mikudagur 5. august 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
GÍ—HB 3—1 (2—0):
Nógv álop
5 5
— fa mål
Dysturin í Gøtu sunnudagin ímillum oddaliðini
í 1. deild GÍ og HB var rættiliga spennandi,
hóast spælið til tíðir var ógvuliga hart
Rættiliga nógv fólk hevði
leitað sær til Getu sein-
asta sunnudag at síggja
dystin ímillum bæði odda-
liðini í 1. deild GÍ og HB.
Og allir hesir mongu
áskoðarar fingu spenning
fyri allar pengarnar teir 90
minuttirnar, dysturin
vardi, so fyri tann skuld
fór eingin vónsvikin aftur
til hús. Heldur var tað tí,
at úrsltiið ikki var til fyri-
mund fyri HB, at øll tey
mongu havnarfólkini ikki
vóru heilt negd við dystin.
Tá dysturin var reiðiliga
byrjaður, sást at tað var
HB, sum hevði yvirvág í
spælinum. HB fekk fleiri
góðar málmeguleikar,
sum áttu at givið mál,
men altíð endaðu teir á
stongini ella tók mål-
maðurin bóltin.
||| ||
GI á odda
Tá 14 min. vóru farnir,
fekk HB fríspark stutt
uttan fyri brotsteigin í
hegru síðu. Bólturin verð-
ur skotin innfyri, har ein
HB-leikari fær fótin undir
bóltin, men óeydnan er við
teimum, og bólturin
kemur upp undir yvir-
leggjaran og stekkur út til
málspark.
3 min. seinni er GÍ í
álopi. Tað eydnast HB í
fyrstu syftu at fáa bóltin
út í vinstru síðu, men har
blívur frispark. Dånjal
Jarnskorð skjýtur bóltin
innfyri, har Magnus Gre-
gersen er komin leysur og
setur bóltin trygt í netið.
Ein skuldi nú trúð, at HB
datt meira niðurfyri, men
so var ikki. HB hevði
itrottahornid
Mundu gøtumenn
N SRS
ætlað at heingja
HB-ararnar í hesar, um tað skuldi
hent at teir vunnu?
framvegis tað meira spæl-
ið, og bólturin var megin-
partin av tíðini á GÍ-hálv-
uni.
Tá 21 min. eru farnir, er
HB aftur í einum vanda-
miklum álopi. Bólturin
verður skotin hart ímóti
málinum, men endar á
stongini. Nú rullaðu álop-
ini yvir GI-målid, so tað sá
út til at HB fór at javnað
út, og enntá at koma á
odda.
Tá 26 min. vóru farnir er
HB aftur í álopi, men tað
eydnast Páll í GÍ-málinum
at taka bóltin. 4 min.
seinni er HB aftur í álopi,
men aftur hesa ferð eydn-
ast tað frálíka málmanni
GÍ's at bjarga.
Hóast HB hevði fleiri
upplagdar málmeguleikar,
var tað GI, sum fekk tað
næsta málið. Tað var tá 32
min. vóru farnir, at eitt
stórt hol kemur í HB-verj-
una, Magnús Petersen út-
nyttar hendan meguleikan
og setur bóltin yvir til Rei-
nold Isaksen, sum er púra
leysur og setur bóltin lætt-
liga í netið.
Tá 35 min. eru farnir er
HB aftur í álopi, men enn
einaferð kemur GÍ-mál-
maðurin ímillum og tekur
bóltin. Fyrri hálvleikur
endaði sostatt við 2—0
leiðslu til gøtumenn.
Seinni hålvleikur
Tå seinni hålvleikur byrj-
adi var tad aftur HB, sum
hevdi størra partin av
spælinum. Bert I
voru farnir, tå HB fær
brotsspark, sum
Eyðun
Dahl Christiansen setti
netið. Nú vaks rómurin frá
HB-stuðlunum, tí megu-
leiki var fyri hampuligum
úrslitið til HB
Men tað eydnaðist íkki
HB at fáa fleiri mál, og GÍ
kom meira og meira við í
spælinum, samstundis
sum spælið harnaði. Bæði
liðini hevdu nekur nokk so
vandamikil álop, uttan at
steðan tó broyttist.
Men seinasta korterið
av dystinum sást, at tað
var GI, sum hevði tað
betru konditiónina — og
tað gav eisini úrslit. Tá 40
min. vóru farnir kemur
aftur eitt hol í HB-verj-
SOSIALURIN
una. Påll Gregersen fær
bóltin, rennur fram ímóti
málinum, tað eydnast ikki
einum HB-leikara at renna
hann aftur, so hann setur
bóltin í netið til 3—1.
Teir seinastu minuttirn-
ar var tað GÍ, sum hevði
meginpartin av spælinum,
og tá bert ein minuttur
var eftir er GÍ aftur í
álopi, men bólturin fer
dygst við stongina út til
málspark.
Dysturin
Um dystin sum heild kann
sigast, at tað var HB, sum
hevði tað mesta spælið, og
um tað vóru málmeguleik-
arnir sum taldu, átti HB
at vunni dystin, men í fót-
bólti er tað nú einaferð so-
leiðis, at tað eru málini
sum telja. Men eg haldi
tað er ikki ov nógv sagt, at
gotufólk skulu vera væl
negd við at tað eydnaðist
GÍ at vinna.
Til tíðir gjørdist dyst-
urin rættiliga harður, ja so
harður at dómarin átti at
verið meira strangur, so
vit kundu sæð meira fót-
bólt. Tað var serliga í
seinna hálvleiki, tá GÍ
hevdi leiðsluna 2—1, at
blóðið var rættiliga heitt
hjá báðum pørtum. Tað er
lætt at skilja, at tað
gongur upp í nervarnar í
einum so avgerandi dysti
— men harafturímóti er
tað ikki vakurt at síggja
leikararnar kasta sand
eftir hverjum eðrum ístað-
in fyri at spæla. Tað
endaði eisini við at ein
leikari fekk tað gula kortið
— Jógvan Gregersen hjá
GI — hóast eg meti at
hann skudi fingið tað
reyða kortið fyri spæl sítt,
men harafturímóti skal
sigast at eisini aðrir — úr
báðum pertum — skuldu
fingið gult kort!
Tað var eisini í byrjanini
av dystinum at spælið var
nakað hart. T. d. fekk
Tummas Óli Mortensen
hjá HB í fyrsta minutti
ein alboga í eygað, so hann
mátti undir læknahond.
Tað skal tó sigast, at
GÍ-leikararnir vóru ógvu-
liga kvikir, og vóru altíð
uppá »plettin«. Serliga í
fyrra hálvleiki legði tú
merki til at teir útnyttaðu
hvenn målmøguleika, so
teir góvu úrslit.
Um HB-verjuna skal
sigast at hon kláraði seg
ógvuliga illa. Spell at eitt
lið við góðari miðju og
álopi skal hava eina so
vánaliga verju. Tað sást
eisini at Suni Jacobsen
ikki var við.
Eisini sást, at Ólavsek-
an mundu hava gjert sítt.
Hettar sást serliga við tí
írestandi konditiónini,
sum var orsekin til sein-
asta málið hjá GÍ, og sum
kundi vera orsekin til enn
fleiri mál.
Samanumtikið ein
spennandi dystur, hóast
alt ov ráur og alt ov nógvir
spiltir målmøguøleikar.
SJ
i
#5