
verður av mongum skírd
„Hin mest dapurskygna
løgmansrødan í søgu
heimastyrisins«
Hon kundi eins væl
verið skírd »Hin mest
sannfera og vónbirtingar-
leysa løgmansrøda«.
Ongantíð áður hevur ein
legmaður so opið sagt
landsins íbúgvum frá,
hvussu illa stendur til í tí
landi, hann sjálvboðin
hevur átikið sær stýri av.
Mótsett undanfarnum
løgmansrødum var at
kalla eingin ljósglotti drig-
in fram. Heldur ikki varð
gjørd nekur roynd at finna
fram til tær djúpu atvold-
irnar til ta vána steðu
landið, sambært |leg-
manni, er komið í.
Munur er á atvold
og avleiðing
Legmaður segði, sum eis-
ini rætt er, at bæði
almenna og privata nýtsl-
an er vorðin ov stór. Skilti
hann, sum var hetta at-
voldin til vána støduna.
Men sannleikin er, at
ovurnýtslan bert er ein av-
leiðing av atvoldini. Skulu
trupulleikarnir loysast til
fulnar megu atvoldirnar
finnast og takast burtur.
Tað er ikki nokk at minka
um avleiðingarnar.
Vit hava eitt vinnulfv,
sum í hevuðsheitinum er
útbygt til veiðu og fram-
leiðslu av sokallaðum
hálvfabrikatum. Ein av
hevuðsatvoldunum til, at
landið er í eini vána steðu í
dag, er, at vinnulívið (í nú-
verandi líki) partvíst er
bygt á eitt ov svikaligt
grundarlag. Tað svikaliga
er studningurin og kann
nevnast, at studningurin
er eldri enn núverandi
virkir. Ella við eðrum
orðum: virkini eru part-
víst grundað á hugtakið
studningur.
Tann vinna, ið bygd
verður at klára seg við
hjálp av studningi, hevur
tann eginleika, at sum
tíðin líður má alt meira
studningur til. um vinnan
skal halda áfram.
Besta prógv um, at so
er, er okkara fíggjarlog-
tingslóg, hvers studnings-
og aðrar hjálparveitingar
fevna um meira enn 1/3 av
samlaðu játtanini, og sum
um stutta tíð fara at fevna
um 1/2 av játtanini.
Asannast må at studn-
ingur:
kann ikki gerast um til
útflutningsveru
kann íkki
(foredlast)
kann ikki framleiðslu-
rationaliserast o.s.fr.
góðskast
Kort sagt: Studningur
er ein kunstig innspræn-
ing, ið hverki veksur um
útflutningsvirðið ella min-
kar um innflutningin, men
sum tó gevur eina stokk-
uta kenslu av peningaríki-
ligheit, og harvið elvir tí
privata til sterri nýtslu,
ella ovurlýtslu fyri at nýta
orð legmans.
Sligið er nú fast, at tann
almenna eins væl og tann
privata ovurnýtslan og ein
avleiðing av galdandi
studningsskipan og ikki
ein atvoldin til hennara.
Hetta gevur eina ábend-
ing um, at studningsskip-
anin er atvoldin til tær av-
leiðingar sum vaksandi
ovurnýtsla ferir við sær.
Ja, munurier á atvold og
avleiðing, men ilt kann
vera at greiða hesi hvert
frá ødrum. (jfr.: Ásag eller
virkning).
Í eini komandi grein
skal viðgerast tann spurn-
ingur, ið lesarin hevur á
tunguni: Hvat er at gera?
Adolf V. Hansen
A—ATTTtt——A————
Landssjúkrahúsið
3800 Tórshavn
sekir:
Sjúkrasystur í náttarvakt á heili-
ráðsdeild, 56 tímar aðru hvørja viku
frá 1. september 1981.
Umsókn til
fyristødukvinnuna,
Landssjúkrahúsið, 3800 Tórshavn.
HAVNAR BIO
NY jet drønende
spændingsfilm!
Et luftdrama,
der vil suge Dem ned i stolene.
AIRPORT
Bcc ulo 2 „2
Billetsglan byrjar
kl. 18,00.
Bílegging á tlf. 12852
Det hele er bade sjovere
og værre,
end du drømmer om
er jeg osse…
En film af Lise Roos
med Stine Sylvestersen