mikudagur 26. august 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
telf. 147 20. 118 20
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Hevdi verið
fyrimunur
EFTIR AT HAVA vitjað sum landsstýrisins
gestur í Føroyum í nakrar dagar fór Anker
Jergensen, forsætisráðharri aftur til Dan-
markar í gjár.
Hann hevur, sum sagt verður frá aðrastaðni í
blaðnum i dag, vitjað ymsastaðni í landinum
og hevur eisini havt onkran fund við lands-
stýrið. Eisini varð skipað fyri einum pressu-
fundi. Hóast tað ikki vóru tey nógvu stórtýð-
indini, sum komu frá á hesum pressufundi
var okkurt áhugavert sum kom fram, — og
tað serliga frá løgmanni.
SJÁLVANDI ROKNAÐU vit við, at nú hevði
Pauli Ellefsen løgmaður møguleika til at geva
Anker Jørgensen ákoyringarnar sum hann
fyrr hevur serverad um hann og danska
stjórnarflokkin — javnadarflokkin — men so
var ikki. Um hann ikki tordi at koma fram vid
tí ella hann nú vil eta alt í seg aftur er óvist,
men áhugavert var tað.
EITT AV teimum stóru málunum hjá løg-
manni hevur verið ein ávís starvssetan, sum
hann hevur sagt at Anker Jørgensen hevur
trýst ein av partamonnum sínum í starv.
Hetta var væl og virðiliga avvíst frá forsætis-
ráðharranum, og tá so okkara løgmadur fekk
sama spurning visti hann sjálvandi hvørki út
ella inn. Um landsstýrið ætlaði at fylgja spur-
ninginum upp, visti hann heldur íkki.
Í SAMBAND VIÐ donsku vitjanina í Føroyum
var sagt frá, at landsstýrið fór at hava onkran
fund við forsætisráðharran, uttan at hava
nakrar veruligar samráðingar. Av hesum
fundi sum var millum partarnar skiltu vit
eisini væl, hví landsstýrið ikki var sinnað til
nakrar veruligar samráðingar. Tí í flestu av
týdningarmiklastu málunum, sum tingast
skulu vera um við donsku stjórnina er lands-
stýrið so ósamt at 6gjørligt er at finna nakran
felagsnevnara í verandi samgongupolitikk-
inum.
FRÆGASTU RÁÐINI vit tí kunnu geva lands-
stýrinum, um teir hava í hyggju at halda fram
í Tinganesi, er at teir royna at finna út av hvat
teir sjálvir vilja og meina áðrenn teir í novem-
ber fara til Danmarkar at tingast við donsku
stjórnina. Hetta hevði ivaleyst verið ein
stórur fyrimunur.
Bræv til
Eyðun Viderø
Góði Eydun!
Tað má tykjast meir enn
fjákut av mær at skriva
til tín, tí vit hittast jú
dagliga í ollum góðum.
Men av tí at tú ert so
illa reddur inn á javnað-
arflokkin, má eg siga
nekur orð hendan vegin.
At tað mátti verið nóg
mikið við studentaskúl-
anum í Hoydelum haldi
eg, at tú hevur allan
rættin, men annars
hvussu teir greida sinar
skúlaspurningar inni i
Eysturoynni, er nokk
frægast at vit báðir lata
teir um.
Tað vildi verið legið,
um javnaðarmenn ikki
kunnu mistaka seg við-
hvert, men eingin betri
enn vit báðir, hava roynt
tað á okkara egna
kroppi, hvat tað væl-
við-
merkingar
signilsi, tær sosialu lóg-
irnar eru. Og tað er ein
royndur lútur, at áðrenn
tann flokkurin fekk
ávirkan, lógu Feroyar
sum eitt miðaldarsamfel-
ag sosialt sæð.
Men eg vil biðja teg,
vælsignaðin leggja
doyin á, í einum erðum
skúlamáli, og tað er at
fáa vent menn á rætta
leið, at fáa búnaðarskúl-
Hyggi maðurin — Jesus!
SOSIALURIN
an og royndarsteðina
lagda her á Dalsgarði og
lata dugnamannin Palla
sita í frið á Heygsgarði.
Gott í teg, ger hetta,
so gert tú eina góða gerð
— so góða, at allir jarð-
armenn í komandi. tíð
vilja takka tær.
21.8.81
Vinarliga |
Viggo Dalsgaard
Hon var húsmóður. Sum
árini gingu feldi hon seg
meira og meira mótleysa
og uppgevandi, tí hon
kendi tað sum at øll mettu
hana og arbeiði hennara
sum eina sjálvfvlgju. Hon
tók sær av tí húsliga,
gjørdi reint, vaskaði upp,
hampaði um klæðir mann-
sins og barnanna, ruddaði
so hvert tey óruddaðu;
men hon kendi tað sum at
øll kravdu hetta av henni.
Hon feldi seg sum eina
maskinu.
Ein dagin hitti hon ein
annan mann, hann var
giftur, men hann var so
dámligur og skilti hana so
væl. Hann kundi hon tosa
við.
Tey hittust aftur, og
hon kendi at hann virðis-
metti hana.
Tað endaði við at hon
varð frilla hansara, og frá
tå av møttust tey ofta í
loyndum.
Einaferð vóru tey so
saman alla náttina. Tey
vóru um at fara hver til
sítt, hon til mann og bern,
hann til konu og bern, tá
nakrir gudfreðingar komu
fram á tey.
Teir tóku kvinnuna,
dragsaðu hana út í miðbý-
in, blakaðu hana fram fyri
fólkamongdina og segdu:
»Henda kvinna er tikin í
I
gerðini — hon dreiv hor«.
Mannamúgvan varð
skelkað, og tey byrjaðu ell
at ýla við í hyklaranna for-
demandi kóri.
Bert ein stóð stillur og
tigandi og sá við sorg,
hvussu hendan kvinnan
varð viðfarin av med-
menniskjum sínum.
Navn hansara var Jesus
úr Nazaret.
Havi ofta undra meg
yvir hví hesir moralsins
sjálvkravdu verjar bert
tóku kvinnuna. Fyri at
kunna dríva hor skulu jú
vera tvey. Hvat varð av
manninum. Slapp hann?
Men hendan frásegnin
lýsir = verunliga bæði
heimsseguna og
kirkjuseguna. Tað hevur
allar dagar bert verið
kvinnuna, hesir moralsins
sjálvkravdu verjar hava
blakað seg yvir. Maðurin
hevur sum oftast fingið
aðra viðgerð. Kom ein ung
genta illa fyri í gomlum
døgum, so varð tað hon, ið
sat eftir við skommini,
meðan maðurin gekk fríur.
Men tá teir henda
morgum blakaðu hesa
kvinnu frá sær, so var tað
fyri føturnar á manni, ið
var erðvísi.
Hon varð liggjandi, van-
ærd og eyðmýkt, og
hoyrdi dómar fólksins, og
hon kendi vanvirðandi
eygnakest teirra. Men
heldur ikki hon visti, har
hon lá í stevinum, at so
var fyriskipað, at hon lá
fyri fótum Hansara sum
er tann einasti sum ikki
fordemir.
Moralsins verjar hugdu
á Jesus og endurtóku:
>Vit hava tikið hana í
gerðini, her er eingin ivi. Í
lógini sigur Móses at slík-
ar kvinnur skulu steinast.
Hvat sigur tú?
Hetta segdu teir fyri at
royna hann, so at teir
kundu fáa okkurt at klaga
hann fyri. Fríkendi hann
hana, so breyt hann
lógina.
Tá boygdi Jesus seg
niður og skrivaði í sandin
við fingrinum. Men tá ter
hildu á at spyrja, reistist
hann og segði: >Tann av
tykkum, sum er uttan
synd, kasta tú tann fyrsta
steinin!< So boygdi hann
seg niður aftur og skrivðai
í sandin.
Orð hansara reiktu
meint. Fram fyri teir
komu minnini um egna lív
teirra! Og tá valdu teir at
fara, ein fyri og annar
eftir, hinir elstu fóru
fyrstir.
Eftir stóðu Jesus og
kvinnan. Hon tordi ikki at
hyggja í eygu Hansara.
Hon skammaðist. Hon
iðraði seg yvir tað gjørda
— og hon undraði seg yvir
henda mannin.
Men Jesus reisti seg
upp og segði við hana:
„Kvinna, hvar eru teir?
Var ongin, sum demdi
teg?“
Piprandi svaraði hon:
>Nei, Harri — eingin!«
Tá segði Jesus hesi
heimskendu orðini: >Held-
ur ikki eg dømi teg! Far
avstað og synda ikki
longur!“
Brot úr bók Aril Ed-
vardsens: »Bevisst
Gjøring« — føroyska jr.
Soleidis bar Jesus seg at i
umsteðum, sum eru líkar
teimum tú og eg meta
hvenn dag. Spurningurin
er — hvussu bera tú og eg
okkum at í slíkum um-
steðum. Stilla vit okkum
millum fólkið ella gera vit
sum Jesus? Týdningurin
av steðutakan mínari/tín-
ari er so ómetaligur — fyri
meg, teg, samfelagið og
ikki minst fyri syndaran.
Og næsti syndarin kann
jú lætt verða tú ella eg.á
Og síggj so fyri tær
hvussu samfelaigð hevði
sæð út, um vit øll gjørdu
sum Jesus.
jr.
>...intet alternativ til NATO...“
Mikudagin 19. august
skrivar ein tingmaður
javnaðarflokksins grein
um neutronbumbuna og
umboðsmanni hennara her
á Feroya landi, harra Óla
Breckmann málgagn hins
feroyska Fólkaflokksins
Radikalt Sjálvstýri. Jú
sjálvandi, hver mannborin
skapnigur kann annað enn
at venda sær í andstygd
frá einum vápnagreðingi
sum neyvan skeitir at
ødrum fyribrigdum ennti
sum »loysir seg« i kapital-
istiskum búskapi, enn
minni virðir Guðs dýra-
barasta skapning meir enn
so, at hann fer út í tjak um
hver bumba nú man ver
abest, og kemur til ta
nidurstødu at ein bumba
sum týnir mannalív, men
sparar fastar ognir, man
vera ein frálík bumba?
Og hver feroyingur
kann annað enn kenna
andstygd í hjarta sínum
móti einum flokki, sum
velur mann við tílíkum
áskoðanum til stavna-
mann og floksblaðstjóra?
Kann eitt fólk, sum sigur
seg vera friðarelskandi og
gudiligt, velja ein flokk,
hvers umboðsmenn tjak-
ast um hverji drápsvápn í
heiminum eru mest effek-
tiv, og sum nærum biður
ben um, at harðrendi for-
setin Reagan skal fram-
leiða fleiri vápn? Longu í
dag kunnu vápnini týna
mannaættina 70 ferðir
umleið. Hvussu ofta vil
Fólkaflokkurin hava hana
týnda? Tá verður sjálv-
stýrið í hvussu so er sera
radikalt hjá teimum.
Tingmaður Javnaðar-
flokksins Jóannes Dals-
gárd endar greinina soleið-
is: >...heldur eiga vit at
styðja allar avvápnaðar-
royndir og seta alla orku
inn upp á at fáa alla her-
naðarútgerð av landinum
eins og vit eiga at virka
fyri, at Feroyar gerast
heilt leysar av einari og
hverjari hernaðarsam-
gongu...“
Jú, góð orð og væl
meint. Tú fært hug at
spyrja teg sjálvan:
hvussu nógvir av politik-
arum javnaðarflokksins