leygardagur 29. august 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Hvussu skulu vit
fóta okkum!
Eg meti tiltakið við at framleiða svartkjaft til matna
umborð á verksmidjutrolarum, at vera eitt tað størsta og
besta tiltak sum er gjørt í nyggjari tíð, skrivar Mortan
Johannesen, skipari á Suðringi m.a. í sjónarmið í dag
Orðaskifti
um fer-
oysku
fiski-
vinnuna
Vit hoyra dag og dagliga
fólk tosa um okkara ringu
steðu Feroyum í dag,
hvussu vit við nógvari
ferð nærkast avgrundini,
sum danir taka til, og
næstan ell somul eru samd
um hetta
Um eitt virki, sum ikki
gongur so gott, verður
h
sagt, at hatta var væntað
tað kundi ikki verða
annarleiðis, og um eitt
sum gongur væl, verður
eisini sagt, at hatta kemur
ikki at ganga í longdini, ti
oljuprísir og tímalen eru
so nógv hækkað, at alt fer
im koll
Svartskygni
Um ein maður ella fleiri
fara undir eina fyritøku,
eitt virki, um tað so er á
sjógvi ella á landi, ja so er
tað sjálvandi deyðademt
við tað same
Er hetta eitt skip, ja, so
verður sagt at tað er lítil
fiskur, vánaligur prísur og
hegar útreiðslur. Er hetta
eitt flakavirki, so eru eingi
skip at fiska til hetta
virki. Fólk vísa seg at
finna eina vissa troyst í
hesum tosi, og tað ring-
asta av ellum hesum er, at
tað er rætt, sum fólk siga,
hugsa og meina: okkara
steða er ring í dag
Tað verður sagt, um ein
mann sum er illa fyri-
komin av kulda og kava,
tá hann er vilstur, at tað
lættasta og hugaligasta er
at seta seg niður og durva,
til hann stirnar í hel
Hetta er so skuggin av
tí mynd, sum er í Feroyum
í dag, og grundina til alt
hetta kenna kanska flest
av okkum, men skal eg tó
nevna hana her
Byrjadi i Islandi
A heysti 1975 flutti Island
sitt fiskimark ut å 200
fjórðingar úr landi. Teir
bretsku trolararnir, sum
fiskaðu har, blivu burtur-
beindir. Kvota bleiv ásett
fyri tey føroysku skipini
Hetta var alt ein byrjan
Seinni blivu okkara flaka-
trolarar eisini burturvístir
har, og síðani saltfiska-
trolararnir
Og tað sum síðan
hendir, er, at ell stranda-
lond, sum hava ein fiski-
grunn rundan um, flyta
sítt fiskimark út á 200
fjórðingar. Steðan byrjar
at gerast fløkt, ti nú kann
ikki fiskast eftir sama
mynstri, sum hevur verið,
tí nú eru fiskimerk, sum
forða. Hetta er ikki bert
galdandi fyri feroyingar,
men fyri ell tey lond, sum
hava fiskarí uttanfyri sítt
egna sjóeki
Bert okkara egna
sjoøki
Her standa vit so vid ein-
um fiskiflota, sum er
bygdur til tær leidir, sum
vit ikki sleppa til at fiska
á. Steða okkara gerst alt
verri og verri, so nú er
bara eitt at gera: selja
tann fisk, sum finst á
okkara grunnum til út-
lendsk skip, mótvegis, at
vit kunnu fiska í teirra
sjógvi
Hetta er tó ikki so líka
til, tað mugu samráðingar
til um, hvussu býtið skal
va — mo
sjónarmið
Mortan
Johannesen,
skipari
skrivar:
vera, og ell vita vit, um
tað ótal av samráðingum,
sum hava verið við onnur
lond so sum Ísland, Gren-
land, Canada, Noreg, Rus-
land, Sveríki, Eysturtýsk-
land og fyri ikki at gloyma
EEC-londini — og sjálvt
um vit hava havt skila-
góðar menn at samráðast
fyri okkum bæði nú og
undanfarin ár, so hava
hesar avtalur bara verið
verri og verri, og um fá ár
er eingin avtala.
Samstundis í Bellum
hesum ruðuleikanum weu
oljuprísirnir fleirfaldaðir,
so okkara steða kann alt
annað enn vera góð. Vit
eru sum maðurin, sum er
við at stirna í hel
Tað ber til!
Hvat er so at gera, kann
— 258 == = ed
ein spyrja!
Jú, her má og skal
nakað gerast, um vit fram-
vegis skulla kunna liva á
hesum oyggjum. Fyrst av
ollum mugu vit gera
okkum greitt, at vit hava
bara okkara sjógski og tær
oyggjar, sum vit búgva á,
til at liva av, og um her
verður skilagott fram-
farið, so eri eg vísir í, at
tað ber til.
Menn eru farnir undir at
framleiða svartkjaft til
matna umborð á verk-
smiðjutrolarum. Hetta
meti eg at vera eitt tað
stersta og besta tiltak,
sum er gjert í nýggjari tíð
Hetta eru óroyndar leiðir,
sum hesir undangongu-
menn eru farnir í holt við
Hesin vinnuvegur má
stuðlast um á skuldi
Framhald á síðu 11
$
SOSIALURIN
Greinaroð
um
fiskaaling
Í komandi og í næstu viku fer Sosialurin undir at
viðgera nýggju vinnugreinina hjá feroyingum —
FISKAALING OG HAVBUNADUR —meira nå-
greiniliga enn higartil hevur verið gjert í blaðn-
um.
Ætlanin er at hava nekur ískoyti (innlegg) uppá
nakrar síður hvert til vanligu bleðini, sum koma
út leygardag og mikudag. Har fara vit at gera
steðuna upp í føroyum, hvussu royndirnar
við aling hava gingið, og hvenn veg tað ber. Vit
fara eisini at greiða frá eini framsýning innan
aling, sum varð hildin í Bretlandi fyrr í ár. Somu-
leiðis er ætlanin at nema eitt sindur við aling aðra
staðni eitt nú í Noregi og í Bretlandi.
Dentur fer at verða lagdur á at gera hesi so-
nevndu »serblød« um aling so atkomilig sum
gjørligt hjá flest øllum at lesa. Vit fara eisini at
hava hópin av myndum saman við hinum skriv-
aða tilfarinum.
Vit á blaðnum hava eisini mett, at áhugavert
kundi verið hjá teimum ungu, sum í skúlunum
velja at luttaka í undirvísing í fiskivinnu, at sæð
og lisið hetta tilfarið.
Tað kundi kanska verið við til at økt um áhug-
an fyri hesi vinnu og samstundis gjert tað upp-
vaksandi ættarliðið kunnugt við eina vinnu, sum
meguliga í framtíðini fer at teljast millum mest
týðandi vinnuvegir í feroyska samfelagsbúskap-
inum.
I hesum sambandi kann eisini nevnast, at i
bleðunum fer at verða bókalisti yvir allar tær
bøkur, sum í dag eru tekar á føroysku békasøvn-
unum um aling av fiski og skeljadjórum. Eisini
verður ein grein um eina av bókunum, sum nýliga
er komin út í Noregi um aling, og sum serliga er
ætlað til undirvísing.
Sosialurin fer tí nú at heita á teir lærarar, sum
undirvísa í fiskivinnu í skúlunum kring landið at
venda sær til blaðið og at siga okkum frá, um
áhugi er fyri at bíleggja »klassasett« til undirvís-
ingina.
Frá Framsýningini í Bretlandi í mars í ár, Knút
Nygaard, Tveroyri hyggur at einum av básunum
GP
Dø
—
ER