Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Finalan í Ísafjarðasúlukappingini: Rættvísari við minni málmuni Hóast HB vann TB við 6 málum ímóti ongum fyrr í ár, mundu tað vera fáir av teimum umleið 1500 áskoðarunum sum roknaði við at HB fór at sigra við so nógvum málum, sum 5 ímóti einum Rættiliga nógv fólk vóru mett upp í Gundadali til finaluna um Ísafjarðasúl- una, sum sunnudagin varð leikt ímillum 1. deildar- liðini hjá HB og TB. Tað var HB, sum kom betri frá byrjanini av dyst- inum, hóast munurin á spælinum ikki var tann stóri. Og tað gingu ikki meira enn 5 minuttir til Erling Jacobsen hjå HB gerst friur framman fyri TB-málinum og setur bólt-- Pit SJOKLÆDNAVIRKIÐ Telefon 5 50 40 in trygt í netið til 1—0. Men hóast hettar málið fall TB ikki í fátt, langt í frá tí. TB heldur herdi pressið og tá 8 minuttir vóru farnir, kemur ein TB- ari leysur og skjýtur eitt brandskot ímóti málinum hjá HB, so Christoffur mátti kasta seg í fullari longd, men bólturin streyk dygst við stongini út til málspark. Spælið gekk nú javnt eina letu, men tá 17 min- uttir vóru farnir, kom næsta málið hjá HB. Bjarni kemur rekandi fram ímóti TB-málinum og avleverar bóltin inn í brotsteigin, men tað eyd- nast TB at fáa bóltin nakað útaftur, men Helgi fær bóltin og langar til, so bólturin situr í netinum. Hoast HB nú var framman fyri við tveimum málum ímóti ongum, helt TB á við at pressa og tá 20 minuttir vóru farnir, eru teir aftur í einum vanda- miklum álopi, men skotið hjá Rógva endar á stong- ini. Men tað var enn eina- ferð HB, sum gjørdi vart við seg við TB-málið. Tá 26 minuttir vóru farnir, eydnaðist tað Suna Jacob- sen at økja leiðsluna hjá HB til 3—0, og bert tveir minuttir seinni kemur Helgi leysur og rennur fram ímóti TB-málinum og setir bóltin í netið til 4—0. Fullu ikki í fått Men tad visti seg at tad skuldi nógv til, at fáa TB- leikararnar at fella í fátt. Hóast teir nú vóru afturúr við 4 málum, royndu teir alt, teir kundu, og tá 29. minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki, ella bert ein minutt eftir, at HB fekk sítt fjórða mál, er TB í einum sera vandamiklum álopi. Men tá ein tverá- maður skjýtur bóltin ímóti málinum, eydnast tað Christoffur í HB-mál- inum at blaka seg og sláa bóltin út til hornaspark. Hornasparkið kemur inn- fyri, men HB-leikararnir fáa bóltin vekk frá sínum máli. Nakrar minuttir seinni sá tað kortini út til, at TB fór at fáa hol á, soleiðis at skilja, at teir fóru at fáa okkurt málið. Tá 32 min- uttir vóru farnir, verður dømt brotsspark til TB, men tá brotssparkið kemur, loypir HB-mál- maðurin út, og sparkar bóltin upp um málið. Tað kom einki mál aftur- at í hesum hálvleikinum, so halvleiksstoðan gjer- dist sostatt 4—0 til HB. Seinni hálvleikur Seinni hålvleikur var, eins og tann fyrri, sermerktur av jevnum spæli. Bæði liðini pressaðu, men aftur nú var tað HB, sum fekk mál. Tað var tá 16 min- uttir vóru farnir, at HB er í álopi. Bólturin verður av- leveraður yvir í hegru síðu, har Julian Hansen stendur leysur stutt framman fyri 5 m. teigin, og setur bóltin í netið til 5—0. Tad gekk ikki meira enn góður hålvur minuttur, so er aftur mål. Men hesaferð er tað endiliga TB, sum fær mál, ið Hendrik setur í netið. Spælið gekk nú javnt eina tíð, men so við og við fekk TB sterri lut í spæl- inum, og hevði yvirvág í leiki teir síðstu minutt- irnar. TB-leikararnir royndu alt tað teir kundu at minka um málmunin, men málmunur uppá 4 mál er rættiliga ringur at vinna innaftur. Tó hevði TB fleiri góð álop. M.a. høvdu teir 2 skot á stong- ina og eitt á yvirleggjaran, so teir vóru nær við at minka um leiðsluna hjá HB. Men tað eydnaðist tó ikki, og dysturin endaði við 5—1 sigri til HB, sum nú hevur fingið Ísafjarða- súluna = í varðveistlu komandi ári. Dysturin Um dystin er at siga, at hann var væl leiktur, við jøvnum spæli. Bæði liðini sýndu góðan fótbólt, men verjan hjá TB kom illa frá SOSIALURIN fleiri av ålopunum hjå HB — sum úrslitið eisini vísir. Flestu áskoðarar vóru einigir í at hettar vóru sera bílig mál, sum HB fekk. Um verjuna hjá HB er at siga, at hon kláraði seg betri í hesum dystinum enn hon hevur gjert í fleiri av undanfarnu dystunum hjá HB, so kanska teir eru við at menna seg. Men samanumtikið ein ógvuliga góður og undir- haldandi dystur, hóast alt ov nógv mál. Leikliga sæð skuldu málini verið meira javnt býtt, soleiðis at tað var javnleikur ella eitt mál á muni annan vegin. sj. Landskappingin i fótbólti: Semifinalurnar eru nú greiðar Fótbóltssamband Foroya hev- ur nú kasta lut um hvussu ymsu semifinaluluttakararnir í landskappingini hittast Fríggjakveldið 21. var lutakast til semifinalurnar í 4., dreingja-, smá- dreingja- og piltadeildini. Urslitið var hetta: 4. deild Vinnari av bólki C — vinn- ari av bólki A. Vinnari av bólki B fer beinleiðis í fina- luumfarið. Dreingjadeildin Vinnari av bólki B — vinn- ari av bólki A. Vinnari av bólki C fer beinleiðis í finalu-umfarið. Smádreingjadeildin Vinnari av bólki B — vinn- ari av bólki D. Vinnari av bólki A — vinnari av bólki C. Piltadeildin Vinnari av bólki C — vinn- ari av bólki A. Vinnari av bólki B — vinnari bólki D. Fyrra umfar verður 29. august og fyrst nevndi bólkavinnari hevur heima- dyst. Seinna semifinalan verður 5. september.