leygardagur 29. august 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720. 118 20
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Dupultmoralur
LÍKA SÍÐANI í fimtiárunum, tá tað frættist,
at NATO-stød skuldi hava innivist á okkar
klettum, hevur tjak verið við ymsum millum-
bilum um hesa stoð.
FÁIR MUNDU teir føroyingar vera, sum
søgdu seg vera nøgdar við hesa stød og, at
vit á hendan hátt beinleiðis vórðu drigin upp í
hernaðardubbingina millum eystur og
vestur.
VÍST HEVUR VERIÐ á søguligu støðu okkara
sum uttanveltaða tjóð hernadarliga og føroy-
ingar sum friðarelskandi fólk. Eisini innan
tinggátt hevur hetta mál verið mikið umrøtt
og hevur tingið ikki færri enn tvær ferðir
gjørt tingsamtykt, sum mótmælir, at hernað-
arútgerð verður goymd á føroyskum land-
ella sjógki. Hvørja ávirkan hetta tjak og
hesar samtyktir hava havt, vit oll. Just onga.
SUM KUNNUGT høvdu vit herfyri vitjan av
danska forsætisráðharranum og hevur hesin
spurningur aftur verið havdur á lofti. Í hesum
sambandi segði Anker Jørgensen m.a., at
hesin spurningur er í grundini ongantíð veru-
liga tíkin upp í samráðingum millum
Danmark og Føroyar.
VID ØDRUM orðum bendir alt á, at alt tos
um NATO-stødina, annadhvørt vit hugsa um
løgtingssamtyktir ella tiltiknu tjóðveldis
brølini uppundir hvort val, hevur ikki verið
annað enn ein roynd hjá monnum at »mar
kera sína stødu« og einki annað.
TI SAMSTUNDIS sum somu tingmenn gera
samtykt oman á samtykt mót hesi stoð,
hava teir kappast um at lovprísa NATO og
øllum ti, sum haruppii hongur.
.
HER HEVUR OG er tí talan um eina so gref-
liga dupultstødu, sum vit áttu at skammast
yvir heldur enn at tala orð til danska for-
sætisráðharran um. Við gðrum orðum vilja
vit fegin vera vard í navni NATO's, men sjálvi
at lata nakað til hesa somu »verju« — ikki
talan um. Meta vit NATO sum bestu verju
okkara lands, eiga vit eisini at lata okkara
part til hesa verju.
EITT HEILT annað er so tað, um vit av réttum
eiga at meta NATO-samgonguna sum nak-
ran tryggleika um verju, tá vit hugsa um,
hverjir kriggsgredingar stýra tí landi, sum
eina og aleina stýrir NATO. Tað skal gott
hugflog til at ímynda sær neutronbumbuna
sum nakað friðartryggjandi amboð. Tá má
ein í minsta lagi vera fólkafloksmaður.
RÆTTAST MAN vera, at vit fyrst av øllum
gera okkum greitt, hvat vit sjålvi vilja, áðrenn
vit leggja skuld og ábyrgd á onnur.
Lýsið í søslalinum
SOSIALURIN
Grov skuldseting sum krevur
gjølliga kanning
I samband vid les-
arabræv mitt i Sosi-
alinum mikudagin
tann 19/8 1981.
Hevur gamla sam-
gongan brukt peng-
ar hon einki åtti i.
Greinin var ein fyrispurn-
ingur til verandi løgting i
samband við eina grein i
Dimmalætting.
Har sagt verður.
Hesi turru tel vísa, at
fólkaflokkurin, javnaðar-
flokkurin og tjóðveldis-
flokkurin hava brúkt
pengar teir ikki áttu.
Uppá fyrispurning í
Sosialinum leygardagin
22/8 sigur Jógvan Sund-
stein soleiðis.
Bæði Dimmalætting og
Sverre Midjord mistaka
seg, hetta er ein saman-
blanding av tveimum
roknskapum.
Og hetta fara vit í Fólka-
flokkinum einki at gera
við.
Men mín góði Jógvan
hetta er bara ikki so.
Hetta hevur einki við
roknskap at gera, hetta er
ein beinleiðis skuldseting
um óreiðiligheit.
Og hetta vilja tit einki
gera við.
Jógvan heldur fram við
at siga, at hetta er ikki
annað enn vanligu skuld-
setingar Dimmalættings
og Sambandsflokksins
móti gomlu samgonguna
og serliga Fólkaflokkin.
Og her at verða skuld-
settur fyri at hava brúkt
pengar sum tit, vit einki
áttu í, lata tit bara fara.
Samstundis ger blað-
maður Dimmalættingar
vart við í Dimmalætting
20/8 nr. 85 síðu 3.
Hann sigur.
Góði Sverre Midjord.
Tú skuldi heldur givið
eina frágreiðing hver ið
átti peningin tit hava
brúkt. Hesa álvarsligu
skuldseting heldur hann
fram við, og hon er ikki
greið fyrr enn hon er dømd
deyð at verða.
Og hetta heldur for-
maður Fólkaflokksins
bert verða eitt vanligt
álop á Fólkaflokkin og
gomlu samgonguna.
Heldur tú at verandi
samgonga er so nógv verd
í tínum eygum, at hetta
má slúkast rátt, bert tit
halda saman.
Sum eg fyrr havi sagt er
hetta ein álvarslig skuld-
seting sum eisini viðvíkur
framtíðar álit veljarans.
Hetta hevur fíggjar-
nevnd Legtingsins skilt, tí
hevur hon reist málið og
hevur kraft eina gjella
kanning.
Fyrrverðandi fíggjar-
málaráðharri D. Hentze
segði mangan í tinginum,
at hann hevði úr at gera
fyri at rudda, undan fyrru
samgonguni.
Um slikar skuldsetingar
fara fram vid borðinum,
uttan uppruddan, so veit
eg ikki hvat vit hava løg-
Varðin
Av tí at tað verður borið
út millum fólk, at vit hava
sagt okkum frá sum
ritstjórar av tíðarritinum,
verður her avsannað, at so
er. Við tí góða stuðli, vit
hava havt frá at kalla
ollum skrivandi føroying-
um, høvdu vit fegnir
hildid fram. Men vit hava
fingið skriv, dagfest
10.6.1981, har tann
nýskipaða nevndin (Einar
Joensen, Emil Thomsen
og Jóannes Skaale) sigur
seg hava samtykt, at
skal vera
nevndin sjálv
ritstjórn
Steinbjern B. Jacobsen
Gunnar Hoydal
Fyri-
spurn-
ingur
Til Jákup Sverra
Joensen, fiski-
frøding!
Í samreðu vid Sosialin í
smb. við fiskaaling, siga
tygum, at tað onki vatn er
í Vági, og eru sostatt
meguleikarnir burtur at
gera eina smoltsteð í smb.
við útbyggingina hjá SEV
í Vági. Hetta er beinleiðis
ósatt. Vit krevja, at
tygum upplýsa okkum,
hvat keldutilfar tygum
hava nýtt til slíkt úttalilsi.
Vit kunnu upplýsa
tygum og eðrum, at tey
seinastu 19 árini er vatn-
útbyggingin í Vági stór-
liga útbygd. T.d. eru stór-
ar byrgingar gjerdar í
Gjógvará og Tórmannsá
við Oyrarnar, eisini er
stórur brunnur bygdur úti
á Flatinum við rerleid-
ningi til Vágsvetn, har
stór byrging er gjørd, sum
man vera ein tann stersta
vatngoymsla í landinum í
dag og við góðum megu-
leikum til enn víðari út-
bygging uttan stórvegis
iløgu.
Av ti, at hetta hevur
ovurstóran tydning fyri
tingið, figgjarnevnd og
legtingsgrannskoðan til.
Sverre Midjord
bygd okkara, biðast
tygum vinarliga vátta ella
avsanna hetta tygum
skulu hava sagt.
Vágs javnaðarfelag
SOSIALURIN og SEV-
utbyggingin i Suduroy
Tad fyrikemur okkum,
sum Sosialurin er farin i
herna móti bygd okkara,
og fyri at fáa greiðu á
endamálinum við hesi
skriving og, at ongin mis-
skiljing skal vera, loyva
vit okkum at seta fylgj-
andi viðmerkingar.
Fyri nakað síðan stóð at
lesa í Sosialinum at SEV
hevði biðið Tveroyrar
býráð um at styrkja
kajuna á Drelnesi, seinni
kom fram at hetta var
ósatt. Í samreðu við bý-
ráðslim á Tveroyri verður
upplýst, at Tveroyrar
kommuna bygdi elverk í
1947. Til hetta kunnu vit
upplýsa Sosialinum at
vágbingar bygdu elverk í
1921, tað fyrsta í Fer-
oyum, sum síðan umleið
1928 hevur latið streym til
Tveroyri. Eisini er sam-
reða við Jákup Sverra
Joensen til ógagns fyri
Vág. (Víst verður til aðra
grein í blaðnum).
Sum fyrr nevnt sær tað
út fyri okkum, sum henda
skriving er vend ímóti
Vági, við meguliga at til-
onkisgera eina demokrat-
iskt tikna avgerð.
Legið er, at Sosialurin
ongantíð síðan henda
skriving byrjaði hevur
vent sær till nakran
ábyrgdarmann í Vági hes-
um viðvíkjandi. Hetta
verður harðliga átalað.
Vágs javnaðarfelag
Viðmerkingar frá
Sosialinum
Tidindagreinirnar og
stubbarnir sum hava verið
um ætlaðu SEV-útbygg-
ingina í Suðuroy hava
einki annað endamál havt
enn tað at bera lesarum
okkara tíðindi um eitt mál,
sum hevur stóran áhuga.
Hverki nekur grein ella
stubbi hevur havt til enda-
máls at tæna nøkrum åvis-
um endamáli. Vit hava
bert fylgt gongdini i mål-
inum.
Og gongdin er hendan:
28.2.81 tíðindastubbi frå
býráðsfundi á Tveroyri, har
eitt tilmæli frá havnanevnd-
ini um at geva SEV byggi-
loyvi verður samtykt. Upp-
lýst verður, at SEV hevur
heitt á býráðið um at styrkja
bryggjuna á Drelnesi
29.4.81 tíðindagrein, har
Hjalgrim Winther upplýsir,
at SEV-stýrið hevur avgjert
at leggja nýggja el-verkið í
Vági. Í somu grein upplýsir
Sverri Skaalum, býráðsskriv-
ari í Vági, at arbeiðið upp á
bryggjuna á Oyrunum (sum
er ein treyt fyri bygging,
blaðm.) líður væl.
11.7.81 tíðindagrein, sum
partvís byggir á upplýsingar
frá Dánjal av Rana og frá
Ivan Johannesen. Dánjal av
Rana upplýsir, at býráðið
hevur bjóðað SEV-stýrinum
til fund á Tveroyri og hevur
biðið um eina frágreiðing, um
hví SEV fer at byggja í Vági.
Ivan Johannesen sigur, at
ein meiriluti í SEV-stýrinum
hevur tikið avgerðina, men
vísir annars á, at eitt mál
kann takast upp til nýggja
viðgerð á umboðsráðsfundi
25.7.81 tíðindagrein, har
Jákup S. Joensen sigur, at
neyvan nekur klekisteð verð-
ur bygd í Suðuroy, tí SEV
hevur avgjert at byggja
Vági og sambært J. S. Joen-
sen er ov lítið til av vatni í
Vági.
22.8.81 tíðindagrein, har
Dánjal av Rana upplýsir
blaðnum, at bræv er sent til
limirnar í umboðsráðnum í
SEV, har biðið verður um
undirskrivtir til innkallan av
eykaumboðsráðsfundi.
Hetta er tað, Sosialurin
hevur skrivað um málið,
og hetta er tað, ið er komið
fram um málið. Vit meta,
at málið er fylgt upp á for-
svarligan hátt og í tráð við
vanligan pressusið.
Tað einasta, sum Sosi-
alurin kanska kann lastast
fyri, er, at hann ikki hevur
kannað ella fingið prógv
fyri, um hald er/ella ikki í
viðmerking Jákup Sverra
Joensen's um at ov lítið
vatn er í Vági til bygging
av klekistød.
Men hendan greinin
hevði einki samband við
skrivingina um SEV at
gera, og er heldur ikki
skrivað av somu blad-
monnunum, sum annars
hava skrivað hinar grein-
irnar. Av tilvild hevur hon
bert nomið við hitt málið.
Sosialurin
VONANDI RNS EAT SO ARA
VU